Nú blandar Pedagogfelagið seg eisini í kjakið um ergoterapeutarnar og Aksel V. Johannesen og heitir á partarnar um at finna eina loysn, so børnini ikki verða tapararnir. Maud Wang Hansen skrivar:
» Sum forkvinna í Føroya Pedagogfelag harmist eg almikið um, at børn við serligum tørvi eru blivin fangaði í einum stríði um sáttmála millum Heilsumálaráðið/Heilsutrygd og Ergoterapeutfelagið. Børn við breki, sum hava tørv á ergoterapi, kunnu ikki bíða við at fáa hesa hjálp og tey hava longu bíðja alt ov leingi.
Avleiðingarnar av ikki at fá ta viðgerð tørvur er á, eru stórar og álvarsligar og kunnu fáa lívlangar fylgjur fyri børnini. Børnini fáa ikki vart seg og familjur teirra hava stríðst nóg leingi. Nú má røkkast á mál og tað er púra greitt í mínum høvdi, at fakkunnleikin eigur at verða hoyrdur ? tey eru serfrøðingarnir á hesum øki.
Tað er harmiligt um politiski mynduleikin ikki sær álvaran í at fáa hetta mál avgreitt beinanveg.
Kostnaðarspurningurin kann í summum førum beinleiðis føra við sær, at børn ikki fáa ta hjálp teimum tørva og trætur annars millum fakfelag og politisku skipanina kunnu darva viðgerðini soleiðis, at børnini fáa mein av hesum.
Skjótur og rættur innsatsur er hornasteinurin í námsfrøðiligum arbeiði ? júst tað sama er galdandi innan ergoterapeutiska økið. Tað kann veða torført hjá uttanfyristandandi at skilja júst hvat ergoterapeutisk viðgerð er, tað kenna vit væl frá námsfrøðiliga starvsøkinum. Tí er orðsøkin til at lurta eftir fakfólkunum neyðug.
Tí er mín vón, at ein loysn verður funnin á málinum nú og at álit verður víst fakliga serkunnleikanum ? hetta fyri at verja barnsins rættindi«.










