Í einum skrivi, Sosialurin hevur fingið innlit í, siga yvirlæknarnir á barnadeildini, Odmar Færø og Fróði Joensen, teirra meining um umleggingarnar á føðideildini. Teir eru samdir við sjúkrarøktarfrøðingunum í, at slíkar umleggingar áttu ikki at verið gjørdar.
? Uppskotið útholar neonatologisku funktiónina á Landssjúkrahúsinum, siga teir báðir. Teir vísa á, at í Danmark manna ljósmøður ikki neonataldeildir nakrastaðni, teimum vitandi, og tað er neyvan fakliga ella fakpolitiskt haldbart at innføra hesa skipanina í Føroyum.
Lívshóttandi
Barnalæknarnir vísa somuleiðis á, at skipanin, sum hon er í dag, hevur nakrar heilt greiðar fyrimunir.
? V it halda, sum áður, at tað eru nógvir fyrimunir við tilboðnum hjá barnakonum at verða fimm dagar á barsilsgongini. Tær fáa meira stuðul til bróstageving, trygging av, at barnið fær nóg mikið og trívist, tá tað fer heim, uppfangan og tíðliga viðgerð av sera álvarsomum sjúkum, sum eitt nú gulsótt og viðføddar hjartasjúkur, sum vanliga ikki vísa seg fyrr enn barnið er nakrar dagar gamalt, siga barnalæknarnir.
Harafturat liggja sjúku pinkubørnini burturfrá øðrum smittandi sjúklingum,, og mammurnar eru longu nær sjúku børnunum og skulu sostatt ikki flytast.
Neonatalstovan er sera lítil, og rúmar ikki nógvum fólkum, og tískil kann viðgerðin í nógvum førum gevast inni á vanligu barsilsstovuni hjá mammuni.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið taka sær av teimum sjúkastu børnunum, gerast eisini royndar í at kenna aftur og reagera upp á diskret tekin til byrjandi sjúku hjá nýføøðingum. Soleiðis kann byrjandi sjúka ofta staðfestast tíðliga, og viðgerðin setast í verk áðrenn sjúkran er vorðin ov hættislig.
? Við umleggingunum missir føðideildin serkunnleika í eygleiðing av diskretum sjúkuteknum hjá nýføðingum, so fleiri børn væntandi koma seint í viðgerð við vanda fyri lív og heilsu, siga Odmar Færø og Fróði Joensen í skrivinum.
Roynd starvsfólk
Odmar Færø og Fróði Joensen undirstrika, at tað er altumráðandi at hava so roynd starvsfólk sum gjørligt at ansa eftir sjúkum nýføðingum.
? Og á Landssjúkrahúsinum hava vit ikki onnur roynd starvsfólk enn tey á A2, og tí eigur hendan uppgávan sjálvsagt at verða verandi hjá teimum. Vit meina ikki, at ein frá neonatologiskum sjónarmiðum kann verja at hava minni enn tveir sjúkrarøktarfrøðingar á vakt um eitt barn fær tørv á eitt nú nasal CPAP viðgerð, sum er ein intensiv røktaruppgáva.
Teir báðir meta, at hóast tað er plásstrot á A2, so er núverandi skipan nøktandi og úrslitini av neonatalu viðgerðini eru góð, og foreldur eru sum heild væl nøgd við tilboðið. Innanfyri verðandi karmar duga teir ikki at síggja, hvussu neonatalfunktiónin kann leggjast betri.