Randi Jacobsen
-----
Anskar Hansen í Klaksvík hevur mangar ferðir verið í Rumenia við neyðhjálp sam-an við Absalon Matras.
Í januar í ár keypti hann sín egna buss saman við Jóhonnu i Ytsthúsi, sum hann nú er giftur við. Hon hevur eisini luttikið í hjálpararbeið-inum og verið við í Rumenia og brennir líka nógv fyri at hjálpa sum maðurin. Tey keyptu bussin millum annað av tí orsøk, at tey høvdu hug at fara víðari við neyðhjálp enn til Rumenia. Neyðin er líka stór um ikki størri bæði í Ukreina og í Moldova.
30. mars vórðu tey bæði vígd, og 11. apríl fóru tey við Neyðhjálparbussinum úr Klaksvík við Norrønu.
Ferð teirra gekk ikki til nakað stórsligið stað við bústaði á fimmstjørnaðum hotelli.
Málið var fátæka landið Moldova, har fýra og ein hálv millión fólk búgva.
Nógv klára seg bara upp á tann mátan, at onkur í familjuni arbeiðir uttanlands og sendir pening heim. Familjurnar eru barnaríkar, og pensjónin, sum er 180 krónur um mánaðin, røkkur ikki langt. Ein litur av mjólk kostar fýra krónur.
Tað kravdist nógv fyrireiking at fara ein slíkan túr, og alskyns loyvi skuldu til. Pappírsveldið var øgiligt, siga Anskar og Jóhanna. Tey høvdu 49 A4-síður við stemplum á.
Tey fingu samband við eitt danskt trúboðarapar í Moldova. Johannes, sum hevur røtur í Gásadali, og Charlotte Petersen.
– Uttan teirra hjálp hevði einki borið til. Tey útvaldu øki og fátækar familjur til okkara, tí tað vildu myndugleikarnir vita. Tey veruliga ruddaðu slóð fyri okkum.
-----
Sólstrálan Mihela
Randi Jacobsen
Anskar Hansen hevur eina sólskinssøgu at siga úr Rumenia.
Fyri góðum tveimum árum síðan møtti hann 11 ára gomlu Mihaelu (á myndini omanfyri), tá ið hann var og vitjaði familju hennara. Hann smeltaði fyri henni.
Gentan bar fleiri sjónlig brek og sat bara í einum rúmi og vaskaði klæðir á einum vaskibretti.
Tað var einki skil á í heiminum. Saman við tulkinum fór Anskar Hansen við gentuni á eitt sjúkrahús, har røntgenmyndir vórðu tiknar av henni. Ein videoupptøka varð eisini gjørd.
Tá ið Anskar Hansen kom heim aftur, fór hann til yvirlæknan Jákup Petersen við røntgenmyndunum, og hann kundi siga, hvørja hjálp gentan hevði fyri neyðini. Millum annað vendi annar fóturin á henni skeivt, so hon ikki fekk gingið á báðum beinunum.
Anskar Hansen stovnaði tá ein Facebook-bólk, Sólstrálan fyri at fáa pening inn, so gentan kundi fáa skurðviðgerð, fysioterapi, sleppa til tannlækna og fáa taluterapi.
Treytin var, at gentan varð tikin úr heiminum, og hon fór í pleygu hjá góðum fólkum.
Gentan hevur eisini fingið undirvísing seks dagar um vikuna, og hon er so nom, at hon eftir tveimum árum er við at vera liðug við fjórða flokk.
Sólstrálan hevur rindað 5.700 krónur um mánaðin fyri at hjálpa gentuni.
Anska Hansen og Jóhanna í Ytsthúsi løgdu leiðina framvið, har gentan búði.
– Tað var ein rørandi løta. Gentan reisti seg upp og helt eina røðu, har hon takkaði fyri hjálpina og alt, sum gjørt var, fyri at hon kundi fáa sínar førleikar aftur.
Ferðin gekk væl
Anskar Hansen sigur, at hann stúrdi nógv fyri at fara, tí hann var noyddur at koyra bussin sjálvur. Túrurin aftur og fram var 6136 kilometrar.
Men tað gekk væl, tí Jóhanna í Ytsthúsi virkaði sum stýrimaður, og hon syrgdi eisini fyri, at hann ikki breyt hvílireglurnar.
Tá ið tey fóru at fyrireika seg til ferðina til Moldova, ávaraðu fleiri fólk tey. Tað var óðamannaverk at fara til tað korrupta landið Moldova.
– Eg eri soleiðis, at tá ið eg fái mótstøðu, seti eg í meg at gjøgnumføra tað, sigur Anskar Hansen.
Tey koyrdu gjøgnum Rumenia til Moldova, og tað tók nakrar tímar, til tey sluppu inn í Moldova.
Eisini í hesum hjálpti danska parið teimum.
– Og tá ið vóru komin um markið, møttu vit tí øvugta av tí, sum vit vórðu ávarað ímóti. Vit møttu bara blíðskapi, takksemi og hjálpsemi. Tað vóru ómetaliga fitt og vinsom fólk, og vit rindaðu ikki eitt oyra undir borðið nakrastaðni, siga Anskar Hansen og Jóhanna í Ytsthúsi.
Í Moldova gistu tey hjá danska trúboðaraparinum, sum býr í einum sigoynaravogni saman við sínum tveimum vaksnu synum. Anskar og Jóhanna upplivdu, hvussu væl umtókt danska parið er. Øll kendu tey.
Í Neyðhjálparbussinum høvdu Anskar og Jóhanna fimm tons av neyðsynjarvørum. Tað vóru klæðir, skógvar, køksting, sengur, barnavognar og annað. Alt av høgari góðsku. Skógvar og seingjaklæðir var alt óbrúkt.
Prátaðu við fólk
Tey steðgaðu í fýra dagar í Moldova og vóru eisini við til at býta ein part av neyðsynjarvørunum út. Tey fingu prátað við hesi fólk, tí danska Charlotte Petersen dugdi málið.
Áðrenn tey fóru úr Føroyum, vóru tey ein dag á útvarpsrásini Lindini og greiddu frá ferðini til Moldova. Tey bóðu um stuðul og fingu 20.000 krónur inn.
Peningin brúktu tey til at keypa mat fyri í Moldava.
Maturin kom sera væl við, tí tey møttu nógvum svongum fólkum, sum ikki høvdu eitt oyra at keypa mat fyri.
Neyðin í Moldova er ómetaliga stór, og tað er meira sjáldan, at neyðhjálp kemur til landið.
Men samkoman, sum danska trúboðaraparið ger eitt stórt arbeiði.
Samkoman hevur ein suppukøk, har børn koma, áðrenn tey fara í skúla, og tey fáa aftur eina máltíð, tá ið tey koma úr skúlanum.
Anskar og Jóhanna góvu hesum suppukøkinum nakað av peningi.
Skóleys
Í Moldova møttu tey nógvum skóleysum fólkum, sum ikki áttu so frægt sum einar skógvar. Tey fingu at vita, at í fleiri førum noyddist dóttirin at bíða við at fara út, til mamman kom aftur, tí tað vóru bara einir skógvar í húsunum.
Anskar og Jóhanna hava sett sær fyri at fara aftur til Moldova í september, men tað er treytað av, at tey fáa pengaligan stuðul, tí ein slík ferð hjá tveimum fólkum kostar út við 50.000 krónur.
Tað gongur væl at fáa neyðsynjarvørur inn, tí fólk ymsa staðni í landinum savna inn, pakka og sortera.
Biðja um stuðul
Tey kundu eisini hugsað sær at fingið pening at givið fólki at keypa brenni fyri.
– Nógvastaðni er myrkt og kalt um veturin, og tey vóru fegin, tá ið tey fingu stearinljós frá okkum, tí so kundu tey um ikki annað fáa nakað av ljósi í vetur, siga Anskar og Jóhanna.
Orsakað av kalda vetrinum, kundu tey hugsað sær hálvhosur og ullintar troyggjur til næstu ferð til Moldova.
Nú leita tey eftir hølum, at savna neyðsynjarvørurnar í. Hølini mugu vera umleið 100 fermetrar, tí tað skal vera rúm fyri 10 tonsum av vøru.
– At lata okkum læna eini høli, er eisini at hjálpa.
Ætlan teirra er at fara avstað aftur í september og gera tveir ella tríggjar túrar um árið.
– Tað er ein so einastandandi kensla at kunna hjálpa. Vit fáa tað burtur úr, hvussu gott vit hava tað her, hvussu rík vit í veruleikanum eru, siga Anskar og Jóhanna.