mánað. Fjølmiðlar siga, at samstarvssemjan millum flokkin hjá Berlusconi, Il Popolo della Libertà (PDL) og Liga Nord kann fáa avgerandi ávirkan á valúrslitið, og at semjan fer at gera valstríðið rættiliga [...] rættiliga spennandi. Skuldi tað hent, at teir báðir flokkarnir vinna valið, so er tað als ikki vist, at Berlusconi fer at standa á odda fyri stjórnini hjá teimum. -Angelino Alfonso er okkara aðalskrivari og [...] um, segði Berlusconi í dag. Vinstravongurin er á odda í meiningakanningunum, men tað kann hugsast, at PDL og Liga Nord fáa meiriluta í Senatinum, skrivar Reuters úr Rom.
ráðstevnuni verða eisini ein rúgva av fyrilestrum, ið verða hildnir av dugnaligum leiðarum. Tað ber til at hoyra bestu fyrilestrarnar frá ráðstevnuni í USA á stórskíggja. Bæði mynda- og ljóðgóðska er í topp [...] tekstaðir til føroyskt. Í morgun var ein samrøða við formannin í GLS í Føroyum, Rúna Rasmussen. Tað ber til at hoyra samrøðuna við Rúna Rasmussen undir greinini.
Í Havn er so hált, at tað enntá er torført hjá bilunum, sum salta, at sleppa runt. Løgeglan væntar, at tað fer at batna út á dagin, men heitir á fólk um at koyra varliga. Annars hevur verið stak friðarligt [...] Løgreglan ávarar um, at tað er ómetaliga hált í morgun, so tað krevur størsta varsemi frá teimum, sum koyra bil. Tað er um tað mesta av landinum, at tað er hált, men serstakliga hált er tað í Havnini. [...] boðaði frá hesum vandanum, tí tey høvdu roynt hesar vandamiklu stjørnukastararnar. - Vit fóru so sjálvi at royna teir og rætt var og tískil sendu vit ávaringina út í gjárkvøldið, sigur løgreglan. Tey hava tó
veiðivirði, hevur serliga fiskað longu og brosmu í ár. Skiparin heldur, at tað avgjørt hevur havt sín týdning í veiðini eftir longu og brosmu, at norskir línubátar ikki hava fiskað í føroyskum sjógvi seinastu árini [...] vit hava fingið upp í eini 20-30.000 pund av upsa. Skiparin sigur, at upsin serliga hevur tikið, meðan teir hava drigið, og hann heldur, at fiskurin líka so væl hevur tikið í beran húk sum í húk við agni [...] útskifting í manningini. Mortan Mortensen sigur, at fleiri av manningini við Kambi eru teir somu, sum hava verið við skipinum seinnu árini, men hann ásannar, at ein ávís útskifting kortini hevur verið. - Jú
politiska myndugleikan um at umhugsa at krevja fleiri bummgjøld á bilførarar fyri at brúka vegirnar, umframt at leggja eitt serligt avgjald á brennievni. Landsstýrismaðurin staðfestir, at avgjaldið á brennievni [...] hann staðfestir somuleiðis, at talan er um eitt fakligt tilmæli hjá Landsverki, og at tað er ikki vist, at fakliga tilmæli samsvarar við politiska viljan. Tí er als ikki vist, at tilmælini frá Landsverki [...] nýliga hækkað, og hann heldur ikki, at tað er rætt at hækka tað enn meiri. Spurningin um bummgjøld vil hann ikki siga nakað um enn, og yvirhøvur er hann ógvuliga varin at siga sína hugsan um samferðsluætlanina
Nú kann tað fara at verða nógv dýrari at eiga bil Landsverk biðjur nú politiska myndugleikan umhugsa at krevja fleiri bummgjøld fyri at brúka vegir og tunlar og at leggja eitt eyka avgjald á bensin og [...] Landsverk politiski myndugleikin eigur at viðgera møguleikan at leggja fleiri brúkaragjøld á tey, sum koyra bil fyri at fíggja samferðsluna. Landsverk staðfestir, at hetta er eitt rák, sum vindur upp á seg [...] ferðslutrygdina og at fara undir útbyggingar. Í hesum sambandi vísir Landsverk á, at seinastu nógvu árini er so lítið sett av til ábøtur á vegakervið, at tað er heilt illa forfallið og at brúk er fyri ábótum
Tað var undan jólum, at Fólkaheilsuráðið fór undir átakið at bjóða roykjarum at melda seg til henda nýggja háttin at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hátturin er, at X-roykjarin fær stimbrandi [...] var í farnu viku, tá ið ráðið upplýsti um, at talið av tilmeldingum var komið upp á 340, og fleiri miðlar tóku tað upp, at rættligi gongd kom á, soleiðis at upp á fáar dagar vaks talið av fólkið, sum [...] sum er púra ókeypis. Fólkaheilsuráðið er sera væl nøgt við, at so mong hava tikið undir við hesum átakinum, og vísir á, at enn ber til at vera við. Fólk kunnu framvegis melda seg til hetta komandi hálva
uppskotinum hjá nevndini, men ásannar, at tað eru nógvar ymiskar áskoðanir í samfelagnum. Hann sigur við NRK, at nevndin hevur lagt dent á, at tað at ganga saman í hjúnarlag er ein løgfrøðilig hending, [...] nú upp, at allar vígslur verða borgarligar, men at fólk kunnu fáa hjúnarlagið signað í kirkjuni aftaná, um tey vilja tað. Tað var mentamálaráðið í Oslo, sum setti nevndina, og uppgávan var at endurskoða [...] mentamálaráðnum skjýtur upp, at øll skulu til ein dómara fyri at verða vígd. Aftaná kunnu tey biðja kirkjuna ella samkomuna signa hjúnarlagið. Formaðurin í nevndini, Sturla Stålsett, tekur ikki undir við u
gott tekin. - At so lítið er at fáa av toski og hýsu, hevur einki við veiðitrýst at gera. Tað er náttúran, sum spælir okkum eitt puss. Hetta sæst eisini við, at lítil sjófuglur hevur verið at sæð um somu [...] innari. Hetta kemst serliga av, at onkran túr er ivaveður, og tá kundu vit velja at seta nærri landi. John Kári dugir slett ikki at síggja hugskotið við at friða hesar leiðir fyri vinnuligari línuveiði, nú útróðurin [...] fáa fyri hann. Tað er við blandaðum kenslum, at hetta er gjørt, men sum John Kári sigur, er hetta líka so nógv fyri at gera eina roynd, um áhugi er fyri at keypa bátin. - Eg vil ikki ordiliga gevast. Hetta