Fyrr í dag tryggjaðu genturnar av Tvøroyri sær FM heitið í barnaróðrinum, og nú hava kvinnurnar á Sølmundi hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum tryggjað sær FM í kappingini millum 6-mannaførini.
Starturin í dag var ikki so góður, sum hann fleiri ferðir hevur verið. Smyril legði seg framum, men tað var skjótt, at Sølmundur togaði seg framum og so vaks fjarstøðan støðugt. Tá ið Sølmundur fór um málið, vóru tað tvær bátslongdir aftur til Smyril.
Undanfarnu ferðirnar hevur tað verið kapping um næstfremsta plássið. Páll Fangi úr Klaksvík og Smyril úr Vági hava kappast. Í dag royndist tað ikki væl hjá Páll Fanga, sum so ruddiliga tapti kappingina um næstfremsta plássið og eisini var aftanfyri Jarnbard hjá Róðrarfelagnum Knørrur.
Jarnbardur er einasti luttakari í masters kappingini fyri 6-mannafør við kvinnum. Tí fær hesin báturin ikki stig í kappingini fyri 6-mannafør við kvinnum.
Úrslitið í dag ber við sær, at nú hava bæði Smyril og Páll Fangi 33 stig í samantaldu støðuni.
1 Sølmundur 05.19.20
2 Smyril 05.25.20
4 Páll Fangi 05.34.01
5 Skúgvur 05.40.44
6 Gongurólvur 05.51.23
6-mannafør kvinnur - masters
1 Jarnbardur 05.32.23
FM støðan
1 Sølmundur 42
2 Smyril 32
3 Páll Fangi 31










