Krevur størsta varsemi at koyra bil í morgun

Løgreglan ávarar um, at tað er ómetaliga hált í morgun, so tað krevur størsta varsemi frá teimum, sum koyra bil.

Tað er um tað mesta av landinum, at tað er hált, men serstakliga hált er tað í Havnini.

Í Havn er so hált, at tað enntá er torført hjá bilunum, sum salta, at sleppa runt.

Løgeglan væntar, at tað fer at batna út á dagin, men heitir á fólk um at koyra varliga.

Annars hevur verið stak friðarligt allastaðni í nátt, sigur løgreglan.

Í gjárkvøldið varð ávarað um eitt serligt slag av stjørnukastarum, sum kunnu vera vandamiklir.

Tað var ein pápi, sum ringdi til okkum og boðaði frá hesum vandanum, tí tey høvdu roynt hesar vandamiklu stjørnukastararnar.

- Vit fóru so sjálvi at royna teir og rætt var og tískil sendu vit ávaringina út í gjárkvøldið, sigur løgreglan.

Tey hava tó ikki frætt um nakran skaða, ið er staðist av hesum slagi av stjørnukastarum