ES gjøgnum bakdyrnar

Niklái Petersen
Tjóðveldisflokkurin
????
Okkara tilknýtið til ES, hevur ofta verið havt á munni seinastu dagarnar. Danir skullu helst um ikki so langa tíð til at atkvøðu um ES-grundlógina, og í hesum liggur sjálvsagt okkara tilknýtið framyvir til ES og ríkisfelagsskapin. Hendan felags ES-grundlógin verður omanfyri tær nationalu grundlógir, sum eru galdandi í dag.
Danir hava fýra fyrivarni mótvegis ES í dag, tey eru: uttanríkismál, gjaldoyramál, hernaðarmál, og rættarmál.
Danir eru sostatt ávegis at leggja seg undir eina nýggja ES-grundlóg, tá fáa mynduleikarnir í Bruxelles eisini beinleiðis vald á okkara uttanríkismálum, gjaldoyramálum, hernaðar-málum og rættarmálum, uttan at vit yvirhøvur eru eftirspurd.
Tá fáa vit í Føroyum eitt álvarsamt demokratiskt undirskot, tí vit eru ikki limir í ES.
Fyri yvirhøvur at fáa limaskap í ES, mugu vit verða eitt sjálvstøðugt land, og hetta land nevnt Føroyar ræðast afturhaldsflokkarnir sum pestin. Sera løgið og óskiljandi at ræðast seg sjálvan so illa, at man nærmast rennur undan sær sjálvum.
Sum støðan er í løtuni, hevur onki ES-land sjálvstøðugan fiskivinnupolitikk, men hesin verður sentralt stýrdur beinleiðis úr Bruxelles, og er hetta ein av høvuðsorsøkunum til at lond, sum hava fiskivinnu sum høvuðsvinnu, eru harðliga ímóti hesum felagsskapi.
Tað eru trupuleikar í dag, at stýra okkara fiskivinnu, og tað verður púrasta vón-leyst at stýra henni úr Bruxelles, tað hugsi eg, allir føroyingar eru rættu-liga samdir í.
Men vit skulu tó ikki renna undan ES, ES er komið fyri at verða, og vit mega taka dystin upp, og fáa sum mest burturúr.
Tjóðveldisflokkurin fer at halda eitt vakið eygað við og fer áhaldandi at nýta møguleikan við fólkatingssessinum at upplýsa føroy-ingar um hesi og onnur viðurskiftir føroyingum at gagni.
Vel so tað munar - vel góða røkt - vel Tjóðveldisflokkin- vel E.