Hans Silvan Johannesen bjóðar seg fram sum valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn. Dagliga starvast Hans Silvan sum arbeiðsformaður fyri miðøkið hjá Landsverk. Eisini hevur hann egna fyritøku [...] fyritøku Fa. Silvan, ið ger alt fyrifallandi arbeiðið. Hjartamálið hjá Hans Silvan er m.a. at vinnulívið í útjaðaranum av kommununi skal fáa betri kor. Eisini ynskir hann at virka fyri at betra umstøðurnar á
Fyri løtu síðani vóru fleiri skot at hoyra í miðbýnum í Havn. Men tað var ongin grund at stúra, tí hetta var við eitt gleðiligt høvi, at skotini dundu. Skotið varð nevniliga fyri einum brúðarpari, sum [...] ið upp á gamlan máta við at skotið varð fyri brúðarparinum. Brúðarparið var Ernst Jacobsen, stjóri í Als, og Elsa Maria Christiansen
Nógv børn og vaksin høvdu spákað sær ein túr oman í Viðarlundina í Havn í dag. Lions Club Tórshavn skipaði fyri sínum árliga jólahugna. Ljósini bleiktraðu í vakra vetrarveðrinum. Bál brunnu á fleiri støðum
Magnus D. Madsen úr Havn, sum í summar fer at rógva við Hoyvíkingi, vann leygardagin silvur í kappingini um danska meistaraheitið í inniróðri, tá hann róði 2.000 metra teinin við tíðini seks minuttir og
Nevndin í Havnar Framburðsfelag hevur havt fund við býráðslimirnar hjá Fólkaflokkinum og biðið um at fáa kommunuskattin í Havn lækkaðan. - Ein vanlig familja í Tórshavn rindar í dag nógv meir í kommunuskatti [...] kommunuskatti enn í landsskatti. Kommunan skattar nú 25.000 í mánaðarløn 20 prosent harðari enn landið, sigur felagið, sum hevur Jógvan Poulsen sum formann. Kommunuskatturin má lækkast við minst einum prosenti
Politiið hevur í dag leitað í Norðoyatunlinum eftir Pidda Hansen, sum seinast varð sæddur 5. november. Skálafjarðar sløkkilið lutttekur ikki í leitingini, og tí veit Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari [...] i ikki, hví leitað verður júst har. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur seg ikki vita um nakra leiting. Hann vísir bara til Bergleif Brimvík, leiðara á Kriminaldeildini, men honum hevur tað ikki eydnast
Siður er, at skipað verður fyri nýggjársbáli á Glaðsheyggi í Havn. Tað bálið plagar at vera so stórt, at tað sæst um allan býin. Ein í grannalagnum, sum skipar fyri er sjálvur borgarstjórin Heðin Mortensen
steypakappingin í amboðsfimleiki verður leygardagin. Tað er fimleikafelagið Støkk, ið skipar fyri kappingini, men verður hon hildin í Havn. Kappingin verður í fimleikarhøllini hjá Fimi í Gundadali. Amboðini [...] Amboðini, ið kappast verður í, eru gólv og forskotin barr á kvinnusíðuni og lop, ringar og rekk á mannfólkasíðuni. Kappingin fyri gentur og smádreingir byrjar kl.10, meðan kappingin hjá kvinnuunglingum, kvinnum
kvinnunum mikukvøldið er tað besta nakrantíð. Í skjalagoymsluni fann Annsy fram til, at besta kvinnuliðið hjá Kyndil vann 33-3 á GÍ í Havn tann 29. oktober í 1983. Kyndil vann 37-13 móti StÍF mikukvøldið
Í dag hevur Amnesty International móttøku í sambandi við, at felagsskapurin flytir í nýggj høli í Stephansonshúsi á Kongabrúnni í Havn. Móttøkan er frá klokkan 16, har Magnus Tausen verður gestarøðari