Ein kann spyrja seg sjálvan, um ætlanin at savna allar 10. flokkar í Eysturskúlanum er partur av onkrum størri politiskum rossahandli, sum vit ikki fáa eyga á beint nú, ella um hetta veruliga eru fáfongdir [...] skúlan farið í misrøkt. Tað er hugstoytt at hugsa um, at býráðspolitikarar á henda hátt royna at ørkymla borgararnar. Teir áttu ístaðin at sagt fólki sannleikan aftan fyri tær umvælingar, sum nú eru settar [...] nevndur sum ein møguleiki at hýsa 10. flokki burturav, tí talan er um eina skjóta og bíliga loysn. Men samstundis verður víst á, at vandin er, at nýggi skúlin tá liggur inni í einum øðrum skúla. Tað tykist
hevur tað verið langt millum sigrarnar í heimasjógvi hjá teimum í Klaksvík. S10-mannafarið hevur bara vunnið fýra ferðir – í 1958, í 1970, í 2011 og so nú leygardagin. Hildu høvdið kalt Tað er sjáldan, at [...] spennandi, og tað er hugaligt at fara undir fyrireikingarnar til næstu avbjóðingina, tá ið tað er so tætt og intenst. Kiksaði hjá havnarmonnum Hesa ferð var Havnarbáturin ikki við í kappingini um oddasessin. [...] seg í ár, fer tíðin at vísa. Men finaluróðurin á Norðoyastevnu bar boð um, at tað verður sera tøtt kapping millum í hvussu so er tríggjar bátar. Klaksvíkingur vann, og tað var í stórum stíli. Vinnaratíðin
hesa søguna bar til at runda av, tí at føroyskt træskipasmíð var farið í søguna. Nú verkætlanin er komin undir land má sigast, at farið varð til verka í tøkum tíma. Tær eydnaðist akkurát at hitta teir [...] tær, sigur Óli Olsen. Einki á skrá Nú bókin verður løgd fram mikukvøldið í Klaksvík, er einki nýtt á tapetinum hjá Óla Olsen. - Nú var tað soleiðis, at eftir bókina um Sverra Djurhuus fór eg beinleiðis [...] heilan og anda út, og tað er neyðugt at lada upp av nýggjum, tá ein verkætlan er av, sigur Óli Olsen. Tí liggur heldur einki og bíðar fyri framman. - Nú kundi eg hugsa mær at farið út at ferðast. Eg havi
eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur [...] í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri [...] ikki!« Hetta hava vit mangan tikið til okkara millum, og tí vilja vit nú ynskja føroyingum til lukku við, at demokraitið er farið at virka. Vónandi fara tey bøttu hoyrilíkindini eisini at merkja, at Føroya
skipan er, at vinnan yvir fleiri ár veit, hvussu nógv er til taks. Tað er tí avgerandi, at hildið verður fast um 5 ára mest loyvdu veiðina sjálvt um veiðilíkindini broytast. Ein stórur fyrimunur við [...] ”ætlanin er at endurnýggja loyvini 5. hvørt ár, um loyvishavarin framhaldandi lýkur treytirnar….”, so tað er heldur ógreitt, um hesi fimm ára loyvini eru rullandi ella ikki. Væntandi var, at nú bar til [...] fiskiskapi á landleiðini. Talan var í høvuðsheitum um tekniskar reguleringar og friðingar og ikki um at seta krøv um fiskiloyvi ella aðrar avmarkingar av atgongd til at reka fiskiskap. Hesar avmarkingar
onnur fólk høvdu skulu goldið langt yvir 100.000 kr um mánaðin fyri at fingið frá til dømis Lív. Tað sigur seg sjálvt, at hetta skal avtakast alt fyri eitt. Og málið er sera einfalt. Politikarar skulu [...] pjakar sær sum mest, tá tað snýr seg um at taka av hesi vitleysu serrættindi, sum teir hava givið sær sjálvum. Tað er í fínasta ordan, at politikarar fáa góða løn. Men tað er ikki í ordan, at teir hava tiltuskað [...] Landsstýrisfólkini fáa nú 15 prosent í pensjónsinngjaldi oman á lønina. Tað kunnu tingfólk eisini fáa. Tað er eingin orsøk til at hækka lønina fyri tað. Pensjónin er hamrandi órímulig, og tí skal
avtala er gjørd við Noreg, og við henni sleppa vit at fiska 35 prosent av okkara makrelkvotu í norskum sjógvi. Eg býti Spurningurin er so, hvussu fiskimálaráðharrin ætlar at býta nú – og at tað er hann [...] tað langdrigna og spennandi talvið um makrelin móti hinum strandarlondunum. Men var hesin dysturin tann strategiskt og taktiskt trupli, so er tað tann blóðuga orrustan, ið stendur fyri framman nú, tá [...] ES undir eina fimm ára makrelavtalu, og tískil er makrelfiskiskapurin ikki longur í eini serstøðu. Millumlanda avtala er eisini longu gjørd við ES um rættin at fiska inni hjá hvørjum øðrum. Føroyar sleppa
á løgtingi um sonevndu 0-hugsjónina, og tað man vera langt síðani, at spurningurin um ferðslutrygd hevur verið so aktuellur sum nú. Í Sosialinum herfyri varð nevnt, at tá tað snýr seg um ferðsluvanlukkur [...] Ætlanin er at hetta tiltak skal vera afturvendandi 4. ella 5. hvørt ár. Síðani 1998 er skipan fingin í lag, sum inniber, at næmingar í 9. flokkunum hvørt ár fáa undirvísing um ferðslu, sum er samskipað [...] haðani áleggur Fólkaskúlalógin lærarunum at taka yvir ferðslulæruna, sum er kravd lærugrein, og sum sambært endamálsorðingini skal geva næmingunum kunnleika um vandar og ferðslureglur. Fyri at røkka øllum
okkara. Tó er tað soleiðis, at selja teir lutaseðlar, so fáa teir allan ágóðan av tí, sigur formaðurin. ? Hetta er ein skipan, sum allir partar eru nøgdir við og sum hevur virkað sera væl. Nú er Sundalagsstevnan [...] Sum nevnt aðrastaðni, so er Hvessingur farin um tey 21 árini. Báran er næstan líka gomul - hon kom árið eftir - men tað merkir ikki, at bátarnir skulu skiftast út. ? Nei, tað er eingin orsøk til tað enn [...] eru nú øll afturgoldin og tí er tað bara raksturin av húsinum, sum kostar felagnum nakað í dag. ? Men tað krevur sítt. Tí viðlíkahaldið kostar eisini fitt av peningi, sigur Petur Eikholm. Stevnan er fíggjarliga
føroyskum fótbóltshøpi«. Hví í víðu verð hetta nú skal dragast fram av nýggjum og blásast upp sum fótbóltsyvirgangur av ringastu skuffu, havi eg ilt við at skilja, tí her er eitt heilt ár farið, uttan [...] brotið er hetta: »Taklingin verður ofta skírd av fleiri fótbóltsáhugaðum at vera tann harðligasta taklingin nakrantíð í føroyskum fótbóltshøpi.« Sjálvt um eg veit, at blaðmaðurin ikki er gamal [...] hvørki blaðið nakað serligt burturúr, sjálvt um tað er eitt alment loyndarmál, at blaðmenninir í báðum førum eru ikki ókunnumenn í B36. At B36 heimasíðan er høvuðskeldan hjá Áka L. Hansen til fyrrnevnda