Jón: Høvdu 100% fingið betri úrslit við 50m hyli

Pál Joensen kom í dag á mál sum nummar fimm í finaluni í 800m frí.

 

- Pál gav alt sum hann átti, men tað var ikki so skjótt sum tað kundi verið. Høvdu vit havt ein frídag eyka at hvílt í, so høvdu vit nokk fingið Pál niður á 1:51, sigur venjarin hjá Pál, Jón Bjarnason.

 

Nógv hevur verið tosað um at Pál má venja í einum 25m hyli, um hann venur í Føroyum.

 

Vit koma altíð aftur til tað æviga spurningin um venjingar umstøðurnar hjá Páli. Vit hava ongan 50m hyl og tí er ikki tann sami belastningurin á venjingini hjá okkum, sum hjá hinum. Tríggjar vikur í eini venjingarlegu er ikki nokk. So vit mugu hava fleiri av teimum, men tað gongur heldur ikki, tí so kann Pál ikki ganga í skúla. Vit mugu hava betri venjingarumstøður, tí so kann Pál avrika betri, fleiri ferðir, sigur Jón Bjarnason.

 

Jón Bjarnason er samanlagt væl nøgdur við avrikið hjá Páli.

 

- Eg sá sjálvandi gjarna í mínum dreymi, at Pál kom heim við tveimum heiðursmerkjum, men hetta livur avgjørt upp til mínar vónir. Eg haldi at vit skulu verða óluksáliga stolt av tí sum Pál hevur avrikað, sigur Jón.

 

Tað hevur eisini vakt ans kring knøttin, at hesin ungi maðurin úr fjarskotnu oygginum í norðuratlanshavinum hevur staðið seg so væl í EM kappingini.

 

- Meðan eg tosi við tykkum, standa eisini fjølmiðlar úr øllum heiminum í kø og vilja sleppa at tosa við okkum. Tey vilja vita hvar í allari verðini Pál kemur frá. Og tá tey so fáa tað at vita, so vilja tey hava at vita hvussu hundan tað ber til, at Pál er komin so langt.