B36 bragd í brotssparkskapping

Europa ligan í kvøld

St Joseph´s - B36 1-1 Samantalt 2-2, og B36 vann brotssparkskappingina 4-2

KÍ - Birkirkara kl. 19.00

B36 hevur í kvøld tryggjað sær rættin at luttøka í næsta umfari í Europa League.

Tað endaði 1-1 í Gibraltar og harvið samantalt 2-2. Eftir longda leiktíð var neyðugt við brotssarkskapping, og tá vóru B36 spælararnir sera stinnir og sannførandi.

Meðan heimamenninir misnýttu tvey brotsspørk, so skoraðu fýra B36 spælarar. Harvið vann B36 brotssparkskappingina 4-2, og tí er tað B36, sum heldur fram í kappingini.

 

-Tað er veitslurómur í skiftingarrúminum. Vit eru ovurfegnir um, at tað eyndaðist at vinna okkum víðari. Hitin er nógvur, men spælararnir eiga stórt rós fyri avrikið og ikki minst, at teir vóru so púra kaldir í brotssparkskappingini, sigur B36 venjarin Jakup á Borg, og hann heldur fram:

-Eg eri errin venjari, tí spælararnir vístu so framúr hugburð, og eg unni teimum so hjartaliga, at tað eydnaðist.

-Eg var vísur í, hvørjir fimm skuldu taka ábyrgd í brotssparkskappingini, og teir tóku allir við ábyrgdini. Tað vóru uppaftur fleiri, sum fegnir vildu taka ábyrgd og skjóta brotsspark, um tað var neyðugt við fleiri brotsspørkum, men tíbetur var tað ikki neyðugt. Eg hevði stórt álit á málverjanum Róa Mørk Hentze, og hann var stinnur, hóast tað vóru mótstøðumenninir, sum vóru linir í kongunum, tá ið teir misnýttu við at senda bóltin við síðuna av og omanfyri málið, sigur B36 venjarin Jákup á Borg í Gibraltar.

 

 

 

Brotssparkskapping

1-0: Duarte

1-1: Magnus Holm Jacobsen

2-1: Munoz

2-2: Alex Mellemgaard

2-2: Martinez sendir bóltin við síðuna av málinum

2-3: Meinhard E. Olsen

2-3: Fernandez sendir bóltin omanfyri tvørtræið

2-4: Odmar Færø

 

 

LIÐUGT

1-1

120) 1-1

Tveir minuttir lagdir aftrat.

 

117) 1-1

Í løtuni bendir nógv á, at hetta fer at verða avgjørt í brotssparkskapping.

Alex Mellemgaard leggur innfyri úr høgru við horna, men tað spyrst einki burturúr.

 

113) 1-1

Magnus Holm Jacobsen roynir seg úr góðari støðu, men bólturin fer við síðuna av málinum.

 

110) 1-1

Nú var heimaliðið tætt við í tveimum førum. Í fyrra føri var blokerað til horna, og eftir innleggið spurdist einki annað burturúr enn málspark.

 

106) 1-1

GULT KORT. Meinhard E. Olsen sær gult fyri fríspark

 

105) 1-1

Fyrri hálvleikur í longdu leiktíðini er liðugur.

GULT KORT. Bjarni Petersen

 

99) 1-1

GULT KORT: Robert Heðin Brockie sær gult fyri at gera fríspark.

 

92) 1-1

B36 hevur stóan møguleika at leggja seg framum. Tað var Meinhard E. Olsen, sum royndi seg.

 

LIÐUGT

1-1

Nú verður lítil steðgur, áðrenn tað verður farið undir tvær ferðir eitt korter.

 

90) 1-1

Fýra minuttir lagdir aftrat.

98) 1-1

Hugin Samuelsen avloysir Hannes Agnarsson.

 

90) 1-1

B36 málverjin bjargar - aftur góður møguleiki til heimaliðið.

 

88) 1-1

1-1: Otero

Eftir langa framlegging er tað stóri Otero, sum við høvdinum sendir bóltin í málið.

 

86) 0-1

GULT KORT: Eli Falkvard Nielsen sær gula kortið fyri fríspark.

 

85) 0-1

Reyes hjá St Joseph´s hevur risa møguleika at javna, men hann sendir bóltin skeivu megin stólpan. Har var tætt við.

 

79) 0-1

Nú var B36 aftur í góðum álopi. Meinhard E. Olsen royndi ímóti málinum, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

76) 0-1

B36 skiftir út: Magnus Holm Jacobsen avloysir Benjamin Heinesen.

 

76) 0-1

Heimaliðið er framvegis meiri í álopi, men B36 heldur tørn.

 

71) 0-1

Nú gongur alt meiri fyri seg á B36 hálvuni. Heimaliðið hevur síðstu løtuna havt trý hornaspørk.

 

65) 0-1

So var tætt við, at heimaliðið javnaði, men Rói Mørk Hentze bjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr.

 

64) 0-1

Lukasz Cieslewicz leggur við horna innfyri, men tað spyrst einki burturúr.

 

61) 0-1

B36 skiftir út: Hannes Agnarsson avloysir Kaimar Saag.

 

61) 0-1

So var tætt við, at heimaliðið javnaði, men Rói Mørk Hentze bjargaði.

 

60) 0-1

B36 er ein hálvan tíma frá at kvalifisera seg at halda fram í kappingini.

 

56) 0-1

GULT KORT. B36 málverjin Rói Mørk Hentze sær gula kortið.

 

54) 0-1

Alex Mellemgaard leggur horna innfyri úr høgru, men tað spyrst einki burturúr.

 

49) 0-1

B36 skiftir út: Bjarni Petersen avloysir Andrias H. Eriksen, sum fer skaddur av vøllinum.

 

46) 0-1

Ongar skiftingar nú teir eru aftur á vøllinum.

--

Tað er gott lag í B36 leguni suðuri á Gibraltar. Dómarin hevur bríkslað fyri hálvleiki, og máltalvan vísir 0-1. Lukasz Cieslewicz umsetti brotsspark til mál, tá ið eitt lítið korter var farið.

 

B36 liðið hevur víst fínan hugburð í nógvu nærdystunum, og teir hava verið stinnir í verjuni. Lítla løtu undan steðginum var tætt við, at Meinhard E. Olsen økti um leiðsluna. Heimaliðið var tættast við at javna, tá ið bólturin brast í stólpan aftanfyri B36 málverjan.

 

B36 hevur havt seks royndir ímóti málinum, og heimaliðið hevur havt sjey royndir. Tvær ferðir hevur Rói Mørk Hentze bjargað, og málverjin hjá heimaliðnum hevur bjargað einaferð. Hann noyddist í meskarnar eftir bóltinum, tá ið Lukasz Cieslewicz royndi seg úr ellivu metrum.

 B36 hevur gjørt tíggju fríspørk og heimaliðið sjey.

Benjamin Heinesen hevur sæð gult, og tað hava tveir av heimamonnunum eisini.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

 

45) 0-1

Tveir minuttir eru lagdir aftrat.

 

45) 0-1

Meinhard E. Olsen er aftur uppá spæl, men hesa ferð sendir hann bóltin við síðuna av málinum.

 

41) 0-1

Meinhard E. Olsen hevur góða roynd, men verjan blokerar.

 

40) 0-1

Síðstu løtuna hevur trýstið verið størri á B36 málið. Heimaliðið hevur havt fleiri horna, og tað hava verið spentar støður, uttan at tað hevur verið heilt vandamikið.

 

32) 0-1

Tað eru nógvir nærdystir. Heimaliðið hevur gjørt fimm fríspørk og B36 er níggju ferðir dømt fyri fríspark.

 

27) 0-1

Í løtuni er trýstið meiri ímóti B36 málinum. Nú var aftur horna, sum einki spurdist burturúr.

 

25) 0-1

Nú var tætt við, at heimaliðið javnaði, men bólturin brast í træverkið aftanfyri Róa Mørk Hentze.

 

24) 0-1

GULT KORT: Cornejo hjá heimaliðnum sær gult. Teir kennast ikki frítt frustreraðir, nú B36 er frammanfyri og leikliga omaná.

 

23) 0-1

So tiltuskaði heimaliðið sær fyrsta hornaparkið.

 

23) 0-1

Fyrri hálvleikur er hálvrunnin, og tað hevur myndað seg soleiðis, at B36 er leikliga omaná, og B36 hevur oftari enn heimaliðið verið í góðum støðum í brotsteiginum. B36 hevur havt trý horna, meðan heimaliðið einki horna hevur havt.

 

18) 0-1

GULT KORT: Pecci hjá heimaliðnum fyri fríspark.

 

16) 0-1

GULT KORT: Benjamin Heinesen sær gult fyri fríspark.

 

15) 0-1

0-1: Lukasz Cieslewicz br

Tað var eftir at triðja horna varð lagt innfyri, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Lukasz Cieslewicz umsetti til mál, og í løtuni hevur B36 kós í annað innleiðandi umfarið.

 

14) 0-0

B36 er tætt  við at leggja seg framum. Lukasz Cieslewicz leggur tvey horna innfyri, og støðan er spent í brotsteiginum hjá heimaliðnum.

 

12) 0-0

B36 vinnur fyrsta hornasparkið í kvøld.

 

10) 0-0

Heimaliðið hevur síðstu lítlu løtuna havt tvær royndir. Í fyrra førinum fór bólturin við síðuna av málinum, og í seinna førinum møtti B36 málverjin Rói Mørk Hentze.

 

06) 0-0

Tað gongur javnt á, men kanska hevur heimaliðið verið eitt sindur meiri ágangandi hesa fyrstu løtuna.

 

02) 0-0

Tað gongur skjótt, tí nú hevði heimaliðið roynd, sum B36 verjan vardi fyri.

 

01) 0-0

Meinhard E. Olsen eigur fyrstu royndina, men verjan blokerar.

 

St Joseph´s – B36 kl. 17.00

Á Victoria stadion í Gibraltar.

Europa league seinni dystur – fyrri dystur endaði 1-1

 

Dómarabólkur úr Luksemborg: Christophe Pires, Daniel Da Costa, Gilles Francois Becker og Ricardo Morais

B36: Rói Mørk Hentze - Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Robert Heðin Brockie, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Lukasz Cieslewicz - Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Meinhard E. Olsen - Kaim Saag

 

Tað eru teir somu ellivu, ið manna B36 liðið í dag, sum vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli í Gundadali fyri einari viku síðani. Ivi var, um Andrias H. Eriksen, sum hevur verið skaðadarvaður, fór at vera førur fyri at spæla. Andrias er millum teir fyrstu ellivu og verður aftur í kvøld á høgra vongverja.

 

Heimaliðið í Gibraltar hevur gjørt tvær broytingar. Romero Garcia, sum í Gundadali sat á beinkinum, fer at verja málið, og Jose Luis Otero, sum ikki var á listanum fyri einari viku síðani, er millum teir tíggju úti á vøllinum.

 

Sólin skínur oman og niðan á Victor stadion, tað eru 28 hitastig og eitt lot.

 

---

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

45) 1-0

1-0: Deni Pavlovic

Eftir horna er tað miðverjin Deni Pavlovic, sum skorar. Hann skoraði eisini málið á Malta.

Tað var Jákup B. Andreasen, sum við horna úr høgru legði innfyri, og Páll A. Klettskarð stýrdi við handara stólpa innfyri aftur til Deni Pavlovic, sum skoraði.

 

37) 0-0

Vestara skýlið er um at vera fullsett, og KÍ spælararnir vísa fínan hugburð.

 

33) 0-0

Birkikari hevur lotið undan, men tað riggar einki serligt hjá gestunum, sum kanska eru darvaðir av veðrinum. Teir trívast ikki í hesum veðrinum. Nú kennist meiri enn so úr honum.

 

30) 0-0

KÍ er leikliga omaná, men higartil hevur tað ikki eydnast at vinna størri møguleikar enn hornaspark. Nú vinnur KÍ sætta hornasparkið. 

 

 

24) 0-0

Jákup B. Andreasen leggur innfyri við horna, og tað er um reppið, at Deni Pavlovic sleppur framat at stúta ímóti málinum.

 

22) 0-0

Eftir fínt uppspæl roynir Semir Hadzibulic seg við skoti úr vinstru, og málverjin bjargar dygst við stólpan.

 

20) 0-0

KÍ er sera væl skipað í verjupartinum. Fótbóltsspælið kann verða betri, enn tað hevur verið higartil.

 

17) 0-0

Fremsti maður hjá KÍ, liðformaðurin Páll A. Klettskarð, kennist vera óføra væl upplagdur. Hann arbeiðir nógv og er støðug hóttan.

 

15) 0-0

GULT KORT: Semir Hadzibulic tá ið hann tekur hondina fyri andlitið og bólturin rakar armin. Sera bíligt gult kort.

 

03) 0-0

Í útgangsstøðu er Páll A. Klettskarð einsamallur á KÍ toppinum, men Semir Hadzibulc stuðlar honum væl.

 

KÍ - Birikikara kl. 19.00

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Ólavur Niclasen, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Semir Hadzibulic, Hørður Askham, Jákup B. Andreasen, Ronni Møller-Iversen - Páll A. Klettskarð,