áleið tey 120.000 tonsini so fellur hon aftur. Sum víst á aðrastaðni í blaðnum í dag, so er talan um fallandi veiðu undir Føroyum sæð í søguligum ljósið. Spurningurin er so hvat politikarar og fiskifrøðingar [...] eisini vísir, so eru tað sveiggj í fiskiskapinum uppá meira enn 60.000 tons. Nevniliga millum 60.000 og 120.000 tons. Talvan vísir eisini at vit fiskaðu eins nógv miðskeiðis í 1970 ´unum og 80´unum sum vit [...] broyttur frá 1971 og fram til í dag. Fiskimannafelagið og formaður felagsins Óli Jacobsen hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at greina ICES frágreiðingar og vísa á skeivleikarnar í hesum álitunum. Tó eru hesu
pedagogar hava somu sømdir. Formaðurin í felagnum vísir á, at í øðrum londum hava pedagogar fyrireikartíð. Hann nevnir at í Íslandi hava pedagogar fimm tímar um vikuna í fyrireikingartíð. Men so hava teir [...] sum vera longu í heyst. Á aðalfundinum hjá pedagogfelagnum leygardagin, tosaðu tey eisini um lønarsamráðingarnar nú sáttmálin fer úr gildi 30. septembur. Jarvin Feilberg Hansen, formaður í felagnum, staðfestir [...] tímarnar færri til arbeiðis inni á sjalvum stovninum. - Tað er avgjørt nakað tað sama, vit skulu inn á í Føroyum, so hetta fer avgjørt at liggja frammaliga, nú vi skulu gera krøvini upp til komandi samráðingarnar
The Story Ends var fyrsti bólkur at fara á pallin í Virkishúsinum í Klaksvík í gjárkvøldið og hetta var eina framførsla ið eg trúgvi eg, bæði bólkur og áskoðarar kundu eins væl verið fyri uttan. Bólkurin [...] ummælast, ljóðið var stutt sagt ov ringt. Bólkurin kann tó í ávísan mun lastast fyri ljóðið, teir hava spælt í hølunum áður, og áttu at verið komnir í betri tíð um tað var neyðugt. Her skein manglandi rutinan [...] rutinan ígjøgnum, og vísti hvussu ungur og óroyndur hesin bólkur í veruleikanum er, hóast umstøðurnar vóru tær somu hjá hinum bólkunum, ið spældu í somu hølum, so hevði hvørki Isadora ella Budam nakrar trupulleikar
bæði í Føroyum og úr Íslandi, at HB leiðslan segði ósatt, tá ið teir vístu tíðindunum aftur. KR hevi bjóðað upp á Rógva, men spælarin frætti einki um hetta, fyrrenn tíðindini vóru um at koma fram í Sosialinum [...] Liðformaðurin var tðskvøldið á landsliðnum fyri 65. ferð. Jens Martin Knudsen klatraði í 2. hálvleiki upp á 61, og teir næstu í røðini eru Julian Johnsson (56) og Allan Mørkøre (54). John Petersen var ímóti Hollandi [...] Fyrsti landsdysturin hjá honum var 18. august í 1999. Ta ferðina loysti hann fimm minuttir undan leikloki Julian Johnsson av. Tá umboðaði Rógvi barndómsfelagið í Klaksvík. Tvey tey seinastu árini hevur Rógvi
ið verið hevur í Føroyum nakrantíð uppá so stutta tíð. Hetta er undrunarvert, tá havt verður í huga, at fremsta málið hjá samgonguni hevur verið at fingið ein sjálvberandi búskap, men í veruleikanum kann [...] samlaðu inntøkurnar hjá landskassanum í 1998. Veruleikin er beiskur Nú sær umsíðir út til, at samgongan sá veruleikan í eyguni og ásannaði at trøini vaksa ikki inn í himmalin og at tá teirra dreymur um, [...] er minni sjálvberandi nú, enn áðrenn júst skrædnaða samgongan tók við í 1998. Eitt er at útreiðslurnar eru øktar frá 2,3 mia. upp í 3,5 mia. hesi árini, men harafturat er blokkurin skerdur við 366 mió.
útnorði og fekk samstarv í lag. Somuleiðis er Tjóðveldisflokkurin í samstarvi við fleiri enn 80 fólkatingslimir um nevndarsessir o.a. Fleiri av fremstu fólkatingslimunum hava luttikið í upplýsandi arbeiðnum [...] fremstu serfrøðina kring norðanlond at lýsa og greina støðu Føroya í ríkinum og í heiminum. Og at lýsa og greina peningarenslið millum partarnar í ríkisfelagsskapinum. Og fleiri av fremstu politikkarum á fólkatingið [...] arbeiðnum hjá Norðuratlantsbólkinum. Sama hava serfrøðingar úr Føroyum og norðurlondum og fleiri føroyingar, niðri í lestrarørindu. Aðrir flokkar kalla Norðuratlandsbólkin fyri ein kaffiklubb. Her fara teir tó
uttan at vit yvirhøvur eru eftirspurd. Tá fáa vit í Føroyum eitt álvarsamt demokratiskt undirskot, tí vit eru ikki limir í ES. Fyri yvirhøvur at fáa limaskap í ES, mugu vit verða eitt sjálvstøðugt land, og [...] ES-grundlógina, og í hesum liggur sjálvsagt okkara tilknýtið framyvir til ES og ríkisfelagsskapin. Hendan felags ES-grundlógin verður omanfyri tær nationalu grundlógir, sum eru galdandi í dag. Danir hava [...] fyrivarni mótvegis ES í dag, tey eru: uttanríkismál, gjaldoyramál, hernaðarmál, og rættarmál. Danir eru sostatt ávegis at leggja seg undir eina nýggja ES-grundlóg, tá fáa mynduleikarnir í Bruxelles eisini
vinnuliga menning vorið eitt ókvæmsorð í Føroyum. Tann, sum dittar sær at nevna hendan møguleika, verður alt fyri eitt settur í bás, sum ein av teimum, ið vil reka Føroyar aftur í áttatiárini. Soleiðis er nú tað [...] verða luftað í greinini "Suðuroyggin má gerast eitt kraftsentur", men bert mæla øllum samfelagsáhugaðum til at lesa greinina. Hinvegin er eitt hugskot, sum sera varisliga verður umrøtt í nevndu grein, [...] gagn fyri útjaðaraøki í samveldinum. Hví kunnu vit so ikki hava ein føroyskan regional- ella økismenningargrunn? Vit hava jú roynt nakað av hesum við tí sonevndu Sandoyarætlanini, sum í roynd og veru var ein
alt. Heilt frá tí jazz-kenda yvir í vakrar stillar jólasálmar. Áhoyrararnir fingu umleið ein tíma av Pæturi og Eivør, sum uttan iva eru heitasta stjørnuparið í Føroyum í hesum døgum. Men lógvabrestirnir [...] vekk eftir stuttari tíð, tá lýst varð, at Siloakórið, Pætur og Eivør, skuldu hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið. So nógv vóru ov sein á sjóvarfallinum, at fyrireikararnir gjørdu av [...] tað var ikki uttan orsøk, at slíkur gravgangur var eftir atgongumerkjunum. Í samfullar tveir tímar var borðreitt við tónleiki í hægsta flokki. Siloakórið undir leiðslu av Eyðuni á Lakjuni legði fyri. Lagt
starvsfelaga vórðu send av landinum. Sonurin hevði gingið bæði í barnagarð og skúla í Føroyum, men arbeiðið hjá mammuni minkaði burtur í einki, og tískil varð hon gyppað av landinum við soninum, og pápin [...] viðfarin sum hesi bæði fólkini í Vestmanna. Í 10 mánaðar hava tey ikki vitað, um tey vóru keypt ella seld, ein ótolandi støða. Høvdu føroyingar fingið ta viðferð úti í øðrum londum, sum vit alt ov ofta geva teimum [...] Randi í Jógvanstovu Hetta óskilið kann ikki halda fram. Tað er jú skomm, at hann skal sleppa óátalað at niðurpína borgarar í hesum landi. Føroyingur ella ikki, eingin hevur uppiborið at verða viðfarin