Línuskipið Kambur, sum Mortan Mortensen á Eiði førir og sum enn einaferð gjørdist bestur í veiðivirði, hevur serliga fiskað longu og brosmu í ár.
Skiparin heldur, at tað avgjørt hevur havt sín týdning í veiðini eftir longu og brosmu, at norskir línubátar ikki hava fiskað í føroyskum sjógvi seinastu árini, nú Føroyar og Noreg ongan sínámillum fiskiveiðisáttmála hava havt.
- Jú, eg ivist onga løtu í, at hetta hevur havt sín týdning, sigur hann.
Spurdur, um Kambur eisini hevur havt upsa uppi í veiðini í ár, eins og fleiri aðrir línubátar hava havt, sigur Mortan Mortensen:
- Jú, vit hava gjørt túrar á longu-og brosmuveiði í ár, har vit hava fingið upp í eini 20-30.000 pund av upsa.
Skiparin sigur, at upsin serliga hevur tikið, meðan teir hava drigið, og hann heldur, at fiskurin líka so væl hevur tikið í beran húk sum í húk við agni á.
Sjálvt hin besti línubáturin í føroyska fiskiskipaflotanum hevur havt eina ávísa útskifting í manningini.
Mortan Mortensen sigur, at fleiri av manningini við Kambi eru teir somu, sum hava verið við skipinum seinnu árini, men hann ásannar, at ein ávís útskifting kortini hevur verið.
- Jú, nakrir mans eru farnir, og aðrir eru komnir umborð, men fleiri eru teir somu, sigur skiparin.