við hús uppi á Reyni, at »nú kemur kongaskipið«, fór pápi at skelva. – Tað er ikki fjáltur komin á tygum, pápi? spurdi eg. – Tú ert so vanur við at halda røðu... – Tað er ikki so at halda røðu fyri kongi [...] vóru farin til Havnar fyri at síggja alla stákanina. Pápi, sum var ein kongstrúgvur maður, var ógvuliga hugtikin at vitjanini, sum stóð fyri framman. Tað var tikið sum sjálvsagt, at pápi, sum lærarin í Havn [...] á hann, og tá Finsen amtmaður at enda heitti á hann um at halda røðuna, so mátti hann geva seg. Umsíðir upprann 25. juli. Havnin hevði gjørt alt sum gerast kundi fyri at kongsmóttøkan kundi gerast so
eisini hovbingur, at koma við teimum, tí Karl var skiparalærdur. Karl var eitt sindur trekur. Hann var beint komin heim av Njarðlingi og ætlaði sær at vera heima. Men hann vildi eisini vera til hjálpar og [...] av Glyvrum, var tá deyður av skotum hann hevði fingið. Hann var so meint raktur, at hann kendi á sær, at hann fór at doyggja. Hann bað til Harran fyri konu og børnum og gav seg í Harrans hendur, áðrenn [...] var vanligt at merkja tonsatalið í lægra lagi fyri at sleppa lagaligari við krøvum frá Skipasýninum. Snurriváð var um hesa tíðina ein vanligur fiskiháttur hjá føroyingum. Tey munnu vera fá sum kenna
royking, at taka sól og annað. Tað er eisini hjartaleyst at brandskatta hartarbeiðandi familjur, sum hava tungt við at vinna nóg mikið til dagin og vegin, Og tað er eisini hjartaleyst at yppa øksl at arbe [...] stillur eina løtu. Hann hugsar ikki. Stilli. Hann hevur ilt við at trúgva tí. Veljarakanningarnar hava spátt, at Jenis av Rana fór aftur at vera einsamallur tingmaður. Hetta kemur óvart á. Nú er talt upp í [...] politisk mál. Har meti eg, at eingin tinglimur er eins, og tí eru royndirnar, sum hvør einstakur ger sær, ikki møguligar at geva víðari til onnur. Tað er sum at hoyra eitt lag ella at eta eina máltíð. Upplivingin
umfari bera við sær, at EB/Streymur hevur styrkt um sína støðu sum topplið, og at KÍ nú hevur lagt seg fremst í kappingini millum avbjóðararnar hjá toppliðnum! At tað eydnaðist B68 at vinna lyklauppgerðina [...] ngd og tap oman á tap og harvið hóttan av niðurflyting eydnaðist tað at vinna 2-0 ímóti grannunum í NSÍ. B68 var meiri ágangandi og nærlagt, og tí kom tað ikki óvart á, at tað eydnaðist at vinna, hóast [...] sum júst var innskiftur, var fyrstur á, eftir at Teitur Gestsson í HB málinum hevði hálvbjargað! Báðir partar spæla fyri at vinna, og hvørjin tykist vera nøgdur við eitt stig! MÁL 60 min 1-2: Andrew av
við Sædis, men tað, sum eg skuldi siga, var, at brúðarblómutyssið, ið Alexandra skuldi hava, fekk Elisabeth, og hon fekk hennara. Her skuldi berast skjótt at at fáa hetta umbýtið í lag. Verfaðir og faðir [...] reist á fløttinum oman fyri Bókasavnið. Nú er hetta ein mentanarligur dýrgripur at síggja hesi elligomlu hús, sum smæðin og góðskufull standa mitt í bygdini. Tey hava eina góða søgu at siga, sum ættarliðini [...] Anna 13. Vit báðir Ditlev eru dupultir fermenningar. Nú telist hetta kanska ikki so nógv longur at vera fermenningur, men tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn, og ikki kunnu vit renna undan
skiftingarrúminum. Vit eru ovurfegnir um, at tað eyndaðist at vinna okkum víðari. Hitin er nógvur, men spælararnir eiga stórt rós fyri avrikið og ikki minst, at teir vóru so púra kaldir í brotssparkskappingini [...] avloysir Kaimar Saag. 61) 0-1 So var tætt við, at heimaliðið javnaði, men Rói Mørk Hentze bjargaði. 60) 0-1 B36 er ein hálvan tíma frá at kvalifisera seg at halda fram í kappingini. 56) 0-1 GULT KORT. B36 [...] eftir at triðja horna varð lagt innfyri, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Lukasz Cieslewicz umsetti til mál, og í løtuni hevur B36 kós í annað innleiðandi umfarið. 14) 0-0 B36 er tætt við at leggja
lendisdeildina hjá kommununi. – Vit royna at læra tey góðan arbeiðsmoral og virðið í pengum. At mann má arbeiða fyri at fáa løn, og at tað ikki nýtist at vera keðiligt at arbeiða, sigur Jógvan, sum sjálvur [...] nógv tol at vera til arbeiðis í 8 tímar, sigur 14 ára gamla Íðunn Mortensen. Hon upplivir at tað er strævið at arbeiða. Og at hon hevur størri tørv á hvíld, tá ið dagurin er av. Og so heldur hon, at hon skilir [...] leingi tað tekur at gera eina gøtu. Meiningin var at vit skuldu gera tríggjar gøtur, men tað tók longri tíð enn væntað. Tað er hart at arbeiða so leingi. Eg visti ikki, at tað var so strævið at arbeiða, og
- eis-i-ni tað at ganga í kirkju, at syngja, at dansa og kvøða, at siga frá søgum - og hjá børnunum at spæla. Heimbygd og barnaminni Tað er um eitt av bygd-a-sam-fe-løgunum í Føroyum, at Petur Jacob Sigvardsen [...] viðgangast, at tað er eitt sindur snópið hjá ein-um, sum gevur seg til at ummæla eina bók, einki hev-ur at finnast at. Tað kann tykjast eitt sindur karak-te-r-leyst. Men tað er bara at viðganga, at einki hevur [...] vón er um, at vit fáa eitt triðja. Tað sigur seg sjálvt, at tíð og rúmd er ikki fyri at við-gera eitt verk sum hetta kap-ittul fyri kapittul og evni fyri evni. Henda umrøða skal tí heldur vera sam-an-fat-andi
skeið, sum snúði seg um at læra at arbeiða við trupulleikum, og at duga at bera seg undan. Kommunulæknin heldur, at teir virka ikki so væl í sosiala lívinum. Læknin er móður av at tosa við fólk allan dagin [...] Veruleikin er, at vit hava alt ov nógv at gera, og at vit eru niðurundirkomnir og klára ikki hetta arbeiðstrýstið meir, sigur Kaj Kallsberg og vísir á, at myndugleikarnir mugu skilja, at málið er álvarsligt [...] neyvan ov nógv sagt, at ein hálvur arbeiðsdagur skal avsetast at halda vakt við telefonin, um tað skuldi eydnast at sleppa ígjøgnum, og fáa avgreitt eina resept, ella biða um tíð at fáa viðtal við læknan
tí endamáli at geva Turing uppreisn. Hildið verður, at hetta eigur heilt ítøkiliga at verða gjørt við at seta hansara mynd á ein komandi 10 punds peningaseðil. Colin er ein av teimum ítastu at stuðla hesum [...] nýtt til at vinda pumpuna. Dánjal mátti enn einaferð gera fast á flogfarið. Hjá einum kavara er umráðandi ikki at koma ov skjótt upp í sjógvin fyri at sleppa undan kavarasjúku, sum kann vera deyðilig [...] Forfylgdur í Bretlandi eftir at hava bjargað túsundum Tað kundi tykjast løgið, at bretarnir gjørdu so nógv burtur úr at bjarga hesum flogfarinum. Vit skulu heilt fram til 1974 fyri at fáa orsøkina. Bretarnir