Nú er botnurin náddur!

Randi í Jógvanstovu

Hetta óskilið kann ikki halda fram. Tað er jú skomm, at hann skal sleppa óátalað at niðurpína borgarar í hesum landi.

Føroyingur ella ikki, eingin hevur uppiborið at verða viðfarin sum hesi bæði fólkini í Vestmanna. Í 10 mánaðar hava tey ikki vitað, um tey vóru keypt ella seld, ein ótolandi støða.

Høvdu føroyingar fingið ta viðferð úti í øðrum londum, sum vit alt ov ofta geva teimum, ið koma higar, høvdu vit uttan iva hoyrt gang.

Heldur eiga vit at síggja hesar nýggju borgarar sum eitt positivt ískoyti til samfelag okkara, enn at finna upp á nýggjar og snildar hættir, sum kunnu brúkast til at geva teimum durafjórðingin, eiga vit sjálvsagt at fara minst líka væl við teimum, sum vit fara við brøðrum, vinum og grannum okkara.

Heimurin er stórur, og vit hava nógv at læra, eisini av teimum - okkara tilflytarum - uttan mun til, hvaðani teir koma.

Um Jógvan við Keldu er bangin fyri at missa sín føroyska samleika av hesum fáu fólkunum, er eingin vandi á ferð. Tey fara hvørki av stað við húðaskónum ella kotinum.

Upplivdi tíverri fyri kortum tað, at kona og sonur ein starvsfelaga vórðu send av landinum. Sonurin hevði gingið bæði í barnagarð og skúla í Føroyum, men arbeiðið hjá mammuni minkaði burtur í einki, og tískil varð hon gyppað av landinum við soninum, og pápin er einsamallur eftir, grátuvert, má eg siga. Av tilvild høvdu hjúnini, bæði útlendingar, fingið arbeiði hjá hvør sínum arbeiðsgevara í fiskivinnuni.

Føroyska samfelagið hevur ikki ráð til at ganga í so smáum skóm. Frættist tað út eftir, hvussu vit bera okkum at móti okkara nýggju borgarum, verða vit illa skølsett og fara fyrr ella seinni at vakna við kaldan dreym.

Tí skalt tú, Jógvan við Keldu, finna eina loysn, sum er virðilig fyri okkum, so vit ikki hava skomm av okkum sum tjóð.