eldraøkið liggur uttan fyri ræðisøkini hjá kommunum, og vandi er fyri, at ábyrgdarkenslan av økinum tí fánar. Eftirmetingin mælir til eina loysn, sum er, at kommunurnar skipa seg í størri eindir, soleiðis [...] røkja. Búskaparráðið tekur undir við, at kommunurnar skulu leggja saman fyri at fáa størri og inntøkusterkari eindir, og eisini fyri at gera kommunuraksturin effektivari. Hetta kann tó ikki standa einsamalt
og givið landsstýrismanninum eitt nefs, og fyri at geva landsstýrismanninum møguleikan »at fáa skil upp á aðalráðið hjá sær«, sum Jacob Vestergaard málbar seg. Hann vísti samstundis á, at í dag eru munnligir [...] umrøddu fráboðanina frá ICES um stóru skerjingar í veiðuni eftir makreli, norðhavssild og svartkjaft fyri 2026. Løgtingsmaðurin vildi vera við, at landsstýrið visti um fráboðanina, áðrenn fíggjarlógaruppskotið [...] misáliti í luftini. Vanliga hava slíkar misálitishóttanir frá andstøðupolitikarum ikki so nógv upp á seg, men tann støðan er broytt, eftir at Lilljan Weihe og Erling Eidesgaard feldu Ingilín D. Strøm sum
øllum at døma niðursligin. – Vit halda, at hann hevur verið fyri harðskapi av onkrum slag, men vit vita ikki, tí hann var ikki førur fyri at siga nakað sum helst, segði vaktleiðarin á politistøðini dagin [...] Løgreglan sigur seg vita, hvør maðurin er, sum framdi harðskapin. Tað var klokkan 23:38 næstsíðsta sunnukvøld, at løgreglan fekk boð um, at ein maður varð funnin í miðbýnum í Havn uttan vit og eftir øllum [...] vaktleiðarin tá. Maðurin varð innlagdur á Landssjúkrahúsið, og løgreglan fer at tosa við hann í dag fyri at greiða málið. Seinni kundi løgreglan greiða frá, at tey vita, hvør maðurin er, sum hevur framt
bjóðar vælkomin. - Hetta tiltak er í samband við ABC fyri sálarliga heilsu, sum Pál Weihe gevur okkum eitt innspark um. Húsaorkestrið á Sýnini stendur fyri felagssanginum. Soleiðis siga tey í Vága kommunu [...] við sínum innsparki, fer Judofelagið i stuttum at greiða frá ókeypis skeiði í falltrygd, sum verður fyri eldri í fimleikarhøllini á Giljanesi hósdagin hin 23. oktober frá klokkan 15-16. Eftir venjingina [...] Giljanesi, verður lítil drekkamunnur og prát við undirvísararnar, og tað er ikki neyðugt at tekna seg til skeiðið. Venda vit aftur til morgunmatin, sum verður Bygdarhúsinum í Miðvági mikumorgunin klokkan
hvussu stórt arbeiði liggur aftan fyri hesa løtu, vil eg takka tær fyri orðini og fyri orkidéina. Hjartaliga tillukku við Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2025, Vónbjørt . Tú hevur víst okkum [...] hevur verið skipað fyri almennari móttøku í Norðurlandahúsinum, nú Føroyar fyri fyrstu ferð eru umboðaðar í øllum fimm kategoriunum í virðislønum Norðurlandaráðsins, eitt frambrot fyri føroyska list og mentan [...] møguleiki er fyri at bjóða føroyingar fram sum móttakarar av ymsum virðislønum, so eiga vit sjálvandi at taka av. Tað er tó ikki bara sum at siga tað, tí eitt stórt arbeiði skal gerast fyri at finna fram
sum einum tørvar fyri at vera eitt upplýst menniskja og ein kritiskur borgari", segði Heini m.a. Dómsnevndin skrivar soleiðis í síni grundgeving fyri at lata Heina í Skorini heiðurin fyri ársins donsku røðu [...] og gera tær atkomiligar fyri almenningin. Handanin verður 11. november, tá árliga ráðstevnan, Logograf, verður fyri røðuskrivarar, og sum Rhetor - ráðgevandi retorikarar skipa fyri. Lesið meira her . Og [...] Tíðindaskriv, Fróðaskaparsetrið: Næstan øll heima í Føroyum kenna Heina, sum so væl skorin fyri tungubandið javnan er frammi og greinar alheims viðurskifti, so øll skilja og noyðast at lurta. Heini í Skorini
"Kamarið" í mai. Fyri Beinir hevur tað altíð verið nakað serligt at framføra sangirnar í reinasta formi - við gittara og sangi einsamallur á pallinum. Og hetta er júst tað, áhoyrararnir kunnu gleða seg til. Les [...] vóru á Top-10-listanum í donskum radio, og fyrr í ár vann Beinir tvær FMA virðislønir - ársins lag fyri "Romeo" og áhoyraravirðislønina. Eisini hevur hann framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild
námsbýnum, Handlova hin 15. mai í fjør. Eftir trimum vikum var forsætisráðharrin komin nøkulunda fyri seg aftur, og hann hevur áður sagt, at hann hevur fyrigivið mannnum sum skeyt. Sjálvur hevur hin dømdi [...] Cintula, starvast í námsvinnuni; hann hevur eisini arbeitt sum steinhøggari, trygdarvørður og hevur víst seg sum aktivist. Hann varð handtikin beint eftir álopið og hevur sitið í varðhaldi síðan. Nú dómur er
Mánamorgunin bórust deyðsboðini av Hans Paula Strøm, fyrrverandi tingmanni og landsstýrismanni fyri Javnaðarflokkin. Hann andaðist mánanáttina, 77 ára gamal. Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú ein [...] sosiologur, cand.scient.soc., og starvaðist í mong ár á Hagstovu Føroya, har hann vann sær stóra virðing fyri sínar neyvu greiningar og sítt stillføra, álítandi arbeiðslag. Hann var í yngri árum virkin í føroyska [...] bókum, list og lívgandi plantum, har hann og familjan trivust væl. Politiskt skuldi Hans Pauli vísa seg at vera ein týðandi rødd á vinstravonginum í Javnaðarflokkinum. Hans Pauli hevði stóran áhuga og neyvt
klummuni leggur hann aftrat, at heystfagnaðurin 2025 er nú av, og Eiðis kommuna takkar øllum fyriskiparum og gestum fyri eitt væl frágingið tiltak. [...] Martin Kristoffur Kristiansen, ið skrivar fyri heimasíðuna hjá Eiðis kommunu, hevur skrivað eina klummu, nú Heystfagnaðurin 2025 er lagdur aftur um. - Føroya bygdasligasta tiltak - Heystfagnaðurin - var