Størsti kvinnusigurin í 27 ár

Kyndil.fo skrivar, at heimasíðan bað Annsy Høghamar, sum hevur alt taltilfarið hjá felagnum um hendi, kanna, um úrslitið hjá kvinnunum mikukvøldið er tað besta nakrantíð. Í skjalagoymsluni fann Annsy fram til, at besta kvinnuliðið hjá Kyndil vann 33-3 á GÍ í Havn tann 29. oktober í 1983.

 

Kyndil vann 37-13 móti StÍF mikukvøldið. Tað er næststørsti sigurin hjá grøna høvuðsstaðarfelagnum nakrantíð.