gera eitt hattrick á Oyggjaleikunum hesaferð. Tær hava vunnið Oyggjaleikirnar tvær ferðir á rað, og nú stíla tær eftir triðja gullinum. Kvinnurnar í flogbólti hava góð úrslit at vísa á, og tær syrgdu eisini [...] annað verið á venjingarlegu uttanlands. Har fingu vit góð úrslit ímóti donskum liðum. Liðið er fyri tað mesta manna við heimligum spælarum, men tríggjar av kvinnunum spæla í Danmark. Tað eru Helen á Lakjuni [...] eisini fyri fyrsta gullinum hjá føroyingum á Oyggjaleikum. Tað var á Guernsey í 1987. ? Tað er trupult at meta um, hvussu sterkt okkara lið er hesaferð, tí vit vita ikki, hvussu nógv hinar oyggjarnar hava
stoltleikin forðar eisini fyri tí. Og nú skulu vit hava fólkaatkvøðu um trúnarvingalógina. Hví sigur Javnstøðunevndin einki? Er tað líkamikið fyri hana, um javnstøða er á tí økinum ella ikki? Ella er hetta [...] blokkin, men føroyskir loysingarmenn siga nei. Samtíðis rópa øll eftir meira pengum, men har eru eingir pengar. Og nú skal uppaftur meira sparast, tí undirskotið nærkast milliardini. Hjálpin til gomul, sjúk [...] skal vera sum hon er nú. Men tað vilja tey ikki. Tey vilja hava onnur at gjalda við eini verri tænastu. Tað nyttar ikki at biðja Rósu Samuelsen koma við fleiri pengum, tí har eru eingir pengar. Farast
at sigla á aðrar havnir í Føroyum enn á Havnina. Annars vísir hann á, at tær ymsu havnirnar hava rættiliga stóra inntøku av útlendsku ferðamannaskipunum og tískil mugu vit ansa eftir, at vit ikki styggja [...] part í hondunum á landssýrismanninum. Mugu ikki styggja skipini burtur - Vit hava onki ímóti, at avgjald verður lagt á útlendsk ferðafólk, sum koma higar við ferðamannaskipum. - Men vit mugu ansa sera væl [...] afturfyri kunnu skipini sigla á so nógvar havnir, tey vilja. - Tað eggjar ferðamannaskipini til at sigla á fleiri havnir. Hetta kundi verið ein máti, tí í Føroyum eru útlendsku ferðamannaskipini eisini so
hevði verið so sannførandi. - Vit fingu ikki góðan start. Men vit duttu ongantíð afturav. Eg sá fram á Lóm og Páll Fanga, sum vóru kanska eina bátslongd frammanfyri okkum. Vit kappaðust eina løtu við Gongurólv [...] fingu betri og betri tak á honum, og tá ið tað restaðu einir 300 metrar, fóru vit fyrstu ferð framum og løgdu okkum á fremsta plássið, sum vit tíbetur megnaðu at varðveita. Men tær góvu ikki bara skarvin yvir [...] fatur á Páll Fanga og Lómi. Lómur megnaði ikki at halda Páll Fanga. Eg helt meg síggja, at hóast vit vóru eitt sindur aftanfyri Páll Fanga, so gekk tað støðugt um enn spakuliga tann vegin, at vit fingu
myndin Um vit – í fluttari merking – seta okkum í tyrluna, flúgva og hyggja oman yvir alt hetta málið, so síggja vit stóru myndina og tað, sum hevur veruligan týdning. Tað er eitt nú, at Føroyar eru partur [...] arbeiða í Europeiska Samveldinum. Hetta hava vit rætt til í dag, tí vit eru ríkisborgarar við reyðum passi, men við sonevndu ”stjórnarskipanini” verða vit skjótt triðjalandsborgarar. Eitt annað, sum kann [...] Í Europa í dag síggja vit tendensin, sum nevnist regionalisering. Eitt er, at nationalistar í Catalonia og Baskaralandinum vilja burtur úr Spania. Men vit síggja eisini eina gongd í Norðuritalia, Belgia
ingini, og í ár hava vit verið betri fyri við ungdómsvenjarum, enn vit kanska nakrantíð hava verið áður. Vit vilja fegin styrkja uppaftur meiri um ungdómsarbeiðið, og tí hava vit gjørt sáttmála við ein [...] við hinar venjararnar, sum skulu venja í samráð við nýggja venjaran. Vit eru spentir upp á hetta samstarvið, og kanningarnar, sum vit hava gjørt, siga okkum, at talan er um ein góðan og nógv avhildnan venjara [...] Jakobsen hevur gjørt? ? Vit hava samstarvað við Jóannes í tvey ár. Úrslitini í bestu deildini hava verið góð, og vit hava verið væl nøgdir við arbeiðið hjá venjaranum. Men nú vildu vit hava ein nýggjan venjara
ta viðgerð tørvur er á, eru stórar og álvarsligar og kunnu fáa lívlangar fylgjur fyri børnini. Børnini fáa ikki vart seg og familjur teirra hava stríðst nóg leingi. Nú má røkkast á mál og tað er púra greitt [...] isk viðgerð er, tað kenna vit væl frá námsfrøðiliga starvsøkinum. Tí er orðsøkin til at lurta eftir fakfólkunum neyðug. Tí er mín vón, at ein loysn verður funnin á málinum nú og at álit verður víst fakliga [...] Nú blandar Pedagogfelagið seg eisini í kjakið um ergoterapeutarnar og Aksel V. Johannesen og heitir á partarnar um at finna eina loysn, so børnini ikki verða tapararnir. Maud Wang Hansen skrivar: » Sum
áhuga fyri fiskivinnuni eru vælkomin á ráðstevnuna, men neyðugt er at boða frá luttøku, helst í seinasta lagi hóskvøldið, 16. august. - Vit vóna, at fólk, sum fáast við fiskivinnu – á sjógvi og landi, fara [...] ráðstevnuna eru Óli M. Lassen, Jákup Sólstein og Auðunn Konráðsson. Teir hava allir tríggir tilknýti til fiskivinnuna og kunnu sigast at umboða flestu tættir í vinnuni á sjónum. Tungvektarar Hetta eru aðru ferð [...] í Klaksvík. Á ráðstevnuni í Skálanum verða fleiri kend nøvn innan føroysku fiskivinnuna. Vit kunnu siga, at her verða fleiri ”tungvektarar”, sum gjøgnum árini hava sett síni fingramerki á føroyska fiskivinnu
eftir sjúkum nýføðingum. ? Og á Landssjúkrahúsinum hava vit ikki onnur roynd starvsfólk enn tey á A2, og tí eigur hendan uppgávan sjálvsagt at verða verandi hjá teimum. Vit meina ikki, at ein frá neona [...] enn tveir sjúkrarøktarfrøðingar á vakt um eitt barn fær tørv á eitt nú nasal CPAP viðgerð, sum er ein intensiv røktaruppgáva. Teir báðir meta, at hóast tað er plásstrot á A2, so er núverandi skipan nøktandi [...] Sosialurin hevur fingið innlit í, siga yvirlæknarnir á barnadeildini, Odmar Færø og Fróði Joensen, teirra meining um umleggingarnar á føðideildini. Teir eru samdir við sjúkrarøktarfrøðingunum í, at slíkar
settur á í hesum árinum, sigur Marjun Smith. Myndatekstur: Bíðilistin við eldri fólki, ið vilja inn á Lágargarð, veksur fyri hvørt ár, ið fer. Árið eftir, at heimið varð sett á stovn, stóðu 58 fólk á bíðilista [...] árini hevur verið, at um 20 fólk ella fleiri, standa á akutta bíðilistanum. Akutt merkir jú, at teimum tørvar pláss her og nú, men mínar royndir eru, at tey mugu bíða leingi, áðrenn tey sleppa framat. Við [...] Leiðarin á Lágargarði merkir hvønn dag, hvussu ring støðan. Hvønn dag hevur hon avvarðandi í telefonini, ið ikki vita síni livandi ráð. - Tey avvarðandi eru veruliga í eini trongstøðu. Vit merkja týðiliga