Statsministarin sigur seg vera sinnaðan at tosa um blokkin, men føroyskir loysingarmenn siga nei. Samtíðis rópa øll eftir meira pengum, men har eru eingir pengar. Og nú skal uppaftur meira sparast, tí undirskotið nærkast milliardini.
Hjálpin til gomul, sjúk og veik verður spard burtur orsaka av nationalum stoltleika.
Um tey loysingarsinnaðu meintu nakað sum helst við loysingina, so lótu tey nøkur og tjúgu prosent av lønini til landskassan (afturat vanliga skattinum). Tað er tað sum loysingin í minsta lagið kostar, um vælferðin skal vera sum hon er nú. Men tað vilja tey ikki. Tey vilja hava onnur at gjalda við eini verri tænastu.
Tað nyttar ikki at biðja Rósu Samuelsen koma við fleiri pengum, tí har eru eingir pengar. Farast má til sjálva rótina í málinum, og hon er, at somu politikararnir, sum ikki eiga pengar at játta, siga nei til at fáa pengar aðrastaðni frá.
At tosa um ein undirsjóvartunnil til Sandoynna, og um loysing, er sum at blása við mjøli í munninum, tí verður eingin blokkstuðul, so verður heldur eingin tunnil, tí pengar mangla allastaðni. Nationali stoltleikin forðar eisini fyri tí.
Og nú skulu vit hava fólkaatkvøðu um trúnarvingalógina. Hví sigur Javnstøðunevndin einki? Er tað líkamikið fyri hana, um javnstøða er á tí økinum ella ikki? Ella er hetta aftur tann nationali stoltleikin, sum ger at tey ikki tora at siga nakað?
Eru føroyingar ov stoltir at hjálpa teimum, sum treingja til hjálp og eisini ov stoltir til at hava eina meining um trúnarvingalógina?










