VB var í fjør eitt av liðunum, ið argaði hini fremru liðini, men so heldur ikki meira. Kvinnurnar í Vági komu ov seint í gongd og fingu tí ikki hótt liðini frammanfyri av álvara, tá kappingin um at koma [...] koma í FM-finaluna harðnaði. Í ár hevur verið øðrvísi vorðið hjá VB, tí nú snýr tað seg av álvara um at kappast heilt har frammi. Gamaní, er Neistin framman fyri øll hini, men VB hevur í síðstuni verið besta [...] styrkja sær støðuna. VB var í Vestmanna og vitjaði, men har var einki at fáa fyri einki, tí VÍF setti VB upp á pláss við at vinna við tveimum málum! VÍF legði botn undir sigurin í fyrra hálvleiki, tá munurin
barnaútvarpi, dansihølum og sum tættayrkjari í eitt nú V4. Í boksini eru tríggjar fløgur við 36 skeringum og í sambandi við útgávuna verður útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum tann 25. februar. Tað var [...] Boys saman við øðrum og teir spældu í Vági. - Øll hesi mongu ár havi eg havt tann stóra heiður at hava spælt saman við nøkrum av teim dugnaligastu tónleikarunum, vit eiga í landinum, og tað eri eg sera takksamur [...] Robert Mc´Birnie er ein stovnur í føroyska tónleikaheiminum og nú hevur hann ikki færri enn 50 ár á baki. Í hesum sambandi gevur Tutl eina fløguboks út við nógvum av tí, slitsterki tónleikarin og undirhaldarin
at gera. Framløga Hóskvøldið var almenn framløga av bókini um Westerbeek í Stóra Pakkhúsi í Vági. Nógv fólk hevði leitað sær í húsið at hoyra Mathias Lassen greiða frá kanningararbeiðinum. Mathias Lassen [...] Westerbekk fór á land undir Kirvinum sunnanfyri Lopranseiði í Suðuroynni tann 2. september í 1742. Síðani hevur hetta verið eitt av gitnastu skipsbrotum í søgu Føroya, og søgur hava livað á mannamunni. Men nú [...] reglur eftir í spennandi søguni um Westerbeek. Eisini var áhugin eyðsýnt stórur at ogna sær bókina longu á framløgudegnum. Eftirkomarar Nógv hevur verið prátað um, at eftirkomarar eru í Føroyum eftir
Stefan í Skorini Tað er ikki hvønndagskostur á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum í Havn, at tríggjar mammur allar eiga tvíburðar í senn. Í ár varð tó so væl lagt til rættis, at trý pør lógu saman á Fø [...] ofta ganga aftur í ymsum familjum, og tað kann tí ganga í arv, men tað er tó ikki vísindaliga prógvað. Nógv bendir tó á hetta. Tær, sum hesuferð áttu tvíburðar, vóru Frida Mouritsen úr Vági, Marjun Reinert [...] tvíburðun viðvíkur, verður sagt av Føðideildini. Eisini er barnatalið sum heild økt í ár. Tað er tó hent fyrr, at tríggir hava ligið í senn, men tað eru nú nøkur ár síðani. Tað merkisverda tá var, at allar mammurnar
frøin í B36-leguni var stór. - Vit eru í øllum førum væl nøgdir. Vit hava kanska ikki tað liðið, sum spælir mest poleraða fótbóltin í landinum, men vit spæla fyri at vinna. Og tað er væl ein dygd í sjálvum [...] - Hetta er í øllum førum besta úrslitið, sum eg havi verið við til at fáa í Vági. Soleiðis staðfesti B36-miðvallarin, Mikkjal Thomassen, eftir at hann og liðfelagarnir høvdu togað ein 3-0 sigur við sær [...] sjálvum sær í so máta, at vit eru sterkir í verjupartinum. Av seks dystum hava vit fýra ferðir hildið málið reint, og tað gevur eisini nakað av sjálvsálitið, slær Mikkjal fast. Um sjálvan dystin helt Mikkjal
Fyrr í dag tryggjaðu genturnar av Tvøroyri sær FM heitið í barnaróðrinum, og nú hava kvinnurnar á Sølmundi hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum tryggjað sær FM í kappingini millum 6-mannaførini. Starturin [...] Jarnbardur er einasti luttakari í masters kappingini fyri 6-mannafør við kvinnum. Tí fær hesin báturin ikki stig í kappingini fyri 6-mannafør við kvinnum. Úrslitið í dag ber við sær, at nú hava bæði Smyril [...] ferðirnar hevur tað verið kapping um næstfremsta plássið. Páll Fangi úr Klaksvík og Smyril úr Vági hava kappast. Í dag royndist tað ikki væl hjá Páll Fanga, sum so ruddiliga tapti kappingina um næstfremsta
Marknoyri, brustu. Tann fjórða varð funnin tá grivið varð út fyri Eldrasambýlinum í Vági. Bumban varð tá flutt í grótbrotið í Porkeri og sprongd. Myndin er nú løgd út á nýggju heimasíðuni hjá hjá Vágs Sóknar [...] mynd komin undan kavi, sum er tikin hendan dagin í februar í 1942, av júst hesum flogfarinum. Lydia Vestergaard, sum seinni giftist Larsen, var farin út í túnið at taka mynd av børnum frammanfyri húsini [...] til Porkeris og hevur myndin verið hjá teimum í Gjørðum í Porkeri øll hesi árini. Og hagani hevur Vágs Sóknar Bygdasavn nú fingið myndina. Torgir Strøm í Porkeri skannaði myndina inn og Rógvi N. Johansen
Tjaldur byrjaði væl í fyrsta landskappingardystinum í hesum árinum. VB hevur runnið aftaná oddinum seinastu kappingarárini, og við støði í dystinum í vikuskiftinum, so fara vágskvinnur eisini tað [...] 28-21. Gjørdu bart Ikki tí, gestirnir úr Vági stóðu seg væl. Tær hóttu støðugt í fyrra umfarinum, og eftir hvíldina vunnu tær seg stundum framum. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki setti Tjaldur ferðina [...] seg upp millum tey fremstu í føroyskum kvinnuhondbólti eftir fáum árum. Serliga hevur útlendska tilgongdin havt týdning, og tað er líkt til, at støðan verður ikki øðrvísi í hesum kappingarárinum. Cornelia
man leggja “Degi og viku” orð í munnin? Tey tóktust so ovurfegin í síni skeltabroytinganiðurstøðu. (Gott í tykkum, roynið nú og fáið stavsetingina í føroyska tekstinum í rættlag!) Við vónríkari málkvøðu [...] men ein lamba. Ein Lambi er eisini í Mykinesi. (Vit siga ikki i aftast í orðinum, Lambi, sum summi speirekandi taka til!) SAND/-I, DAL/-I, KOLLAFJØRÐ/-FIRÐI, VÁG/-I, BØ/-I!? : Sjálvandi halda vit fast [...] best ber til? Á SKÁLU / í LOMBU!?: Málvinur spurdi meg nú ein dagin, um hasi bæði staðanøvnini nú eru kvennkynsorð. Um so er, helt hann, eiga vit nú at siga “á/av Skálu” og “í/úr Lombu”!? Munnu hasi bæði
fjarritari í Gekka-spælinum í kvøld. Hann var staddur á Hamragarði í Vági, og her var tað Poul Poulsen, sum hevði fingið fulla plátu. Poul valdi at koyra hálvu miljónina, sum var høvuðsvinningurin í kvøld, [...] í bláa leypin. Hetta fekk onkrar hyggjarar at hugsa um, at maðurin helst hevur verið sjómaður á góðum árum. Í fyrsta drátti var um reppið, at hjólið steðgaði beint á bláa leypinum við tí hálvu miljónini [...] Finnsson. Jú, maðurin hevði hug at halda fram. Í aðru royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum er minsti vinningur, tá drigið verður um vinningar í Gekka-spælinum. Enn einaferð spurdi fjarritarin