Syngjandi stjørnuparið strálaði

Saman við Siloakórinum fekk heitasta parið í Føroyum, Eivør og Pætur, eitt fullsett Mentanarhús at gloyma alt um bítandi kulda og kava í samfullar tveir tímar

Fuglafjørður: Atgongumerkini vórðu skrødd vekk eftir stuttari tíð, tá lýst varð, at Siloakórið, Pætur og Eivør, skuldu hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið. So nógv vóru ov sein á sjóvarfallinum, at fyrireikararnir gjørdu av at skipa fyri eini eykakonsert mánakvøldið.
Og tað var ikki uttan orsøk, at slíkur gravgangur var eftir atgongumerkjunum. Í samfullar tveir tímar var borðreitt við tónleiki í hægsta flokki.
Siloakórið undir leiðslu av Eyðuni á Lakjuni legði fyri. Lagt var út við nøkrum stillum sangum, men ímóti endanum av framførsluni hjá kórinum kom veruligt lív í við nøkrum gospel-kendum løgum. Kórið kom ómetaliga væl frá byrjunarskotinum, og var áhoyrarafjøldin nú væl hitað upp til hæddarpunktið.
Eftir ein stuttan steðg kom so løtan øll høvdu bíðað eftir. Pætur kom fyrst á pallin, har hann sessaðist við klaverið. Hann legði út við at spæla Gakk tú tryggur og sang og spældi síðani Somewhere over the Rainbow. Síðani varð gittarin tikin í hond, og við speisku viðmerkingini »Eg veit ikki, hvar hon blívur av«, byrjaði Pætur at syngja »Mær leingist«. Og ikki gekk long tíð, so gloppaðist hurðin, og Eivør kom berføtt stillisliga og settist við liðina og tók somuleiðis eisini gittaran fram.

Hugtakandi
Positivu lýsingarorðini vanta ikki, tá ein skal lýsa sangin og spælið hjá Eivør og Pæturi. Tey bæði megnaðu enn einaferð at bergtaka ein fullsettan sal av fólki. Tað tey sungu fevndi um alt. Heilt frá tí jazz-kenda yvir í vakrar stillar jólasálmar.
Áhoyrararnir fingu umleið ein tíma av Pæturi og Eivør, sum uttan iva eru heitasta stjørnuparið í Føroyum í hesum døgum. Men lógvabrestirnir vóru so nógvir, at tað slapst ikki undan tveimum eykaløgum.
So ein vælnøgd fjøld trein sunnukvøldið út aftur í kuldan og kavan murrandi »We´ll meet again«, sum var seinasta lagið, tey fingu við sær út á vegnum.