Bárður Nielsen, Løgtingsmaður
Landskassans útreiðslur eru øktar við yvir 50 % tey seinastu 5-6 árini
Hetta er nógv tann størsta økingin, ið verið hevur í Føroyum nakrantíð uppá so stutta tíð. Hetta er undrunarvert, tá havt verður í huga, at fremsta málið hjá samgonguni hevur verið at fingið ein sjálvberandi búskap, men í veruleikanum kann sigast at okkara búskapur er minni sjálvberandi nú, enn áðrenn júst skrædnaða samgongan tók við í 1998.
Eitt er at útreiðslurnar eru øktar frá 2,3 mia. upp í 3,5 mia. hesi árini, men harafturat er blokkurin skerdur við 366 mió. umframt at hann er fastfrystur. Fyri at halda samfelagnum koyrandi skulu inntøkur landskassans frá skatti og avgjøldum verða 1,6 mia. hægri nú enn fyri 6 árum síðani og svarar hetta til at hesar inntøkur skulu liggja javnt eini 60% omanfyri samlaðu inntøkurnar hjá landskassanum í 1998.
Veruleikin er beiskur
Nú sær umsíðir út til, at samgongan sá veruleikan í eyguni og ásannaði at trøini vaksa ikki inn í himmalin og at tá teirra dreymur um, at alt ber til, brast, var ikki annað at gera enn at fáa ein enda á samgonguni áðrenn alt endaði heilt galið.
Samgongan kom til búgvi borð í 1998 og sum ikki einaferð tá Tjóveldisflokkurin hevur sitið við makt, verður samfelagsskútan avleverað aftur við stórari slavsíðu, til hinar at ruddað upp í.
Tað verður ikki bara sum at siga tað at fáa ruddað upp aftaná stóra skaðan, fráfarna samgonga hevur gjørt, men vit vilja royna at fáa samfelagsskútuna aftur á beint og byggja uppaftur álitið á okkara politisku skipan, so Føroya fólk aftur kenna seg trygg á hesum klettum og sum rættir føroyingar.
Sambandsflokkurin vil tryggja føroyingar, við at føra ein ábyrgdarfullan politik, so at vit sjálvi hava ábyrgd av okkara gerðum fyri allar tíðir.