Tjaldur byrjaði væl í fyrsta landskappingardystinum í hesum árinum.
VB hevur runnið aftaná oddinum seinastu kappingarárini, og við støði í dystinum í vikuskiftinum, so fara vágskvinnur eisini tað komandi mánaðirnar.
Tjaldur vann uppiborið við sjey málum. Úrslitið var 28-21.
Gjørdu bart
Ikki tí, gestirnir úr Vági stóðu seg væl.
Tær hóttu støðugt í fyrra umfarinum, og eftir hvíldina vunnu tær seg stundum framum.
Men miðskeiðis í seinna hálvleiki setti Tjaldur ferðina upp.
Cornelia Rimbu byrjaði av álvara at gera vart við seg, og hon skeyt fimm av sínum átta málum seinastu 10 minuttirnar.
Tað var høvuðsorsøkin, at munurin varð heili sjey mál tá avtornaði.
Cornelia Rimbu var eisini toppskjútti hjá heimaliðnum.
Útlendska styrkin
Tjaldur hevur vunnið seg upp millum tey fremstu í føroyskum kvinnuhondbólti eftir fáum árum.
Serliga hevur útlendska tilgongdin havt týdning, og tað er líkt til, at støðan verður ikki øðrvísi í hesum kappingarárinum.
Cornelia Rimbu og Adina Petrea stóðu fyri helminginum av málunum hjá heimaliðnum hesaferð.
Tjaldur hevur bara spælt ein landskappingardyst í hesum kappingarárinum, men tað er longu greitt, at tær, saman við Anniku Thomsen, fara at taka høvuðsleiklutirnar á seg.