Jóansøkudag verður Ditlev Róin sjeyti ár. Hann er føddur og uppvaksin í Fuglafirði, sonur Lutheriu og Jákup Frants. Lutheria var ættað úr Leirvík, dóttir Jóan Paula og Lenu við Stein . Jákup Frants var úr Fuglafirði, sonur Annu og Albert Eldevig. Anna á Trøðni, sum hon eisini varð nevnd, var ættað av Hellunum, dóttir Hansinu og Kristian Gaard. Hansina var ættað úr Toftum í Fuglafirði og langommusystir í faðirlegg og Kristian, langommubeiggi í móðirlegg úr Garðshorni í Oyndarfirði. Tað vóru tríggir brøður úr Garðshorni, ið settu seg niður á Hellunum. Høgni, Kristian og Kristoffur. Langomma mín úr Tarti, sum sagt, var systir teirra. Sostatt var Jákup Frants bæði trímenningur mammu og pápa. Kristian og Høgni høvdu báðir konu úr Fuglafirði. Kona Høgna var Ann-Silja, dóttir Jóhannu og Jákup í Innistovu . Kristoffur var gamal drongur.
Omma mín, Anna Malena úr Tarti – Lena í Ansastovu, var systkinabarn Annu á Trøðni. Hon gisti altíð á Trøðni, tá ið hon í bestu árum vitjaði í Fuglafirði. Anna var jarðarmóðir. Tá ið hon skuldi forloysa onkra barnakonu norðanfyri, fór hon manga ringa ferð til gongu um Skarðið, sum eisini søgur ganga frá. Tá ið omma lá á song við Sigrid mostir(doyði fyri tveimum árum síðani 90 ára gomul), segði omma við Annu: ” Systkinabarnið, nú skal eg aftur eiga!” “ Legg tú einki í tað, nú eri eg farin undir næsta dusin!” Omma fekk 9 børn og Anna 13.
Vit báðir Ditlev eru dupultir fermenningar. Nú telist hetta kanska ikki so nógv longur at vera fermenningur, men tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn, og ikki kunnu vit renna undan okkara upphavi. Í sinninum á tí gamla føroyinginum hevði ættin eitt gott festi. Ja, ikki so sjáldan varð farið burtur í aðra bygd at vitja ætt og vinir. Ofta giftust trímenningar við hvørjum øðrum, og ikki so sjáldan funnu systkinabørn saman.
Ford Capri og konfekteskjan
Ja, Ditlev, einki var sum tá ið tú sum ein spelkin unglingi koyrdi í svarta Taunus - og Ford Capri bilunum. Tú fekst fatur í tí besta av tí besta. Genturnar uttanfyri flyktust um henda kimiliga unglingin úr Fuglafirði, ta ið tær sóu fordarnar. Vit aðrir, sum ikki vóru so mikið at okkum komnir, sótu í øskuni og skavaðu og droymdu um okkurt, sum rullaði á 4 hjólum. Nei, tað bleiv bara til eina grøna norska súkklu á tveimum hjólum og so býsúkkluna hjá S.P.P eftf. Hóast tú gjørdi teg eitt sindur upp í bygdini á hesum hjólhestum, var tað eingin genta, sum hirdi at hyggja upp á teg.... og at fara út til Gøtu ella Skálafjørðin á hesum “ drunnum”, tað var óhoyrt. Men hvat? Tú kundi leigað Ditlev til dyrgingarferðir úteftir.Tá ið dyrgingarleiðirnar skuldu roynast, var Ditlev stak lagaligur. Hann fór út í Saltnes við tí svarta Taunusfordinum og lat runddorgina renna har um vegir. Jú, damurnar nippaðu í; men tá ið hann kom við Ford Capri, tá stóð ikki á at syfta. Tað var á hvørjum jarni. Tá ið Maria kom inn um stokkun, var fast teirra millum. Maria gjørdist yndismoy hansara, og hvítur roykur stóð úr skorsteininum hjá Lutheriu og Jákup Frants. Hon var góðkend av húskinum undir hesum bitum.
Tá ið tað frættist í bygdini, at Ditlev hevði fingið Mariu inn um stokkin á Ford Capri, ja so fóru vit aðrir at telja seðlarnar, um vit áttu fyri eitt slíkt far. Ikki rakk tað, sum tú hevði undir madrassuni, til eitt so stásiligt akfar. Nei, tú mátti halda teg til ta grønu súkkluna og býsúkkluna. Onkrar gentur uttaneftir dámdu væl konfekt. Ein genta úr Gøtu hevði smakkað konfekt frá S.P.P. eftf., og hetta frættist út á Toftir. Fleiri dreingir í Fuglafirði hópaðust framman fyri skivuna i Piddasa handli , tí genturnar á Skálafirðinum vóru so grammar eftir at fáa hetta forkunnuga søtmetið undir tonnina. Ditlev var vegvísarin og stýrdi líka út á Nes við fleiri konfekteskjum í bagasjurúminum hjá ungum fríggjarum úr Fuglafirði. Har vóru stórar konfekteskjur og smáar konfekteskjur. Dreingirnir í Fuglafirði hildu tað, at genturnar úti á Nesi og á Toftum mundu blíva veikar í knøunum, tá ið tær sóu Ford capri í túninum og sjeikarnar við glampandi konfekteskjum undir arminum við ljóssteyrarnar . ... men, men, eitt er, hvat tú droymir um í Fuglafirði, og nakað annað er tann nakni veruleikin. Onkrum av hesum ungu kavalerunum eydnaðist at sleppa inn um gáttina hjá onkrari av hesum snøggu toftagentunum við konfekteskjuni; men gakk, tað var Ford Capri tú skuldi hava, um røringur skuldi koma í hendan stima av væl úr hondum greiddum fljóðum. Hetta var so tað.
Giftarmál
Løgið var tað, at Maria og Ditlev og greinskrivarin og Alexandra(konan) giftust sama dag – 4. mars 1972 og giftust inn í nýbygd hús. Eftir brúdleypið hoyrdist , at Jákup Pauli, málarameistari, hevði sagt í røðu síni fyri Mariu og Ditlev , at tvey giftarmál vóru í bygdini í dag, og báðir dreingirnir høvdu bygt gentunum hús! Ja, ja, ja, tá runnu fríggjararnir runt við konfekteskjum, koyrdu í Ford Capri og bygdu komandi hjúnaðarfeløgum hús.
Sama dag giftust í Gøtu Elisabeth og Páll. Elisabeth doyði av krabba ikki langt eftir hetta, og Páll giftist uppaftur við Sædis, men tað, sum eg skuldi siga, var, at brúðarblómutyssið, ið Alexandra skuldi hava, fekk Elisabeth, og hon fekk hennara. Her skuldi berast skjótt at at fáa hetta umbýtið í lag. Verfaðir og faðir Elisabeth koyrdu til møtis og býttu tyssini um Úti á Dølum.. og báðir itu Erling. Hetta umbýtið var so poetiskt og skaldakent, at tað rúmar einum heilum romantiskum málningi. Hvat Tyrlarnir, Kambur og Leirvíksfjall hava sagt hendan dag, veit bert tann góði Guð. Hvørt við sínar náðir.
Mentamál
Ditlev hevur dámt væl at skriva og hevur í fleiri ár skrivað greinir í Jólaboð og Fuglafrøði. Hann hevur eitt natúrligt mál og dugir væl at siga frá. Hann og Petur Martin hava verið drívkraftin í Fornminnisfelagnum her í bygdini. Tað var eitt bragd, tá ið Høvdahúsini vórður tikin niður – flutt út í kommunufjósið, sett í stand og reist á fløttinum oman fyri Bókasavnið. Nú er hetta ein mentanarligur dýrgripur at síggja hesi elligomlu hús, sum smæðin og góðskufull standa mitt í bygdini. Tey hava eina góða søgu at siga, sum ættarliðini kunnu njóta gott av. Gloyma vit okkara egna jørðildi, verða vit støðuleys og tað ringasta, sum henda kann, er, at vit verða navnleysir forbrúkarar í samfelagnum. Tann góði Guð forbjóði hesum. Tað verður ein sorgaleikur, um so verður. Maria og Dilev hava verið viðað um, og í fjør vóru tey á Cuba. Onkuntíð frá teirra útferðum er ein heilsa dottin inn um dyrnar heilt úr fjareystri – Kina og Nepal, Kathmandun. Hetta var væl gjørt, at minnast til fólk, sum heima sita.
Tá ið tað líður út á summarið sæst ein slóttumaður uppi í Hálágerði standa við líggja sínum og sláa. Hetta er omanvert húsini hjá Ditlev og Mariu, og er hendan myndin hugalig at síggja. Tankarnir leita aftur til slóttumannin hjá Vincent van Gogh frá Saint – Rémy málað í sept. 1889. Ja, ja, hetta var ein hvønndagssjón, tá ið slótturin kom fyri bert fyri uml. 20 – 30 árum síðani her í bygdini. Nú stendur hann har við líggjanum millum teigar og veltur, tann seinasti slóttumaðurin – líka so einsamallur sum slóttumaðurin hjá Vincet van Gogh. Tá ið so sátubørnini eru komin upp á hógv, so er tað Claude Monet, ið tekur yvir við sínumn ljósi í málninginum, Sátan, ið ger um seg i darrandi stráum hjá Mariu og Ditlevi. Tá kylir í kríllunum á sátubørnunum, og tey hyggja djúpt í eyguni hvørt á øðrum - minnast hin svarta Ford Taunus, Ford Capri ....... og konfekteskjurnar.
Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum.
Frits