Tað er ikki ofta, at danir gera sær dælt av føroyingum. Men nú er møguleikin har.
DR hevur gjørt vart við, at Pál Joensen kann svimja fyri Danmark undir OL í London í 2012.
Føroyar eru undir Danmark, og tí kann vágbingurin svimja undir danska Dannebrog.
Altjóða olympiska nevndin viðurkennir ikki Føroyar sum sjálvstøðugt land.
- 19 ára gamli Joensen er nú áhugaverdur fyri Danmark í olympiskum høpi, skrivar heimasíðan hjá DR.
Niels Nygaard er formaður í danska ítróttarsambandinum. Hann hevur eygleitt Pál Joensen í longru tíð.
- Vit vænta, at hann kvalifiserar seg til leikirnar, sigur hann við DR.
Danska kringvarpið hevur prátað við Jón Bjarnason. Hann sigur, Pál Joensen kann bara svimja í einum 25 metra hyli í Føroyum, og einki høli til styrkivenjingar er tøkt.
- Tí mugu vit nýta hugflogið, sigur Jón Bjarnason.
Hann leggur afturat, at tað er ein sensatión, at Pál Joensen hevur vunnið silvur í EM, tí vágbingurin byrjaði ikki at svimja, áðrenn hann var 16 ára gamal.
- Hann hevur stórt potentiali. Tað er so stórt, at tað er realistiskt at droyma um eitt heiðursmerki undir OL í 2012, sigur Jón Bjarnason við heimasíðuna hjá DR.
Lars Sørensen er umboð fyri danska svimjisambandið. Hann sigur við Politikken, at Danmark skal gera sær dælt av møguleikanum.
- Tað er danska ítróttarsambandið, og ikki eg, sum seti navn á svimjararnar, sum skulu umboða Danmark undir OL. Men eg veit, at ítróttarsambandið er áhuga í Páli. Vit samstarva væl við Pál, og fleiri danir stuðlaðu hann í finaluni í 1500 metra frísvimjing. Hann hevur staðið seg sera væl, og sjálvsagt skal hann umboða Danmark, um hann er førur fyri tí, sigur Lars Sørensen við Politikken.
Pál Joensen sigur eisini við blaðið, at tað verður við einari undarligari kenslu, um hann skal svimja fyri Danmark.
- Eg vil helst umboða Føroyar, slær hann fast í viðtalu við Politikken.