Stefan í Skorini
Tað er ikki hvønndagskostur á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum í Havn, at tríggjar mammur allar eiga tvíburðar í senn. Í ár varð tó so væl lagt til rættis, at trý pør lógu saman á Føðideildini.
Tað kann vera sera ymiskt frá ári til ár, hvussu stórt talið av tvíburðum er, men hetta árið hevur roynst sera væl, hvat talinum av tvíburðun viðvíkur, verður sagt av Føðideildini. Eisini er barnatalið sum heild økt í ár.
Tað er tó hent fyrr, at tríggir hava ligið í senn, men tað eru nú nøkur ár síðani. Tað merkisverda tá var, at allar mammurnar vóru úr Suðuroynni. Hesuferð er bara tann eina haðani, meðan hinar eru úr høvuðsstaðnum.
Ein av jaðrarmøðrunum á Føðideildini sigur, at tvíburðar ofta ganga aftur í ymsum familjum, og tað kann tí ganga í arv, men tað er tó ikki vísindaliga prógvað. Nógv bendir tó á hetta.
Tær, sum hesuferð áttu tvíburðar, vóru Frida Mouritsen úr Vági, Marjun Reinert Simonsen úr Havn og Rannvá Skála eisini úr Havn.
Myndatekstur: Tríggjar fegnar mammur við sínum tvíburðum í favninum. Frá vinstru er tað Frida Mouritsen við tveimum gentum, Marjun Reinert Simonsen í miðjuni við eini gentu og einum drongi og høgrumegin er tað Rannvá Skála við tveimum dreingjum Mynd: Álvur Haraldsen