DM-silvur í inniróðri

Magnus D. Madsen úr Havn, sum í summar fer at rógva við Hoyvíkingi, vann leygardagin silvur í kappingini um danska meistaraheitið í inniróðri, tá hann róði 2.000 metra teinin við tíðini seks minuttir og 3,2 sekund. Hetta var fýra sekund frá vinnaratíðini, men Magnus fekk – eftir ein framúrskarandi endaspurt – somu tíð sum ein annar, so latin vórðu tvey silvurmerki og einki bronsumerki.