fáa gagn av hvørji aðrari, siga allar við ein munn, at tað fáa tær heilt vist. Og tær greiða frá, at nakrar longu hava prátað um møguleikan at arbeiða tvørturum floksmørk og at leggja fram viðkomandi uppskot [...] tinginum fara tær helst at krevja, at arbeiðið verður lagt til rættis, so tað hóskar saman við familjulívinum. Tær halda sostatt eisini, at kvinnur eru øðrvísi, soleiðis at tær fara ikki at sita og hanga í tinginum [...] Hon roknar við, at politiskt fer tað at síggjast serliga væl aftur í fíggjarlógarviðgerðini, at so nógvar kvinnur nú taka sæti á tingi. - Tá vit hava verið so fáar, er tað so nógv lættari at strika játtanir
neyðugt at hugsa um annað enn spælið. At spæla uppá gomlu urguna, hevði kanska sína sjarmu, men sum Gudrid tekur til við brosi á kinn: - Tað var mangan hart at pumpa. Kanska er tað orsøkin til, at eg í dag [...] ikki var liðug at læra, sigur Gudrid brosandi. »Jesus, din søde forening at smage« Hóast sín unga aldur gekst henni væl at spæla sálmarnar til hesa fyrstu gudstænastuna. Enn í dag minnist hon tveir av sálmunum [...] ber til, men mær hevur dámt hetta sera væl. Eingin hevur nakrantíð hoyrt meg siga, at eg tími ikki at spæla í dag, ella at eg eri farin frá húsum við ringum huga. - Eg havi fingið sera góðan stuðul heimanífrá
fyri at fáa skil á støðuni har. Og so er tað eisini tað, at hatta er ikki nakað, sum tú fert til. Tú kanst ferðast nógvastaðni, men hatta er nakað heilt annað. Tað er ikki bara sum at siga tað, at koma [...] Tað var løgið at hugsa sær, at onkur hevði búð har, og so skuldu tey knappliga skunda sær avstað og lata alt liggja eftir, sum tey áttu. Kanska onkur sat á ves, tá tey fingu at vita, at tey skuldu rýma [...] mær at sæð, hvussu tað er har, sigur Andres Jacobsen. ##med2## Andres greiðir frá, at hann misti pápan fyrr á árinum í fjør, og hevði tí eina trongd at sleppa eitt sindur burtur. Samstundis sum at Andres
sigur eisini, at Hvítabók vísir púra greitt, at livistøðið ikki versnar. Hettar er ikki satt og eigur at rættast. Hvítabók sigur, at lønir fara at lækka lutfalsliga í mun til umheimin. T.v.s, at keypikraftin [...] formannin í Føroya Arbeiðarafelag fyri at grunda síni útsøgn á ósannindir. Hesi bæði omanfyrinevndu hava nevniliga víst fullveldisætlanini frá sær. Gamalt er, at best er at sópa fyri egnari hurð, áðrenn man [...] sjálvan frá at viðgera árin á einstaka húsarhaldið og virkið. Við øðrum orðum vil Høgni Hoydal hava hvørt húski í Føroyum at taka støðu til nakað, ið ikki fortelur hvørjum húski, hvussu tað kemur at ávirkast
skógvar. Tey fingu at vita, at í fleiri førum noyddist dóttirin at bíða við at fara út, til mamman kom aftur, tí tað vóru bara einir skógvar í húsunum. Anskar og Jóhanna hava sett sær fyri at fara aftur til [...] hjálpina og alt, sum gjørt var, fyri at hon kundi fáa sínar førleikar aftur. Ferðin gekk væl Anskar Hansen sigur, at hann stúrdi nógv fyri at fara, tí hann var noyddur at koyra bussin sjálvur. Túrurin aftur [...] vøru. – At lata okkum læna eini høli, er eisini at hjálpa. Ætlan teirra er at fara avstað aftur í september og gera tveir ella tríggjar túrar um árið. – Tað er ein so einastandandi kensla at kunna hjálpa
men nei, hann helt ikki, at hann dugdi nóg væl at tosa, minnist Katrin og smílist. - Tað vísti seg at vera øvut, tí ofta helt hann bara fram at oysa gullkorn úr sær, eftir at upptøkutólið varð sløkt. So [...] førum vera við, at hann oftast gloymdi, at eg var har, sigur filmskvinnan. ”Steðga, steðga!” Tað var annars ikki heilt lætt at sannføra myndahøggaran Hans Paula Olsen um, at hann fór at vera ein væl egnaður [...] fremst fór eftir: At sleppa heilt niður í listarligu tilgongdina at grópa – eisini heilt bókstaviliga. - Tað vóru løtur, har eg sat og pilkaði leirpetti av upptøkutólinum, so man má siga, at eg kom rættiliga
sigur, men ístaðin var um reppið, at gøtumenn aftur fingu spenning í dystin. Einki at roksa um Fyrra umfarið var at kalla bert eitt lið á vøllinum, tí HB sat á so at siga øllum. Gøtumenn høvdu valla nakran [...] endaði, og HB hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, uttan at hetta kortini eydnaðist teimum. Um tað var tí teir nú kendu sigurin vísan, ella um teir kanska fóru at hugsa um dystin hjá 1. deild móti [...] HB-GÍ 4-2 (4-0) At sigurin hjá næstbestu HB leikarunum ikki gjørdist størri leygardagin, hava teir bert sær sjálvum at takka fyri. Hevði neyvleikin verið størri og hugburðurin øðrvísi, hevði talan helst
prosaið – varð skrivaður áðrenn 70’ini. Hon hevði tó trupulleikar við at fáa nakran at geva tað út. Tískil gjørdi hon av at fara at skriva eina ástarskaldsøgu, ið varð prentað í tíðarritinum ”Junosd” (Ungdómur [...] ella er hann mynd á okkurt størri og meir. Tað fáa vit ikki at vita bert við at lesa eitt ummæli sum hetta, men tá er helst neyðugt sjálvur at lesa søgurnar. Onnur søgan eitur Avokadosteinurin, og hon er [...] lesarin so við og við varugur við, at tað kanska var dóttur kvinnuna, sum skeyt mammu sína. Væl klárar Stjerbakova at halda spenningin millum móður og dóttur, uttan at hon snávar við tí. Í øðrum parti hitta
sigast at vera avgjørdi veteranurin á liðnum, nú 18 ár eru liðin, síðani hon var við fyrstu ferð. – At eg aftur eri við hesaferð, var ikki ordiliga tað, eg hevði roknað við, og eg kann siga nú, at fyrst [...] verið við so nógv sum gjørligt. Og hon er ikki sein at svara, tá vit spyrja hana, hvussu hon fær alt at passa saman: – Ja, har er einki at tosa um, at tað kann eg bara takka mínum góða baklandi fyri, tí [...] sum menninir vunnu sítt higartil einasta gullmerki. – Eg minnist væl, tá eg í Gibraltar í 1995 var við fyri fyrstu ferð, at tá tosaðu hinar um, at enn hevði kvinnulandsliðið ongantíð verið niðan fyri triðjapláss
til, at liðið bara helt á fram at vinna. Tað verður jú ofta tikið til, at tað torførasta er at halda sær á toppinum. - Tað týdningarmesta er sjálvandi, at spælararnir halda tað vera stuttligt at spæla [...] eisini, at tú hevur hug til at vera við. - Eg má siga, at fari við eldhuga inn á vøllin, og brenni eg til dømis ein 100% møguleika, so er tað ikki bara keðiligt. Tað líkist svartasta ongum, fyri at siga tað [...] itið. Tær eru so at siga komnar fram í fremstu røð samstundis, men hinvegin ger hetta eisini, at tað verður torført at halda støðið, tí ov nógvar fella frá í senn. Eftir úrslitunum at døma, var mótstøðan