Tað skal verða nógv dýrari at eiga bil

Nú kann tað fara at verða nógv dýrari at eiga bil

Landsverk biðjur nú politiska myndugleikan umhugsa at krevja fleiri bummgjøld fyri at brúka vegir og tunlar og at leggja eitt eyka avgjald á bensin og diesel.

Landsverk hevur akkurát gjørt eina nýggja samferðsluætlan og har verður lagt upp til eitt nýbrot í føroyskum samferðslupolitikki.

Í hesum sambandi heldur Landsverk politiski myndugleikin eigur at viðgera møguleikan at leggja fleiri brúkaragjøld á tey, sum koyra bil fyri at fíggja samferðsluna.

Landsverk staðfestir, at hetta er eitt rák, sum vindur upp á seg í okkara grannalondunum, samstundis sum tøknin, sum krevst til tílíkt, støðugt verður ment.

Longu sum er, verða nógv gjøld kravd frá teimum, sum eiga bil.

Men inntøkurnar, landið fær av hesum avgjøldum, er munandi hægri enn tað, sum landið brúkar upp á at halda vegir og at byggja undirstøðukervið út.

Hvørt ár fær Landskassin 374 milliónir í inntøku frá teimum, sum koyra bil, men bara 313 milliónir, ella góðar 61 milliónir minni, verða brúktar aftur upp á samferðslukervið.

Høvdu allar inntøkurnar verðið brúktar aftur upp á samferðslukervið, er tað nóg mikið til at fíggja bæði íløgur og rakstur av vegakervinum.

- Verður afturat eyka avgjald á 1,20 krónur lagt á brennievni, hevði tað givið góðar 42,2 milliónir í inntøkum og so hevði tað eisini borið til at leggja hald og rakstur á eitt støði, har infrakervið ikki forfellur meiri.

- Eftir 10 árum ber somuleiðis til at innheinta tað stóra eftirsleipið, umframt at bøta um høvuðsvegakervið, økja um ferðslutrygdina og at fara undir útbyggingar.

Í hesum sambandi vísir Landsverk á, at seinastu nógvu árini er so lítið sett av til ábøtur á vegakervið, at tað er heilt illa forfallið og at brúk er fyri ábótum fyri einar 380 milliónir fyri at koma uppundan aftur.

Landsverk skjýtir upp, at inntøkurnar av bummgjaldi, skrásetingargjaldi, vegskatti og aðrar inntøkur, sum verða tiknar inn frá bileigarum, skulu setast í serstakan grunn, sum er uttan fyri fíggjarlógina.

Hetta merkir kortini ikki, at politiski myndugleikin missir ávirkan á, hvussu hesin peningur verður brúktur.

Er talan um stórar verkætlanir, kann grunnurin seta pening av og spara saman yvir fleiri ár.

- Tað er eisini hugsandi, at grunnurin taka lán við trygd í inntøkunum hjá grunninum, heldur Landsverk.

Myndin er av Hvítanesvegnum