Fantastiskt úrslit

- Hetta er í øllum førum besta úrslitið, sum eg havi verið við til at fáa í Vági.
Soleiðis staðfesti B36-miðvallarin, Mikkjal Thomassen, eftir at hann og liðfelagarnir høvdu togað ein 3-0 sigur við sær heim, og so er einki at siga til, at frøin í B36-leguni var stór.
- Vit eru í øllum førum væl nøgdir. Vit hava kanska ikki tað liðið, sum spælir mest poleraða fótbóltin í landinum, men vit spæla fyri at vinna. Og tað er væl ein dygd í sjálvum sær í so máta, at vit eru sterkir í verjupartinum. Av seks dystum hava vit fýra ferðir hildið málið reint, og tað gevur eisini nakað av sjálvsálitið, slær Mikkjal fast.
Um sjálvan dystin helt Mikkjal, at hann var bilsin um, hvussu gott pláss teir í B36 fingu í fyrra hálvleiki.
- Vit fingu loyvi til at hava bóltin øgiliga nógv, og sjálvt um vit ikki skaptu teir nógvu møguleikarnar, so gav hetta okkum frið at spæla. Seinni fella vit nakað aftur á vøllin, men tað er sjáldan, at teir gerast heilt vandamiklir. Spurningurin er so, hvørt hatta málið hjá teimum var off-side ella ikki, men Alex avgerð so alt við einum fantastiska flottum máli, staðfestir Mikkjal at enda.