Tað man vera sjáldan, at ein herseting í krígstíð hevur skapað so nógvan vinskap millum lond, sum bretska hersetingin av Føroyum krígsárini 1940-45. Eitt er, at samband er millum tær ættir, har ein føroysk genta giftist við bretskum hermanni, ella har børn við bretskum fedrum hava funnið teirra uppruna.
Men fyrst í juli vóru ein mamma og sonur hennara eina viku í Føroyum. Teirra einasta samband við Føroyar er, at pápi og abbi teirra var í Føroyum undir krígnum. Hann tosaði so nógv um hesa tíðina, at tey sjálvi vilja koma higar.
Talan um ta 77 ára gomlu Jessie Mac Kenzie og son hennara Colin David.
Pápi og abbi teirra var Archie MacDonald, sum kom til Føroya við teimum fyrstu Lovat Scouts hermonnunum. Beiggi hansara, Hugh, var eisini við somu ferðina.
Forsøgan var tann, at Danmark varð hertikið av Týsklandi 9. apríl 1940. Tveir dagar seinni boðaði Churchill bretska parlamentinum frá, at bretar fóru at hertaka Føroyar. Longu dagin eftir vóru tveir bretskir oyðarar á Havnini. Tann 13. apríl vórðu 250 hermenn frá Royal Marines settir í land av krússaranum Suffolk, og hersetingin var veruleiki.
Hesir hermenninir steðgaðu inntil seinast í mai mánað, og tann 25. mai kom Ulster Prince við hermonnum frá Lovat Scouts, sum nú tóku yvir.
Teir høvdu hópin av útgerð við, tilfar til barakkir og til útbygging av verndarvirkjum, motorsúkklur og annað. Nakað heilt serligt var sekkjapípuorkestrið, og so hetta at teir gingu í kilt, skotska tjóðarbún-anum.
Tá ið farið var undir at seta barakkir upp, tóku teir føroyska arbeiðsmegi, og tað var skjótt, at arbeiði var til nógvar hendur. Teir hildu í Havn til í kommunuskúlanum, realskúlanum, sjónleikarhúsinum og KFUK. Yvirmenninir búðu í landslæknahúsinum, sum gjørdist teirra høvuðsstøð.
Tað var serliga væl dámt, at teir spældu vanliga eitt kvøld um vikuna á Vaglinum við sekkjapípum, og tað var skjótt, at teir komu uppí ítróttarkappingar við heimafólkið. Helst vóru tað fótbóltsdystir, men tað hendi, at teir róðu á ólavsøku, og at teir við sekkjapípunum gingu á odda, tá ið ríðingarmenninir fóru út til kappríðingar. Tað vardi heldur ikki so leingi inntil tann fyrsti Lovat Scout hermaðurin giftist við føroyskari kvinnu.
Fish og chips
Sofus Poulsen, okkara maður í Aberdeen í hálva øld, greiddi fyri nøkrum árum síðani í FF-blaðnum frá lívinum hjá hermonnunum í Havn, har Sofus tá búði:
»Í Havn bygdu bretsku hermenninir barakkir alla møguliga staðni. Yvir av hjá Bil Óla var eisini ein "fish and chips" handil . Hvønn dag komu hermenn marsjerandi við sekkjapípum á odda oman á Vaglið, og tá vórðu vaktirnar skiftar út. Hermenninir høvdu vakt ymsa staðni í býnum. Eg plagdi at forarga soldátarnar, sum eg kendi, og spurdi teir, hvat slag av vápnum teir høvdu, sum gingu aftastir. Har gingu hermenn við sleggju í staðin fyri riflu og við ketildrakt undir arminum. Hetta var revsingin fyri at hava gjørt okkurt ella at hava skikkað sær illa á onkran hátt. Sleggjurnar skuldu so nýtast til at banka blikkdósir saman. Dósamatur var jú ein stórur partur av matinum hjá hermonnunum, og hesir máttu so banka dósirnar saman, so tær tóku minni pláss, tá dósirnar vórðu sendar aftur til Onglands til endurnýtslu.«
Sofus minnist eisini Archie, sum plagdi at vitja tey eina ferð um vikuna. Fosturpápin, John, var sjálvur breti og kom saman við hermonnunum.
Millum teir fyrstu Lovat Scouts
Hesir báðir brøðurnir, Archie og Hugh, komu til Føroya við teirri fyrstu sendingini av Lovat Scouts.
Archie var ikki heilt ungur. Hann var føddur í 1904. Hann hevði meldað seg sum sjálvbodnan hermann áðrenn kríggið. Tá ið kríggið brast á i 1939, var hann innkallaður sum hermaður. Hann var á eini legu í Beauly í Skotlandi, tá ið boðini komu um at fara til Føroya.
Heima á North Uist á Hebridunum sat kona hansara við fleiri børnum. Tað yngsta varð føtt, meðan hann var í Føroyum. Tað var einki sum æt at fara heim í farloyvi, heldur ikki tá ið mamman doyði.
Tað var í hvussu er gott at vita, at tað var toluliga trygt heima hjá teimum. Tað merktist lítið og einki til sjálvt kríggið í Hebridunum.
Eina ferð rak kortini ein mina á land, men hon varð óskaðiligjørd, so har hendi einki meira. Annars var har nokk so nógvur rekaviður, sum kundi stavað frá minusprongdum ella niðurskotnum skipum.
Archie var stóran part av tíðini í Havn, men hann var eisini við til at gera vegirnar í Vágum. Vágarnar fingu sum høvuðsstøð hjá bretum mest framkomnu vegir í Føroyum.
Gjørdist trygdarmaður í Downing Street
Archie fór úr Føroyum saman við hinum Lovat Scouts hermonnunum í 1942. Men hann slapp undan at verða sendur til onnur hermót, sum aðrir yngri hermenn vórðu sendir til. Hann kom at verða í trygdartænastuni í Downing Street í London, har forsætismálaráðharrin helt til. Her mátti ansast væl eftir. Sjálvt generalurin, Montgomery, mátti vísa samleikaprógv fyri at sleppa framvið.
Var við til at skjóta týska flogfarið niður
Hugh, beiggi Archie, var við í hendingini í 1941, tá ið týska flogfarið endaði á Gøtuvík eftir at bretski trolarin Lincoln City var bumbaður av hesum flogfari 21. februar. Trolarin sakk og 8 mans doyðu. Men høvdu føroyingar ikki verið so skjótir at koma til bjargingar høvdu fleiri mans doyð.
Tað varð skotið dúgliga eftir týska flogfarinum bæði í Havn og á Toftum, har Hugh hevði støð, og hann var ein av teimum, sum var við til at skjóta eftir flogfarinum. Tað eydnaðist eisini at raka flogfarið, og tað mátti neyðlenda á Gøtuvík.
Flogfarið fleyt eina løtu, og manningin kom út á annan veingin og varð bjargað í gummibátin.
Manningin varð send til Bretlands sum krígsfangar. Flogfarið sakk í fyrsta umfari. Hugh kom til Gøtu av Toftum, tá ið flogfarið var skotið niður, og hann hevði verið við at taka týsku flogmanningina.
Bjargingin av týska flogfarinum
Hugh var eisini við, tá ið vrakið var bjargað. Hann hevði nevniliga heim við sær ein maskinlut av flogfarinum.
Tey bæði hildu, at flogfarið var fyribeint. Men soleiðis var ikki. Bretar løgdu stóran dent á at fáa hendur á tí.
Boð vórðu send eftir kavaranum Dánjali Nielsen av Vatnsoyrum, sum tá arbeiddi á Skála, at fáa flogfarið upp. Tað áhugaverda hjá teimum báðum var eisini, at tey á krígssavninum vesturi í Vágum hittu Karl Johan, son Dánjal.
Bjargingin av flogfarinum
Tá Dánjal hevði avmonterað maskinbyrsurnar, og hesar saman við tólum og lóður vóru tikin umborð á Poppy, fekk hann av bretunum boð um at leggja veir ella reip runt báðar motorarnar og velið á flogfarinum. Síðan varð flogfarið hivað upp undir skipið, so tað hekk vatnrætt í sjónum.
Dánjal ráddi frá, at gjørt varð á hendan hátt, men tað varð ikki lurtað eftir honum. Tað vísti seg eisini, at tá Poppy kom út í opnan sjógv við rulli, skræddi annar motorurin seg leysan, og flogfarið sakk á 48 metra dýpi úti á Gøtuvík.
Hetta sá rættuliga vónleyst út, tí nevnda dýpi er á markinum fyri tí, sum vanligir kavarar kunnu arbeiða. Men Dánjal vildi tó ikki geva skarvin yvir, tá hann skilti, at tað kundu vera týdningarmiklir upplýsingar umborð á flogfarinum.
Hann fyrireikaði seg væl og gjørdi m.a. ein stiga úr ketu og við trinum úr timbri. Orsakað av tí stóra djúpinum, máttu tvey lið við seks monnum á hvørjum liði skiftast um at pumpa luft niður á botn til Dánjal. Pumpan var annars bert gjørt til kaving á 24 metra dýpi, og tá kravdust heldur ikki so nógvir mans til at pumpa. Fyri at geva pláss fyri teimum seks monnunum, mátti Dánjal gera aðrar longri armar á kastinum, sum varð nýtt til at vinda pumpuna.
Dánjal mátti enn einaferð gera fast á flogfarið. Hjá einum kavara er umráðandi ikki at koma ov skjótt upp í sjógvin fyri at sleppa undan kavarasjúku, sum kann vera deyðilig. Tíðin kavarar skuldu nýta at koma upp valdaðist bæði dýpið, og hvussu leingi, teir høvdu verið á botni. Tíðin at koma upp skuldi tí vera úr hálvum til tveir tímar. So tá Dánjal fór upp gjøgnum stigan ansaði hann eftir, at støðga á fyri hvørt trin, hann tók. Hann taldi til eitt vist, áðrenn hann tók eitt trin afturat. Hetta gekk av besta slag.
Ein trolari hivaði flogfarið upp, so tað hesa ferð hekk loddrætt við øðrum veinginum longs skipssíðuni. Síðan varð flogfarið sleipað til Klaksvíkar, hagani tað varð sent við farmaskipinum Lanrick til Leith í Skotlandi.
Forfylgdur í Bretlandi eftir at hava bjargað túsundum
Tað kundi tykjast løgið, at bretarnir gjørdu so nógv burtur úr at bjarga hesum flogfarinum. Vit skulu heilt fram til 1974 fyri at fáa orsøkina. Bretarnir høvdu vónað at fáa eitt óskatt Enigmatól og kanska annað tilfar við, so teir kundu koma longur við at bróta tað loyniligu kotuna, sum týsk flogfør og kavbátar nýttu, tá teir samskiftu við basurnar heima. Eitt slíkt Enigmatól fingu teir annars 9.mai 1941, tá bretarnir tóku týska kavbátin U110 út fyri Hebridurnar. Tá fingu teir fatur í koturnar og hetta fekk stóran týdning fyri gongdina í bardaganum.
Júst hetta við Enigmatólinum hevði stóran áhuga hjá Colin. Tann sum fekk brotið hesa kotuna var Alan Turing. Hetta merkti, at bretar kundu fylgja við ætlanunum hjá týsku flogførunum, og harvið kundu teir betri verja seg móti teimum.
Turing var eitt matematiskt flogvit, sum gjørdu tað, sum eingin annar kláraði. Colin heldur, at Turing bjargaði mongum túsund mannalívum í Bretlandi. Hann var eisini við til at leggja grundarlagið fyri tí teldutøkni, vit kenna í dag.
Men hann fekk eina sera tunga lagnu. Aftaná kríggið kom tað fram, at Turing var samkyndur. Hetta var tá ólógligt í Bretlandi. Hann varð settur á allar møguligar svartalistar, eins og hann varð noyddur í “viðgerð” fyri sítt frávik. Trýstið á hann var so stórt, at hann beindi fyri sær sjálvum í 1954.
Hansara søga er nú komin fram, og fólk í Bretlandi eru øst um ta viðferð, sum tað almenna Bretland kundi geva eini slíkari hetju.
Beint nú er ein undirskriftsinnsavning í gongd í Bretlandi við tí endamáli at geva Turing uppreisn. Hildið verður, at hetta eigur heilt ítøkiliga at verða gjørt við at seta hansara mynd á ein komandi 10 punds peningaseðil.
Colin er ein av teimum ítastu at stuðla hesum máli, og nógv túsund hava skrivað undir.
Áhugin fyri Føroyum
Jessie býr saman við manninum, David, í Invergordon í Skotlandi. Frá sínum uppruna í Hebridunum hevur hon áhuga fyri tí gæliska málinum, sum hon dugur. Maðurin skilir tað, men tað knípir við at tosa.
Sonurin hevur lítlan áhuga! Hann býr annars í Inverness, har hann arbeiðir í skotsku meginfyrisitingini. Hann er giftur og eigur tríggjar smádreingir.
Jessie kom fyrstu ferð til Føroya í 1989. Tá hevði hon fleiri lutir við sær, sum hon lat táverandi krígssavninum í Havn. Tey hava hesa ferð vitjað krígssavnið í Vágum, og tey hava lovað tí eitt Lovat Scout bringumerki, sum liggur eftir Archie.
Jessie var aftur í 1999, og hesa ferð er hon sum sagt komin saman við soninum. Tey eru fegin um at koma til Føroyum.
Jessie hevur ymisk sambond í Føroyum. Tá ið hon var her fyrstu ferð, fekk hon samband við Donald MacKay í Funningi, sum eisini var Lovat Scout hermaður í Føroyum. Hann kom eisini til Føroya í 1940 men fór avstað aftur. Seinastu krígstíðina var hann í Italia og varð illa særdur.
Hann kom aftur til Føroya í 1949 at giftast. MacKay er deyður nú, men nú eru tað børnini Hildu og William, tey vitja. MacKay var annars vaktarmaður hjá bretum í Havn, tá ið Lincoln City varð bumbaður.
Tað var áhugavert at hitta tey bæði. Eisini tí tað eydnaðist at fáa enn eitt íkast til bretsku hersetingarsøguna. Eisini tær myndir, sum eru við í hesi grein, eru frá teimum. Heim við sær høvdu tey eisini okkurt, sum tey ikki kendu frammanundan.









