arbeiðsmarknaðinum. Tað, sum fær ein lim í stýrinum fyri ALS at taka so drastiskt til orðanna ímóti sínum egna stovni, er, at ALS tulkar ikki lógina, soleiðis sum Ingeborg Vinther heldur, at lógin skal tulkast [...] útgjaldið í fleiri førum. Tað hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvussu nógvar løntakarar hetta rakar, men onkur hevur nevnt at talan er um einar 400-500, sum sostatt fáa ov lítið útgoldið, sambært Ingeborg [...] stýrið at viðgera spurningin og hann metir, at tað verður í allarnæstu framtíð, at komið verður til eina niðurstøðu. IngeborgVinther staðfestir, at verður mannagongdin ikki broytt, fara tey at leggja málið
bæði londini. Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur [...] tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveldistilgongd. Tað eg her royni at siga er, at eg hóast ikki samdur um fullveldið [...] sáttmálar við onnur lond enn tær núverandi. Men tað, sum eg samstundis royni at siga er, at ikki er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Vit kunnu fremja áðurnevndu grundleggjandi broytingar í einari nýggjari
suðuroyingar eitt sjáldsamt høvi at at hoyra konsert í kirkjuni í Hvalba. Tað er gentukórið í Fredens Kirke í Herning í Danmark, sum er komið á konsertferð í Føroyum og sum fer at halda konsert í Hvalbiar Kirkju [...] tey at syngja ?Harra Gud títt dýra navn og æra? á donskum, men við tí føroyska lagnum, sum er ókent í Danmark, men sum Jens Mortan Mortensen hevur lagt til rættis fyri kórið. Tey syngja eisini onkur klassisk [...] eftir Bach og ?Panis Angelikus? sum er eitt kent lag hjá Cesar Franck. Harumframt fara tey eisini at syngja brot úr einum sangleiki, sum Hans Holm hevur skrivað um Jónas, sum endaði í bukinum á hvalinum
teldur, uttan at tað ber til at siga, at nakar hevur brotið inn eftir teimum. Gigasoft metir, at hetta slagið av stuldri svarar til einar 180 milliónir um árið. Loksins eru tað teldurnar, sum innbrotstjóvar [...] Dine Penger heldur, at arbeiðstakarar, sum nærkast pensjónsaldrinum, eiga at fara niður í løn. Christian Vennerød sigur, at eitt tílíkt stig hevði gjørt tað hugaligari hjá fyritøkunum at hildið teimum eldru [...] og tað hevði samstundis gjørt, at arbeiðsgevarar ikki longur høvdu kunnað kært seg um, at tey eldru kosta ov nógv. Christian Vennerød heldur, at tað er ikki órímiligt at skerja lønina hjá teimum eldru
tóktist eisini at vera niðurlagið á landsfundi Fólkafloksins, sum jú varð hildin í Klaksvík leygardagin. Fólkafloksfólk vóru so at siga á einum máli um, at samstarvið við Tjóðveldisflokkin eigur at halda fram [...] Fólkaflokkin, so skal tað eisini við, at fólkafloksmenn og kvinnur sera fegin vilja vera verandi úti í Tinganesi saman við Tjóðveldisflokkinum. Onkur fór so langt sum at siga, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin [...] Fólkafloksins leygardagin. Eitt er tað, at val er í hondum, og løgmaður, sum leiðarin fyri sín flokk, vil eggja limunum at byrja valstríðið. Eitt annað er, at tað eru fýra ár afturat við somu samgongu
havi fingið mær sum motto, at eingin skal kunna koma og siga við meg “hvat var tað, tú segði um meg?”, uttan at eg kann siga, at ja, eg segði tað, og tað var tí og tí. Er tað okkurt, sum fólk ikki skulu [...] Hvat ger teg illa? Fólk, sum ikki eru at líta á. Tað er blivið eitt sindur ov vanligt, at fólk siga eitt, men gera nakað annað. Fólk kunnu siga eina rúgvu, men klára ikki at liva upp til tað. Og eg haldi [...] haldi, at tað er vigtigt at kunna líta á tey fólk, sum eg samstarvi við, og tað kann eg. Hvat hevur verið títt størsta avrik higartil? Sjálvt um at tað var nakað av rumbli, so megnaðu vit í apríl at endurskoða
Skálafjørðinum er onkur, sum ynskir, at eg ikki skuldi á listan. Tað var ósakligt, at summi høvdu rikið fólk á fund, heldur Signar á Brúnni. ? Hevði eg grunað hatta, so kundi eg uttan at blunka fingið 10 [...] ikki væntað hatta. Eg stóð púra býttur. Eg dugdi als ikki at síggja, at hatta kundi henda. Eg væntaði, at tað var ein avgreiðsluspurningur at koma á listan, sigur Signar á Brúnni. Kanska var tað eisini [...] Tórbjørn Jacobsen hildið uppá, at hann ikki fór at vera á listanum, um Hans Tausen Olsen eisini fór at stilla upp í Eysturoynni. Tórbjørn Jacobsen sipaði til siðvenju um ikki at hava tvey uppstillaði úr somu
førleikin at lesa og skriva ? at hava alt størri týdning í framtíðini. Kunningartøknin er eitt øki, sum hvør einstakur hevur ella fer at hava samband við, og tí ræður um, at vit lofta so nógvum orðum sum gjørligt [...] orð frammanundan, er eingin orsøk at nýta enska sniðið: prenta (print) prentari (printer) net (web) Viðm.: Hildið verður, at net hóskar betur enn nót, sum onkur er farin at nýta. Net hevur merkingina: kervi [...] viðvíkjandi framburði og bending: sum dømi kunnu orðini skeilett og leytari nevnast. Nú á døgum er slík orðainnrás eitt nú við kunningartøknini. Tað er eitt øki, sum fer at hava sera stórt árin á málið í
kollektivt avrik. Um tað var eg ella onkur annar, sum skoraði málini, hevur ikki so nógv at siga. Í fyrra førinum var talan um geniala fríspæling frá Andrew av Fløtum, sum eg fekk uttaru síðu á fótinum undir [...] ? HB hevur gott fólk, og tað var týdningarmikið, at HB aftur megnaði at vinna lykladyst. Vit ætla at vinna hvørja ferð, og um tað eydnast, so fer at síggja ljóst út. Hetta var forloysingin, segði væl [...] sparkaði hann HB nærri FM heitinum og milliónini, sum teir síðani 1998 hava longst eftir at endurvinna. Fremmandi álopsmaðurin fekk ikki so nógvan stuðul, sum HB liðið vanliga veitir fremstu monnunum. Men
000 krónur. - Útrokningar siga nevniliga, at hvør lærlingur verður 50.000 krónur dýrari við hesum báðum skerjungunum. Frithleif vísir á, at tað eru mong virki, sum aftra seg við at taka fleiri lærlingar, [...] verður sagt, at landsstýrið fer at leggja uppskot fyri tingið í heyst um at skerja endurgjaldið til lærupláss, meðan lærlingur er í skúla, úr 75% niður í 50%. Hetta er sostatt aðru ferð í eitt ár, at endurgjaldið [...] og hann væntar, at virkini fara at aftra seg uppaftur meira, nú lærlingaendurgjaldið enn einaferð verður skert. - Tað eru tey, sum halda, at virkini tjena nógv uppá lærlingarnar, tí hesir ikki fáa ta