Árligi jólahugnin í Viðarlundini verður komandi sunnudag, 1. sunnudag í atvent.
Tiltakið byrjar kl. 14 og heldur á til kl. 16.
Her verður møguligt at keypa dekoratiónir. Heldur tú tað vera stuttligari at gera dekoratiónirnar sjálvur, so kanst tú keypa tilfar at taka heim við tær.
Kakao og okkurt afturvið fæst til keyps.
Jólamenninir vitja og hava okkurt í posanum at geva børnunum.
Havnar Hornorkestur tekur eisini lut við jóla-tónleiki. Teir byrja at spæla kl. 14.15.
Ágóðin av tiltakinum fer til góðgerandi endamál.