num. Óli Breckmann hevur sum eingin annar nú í samfull 14 ár stuðlað teimum Konservativu og stjórnararbeiðinum hjá Schlüter heilt frá 1984 og fram til 1993. Óli Breckmann hevur luttikið aktivt í arbeiðinum [...] yvir 20 ár við 5% í fastari rentu við eini upphædd upp á 323 mió. kr. um árið. Men harumframt er øll donsk uppílegging í føroysk viðurskiftu hildin uppat. Allar tær bindingar, sum vóru í gomlu avtalunum [...] framyvir ikki at lagt seg út í danskan innanríkispolitikk. So nú verður spennandi at síggja, um Óli Breckmann broytir støðu av hesi orsøk? Hvussu var so móttøkan á Føroya Løgtingi? Í ?Artikel 10? stendur, at
nýta brunnin til at goyma gamlar bilar í. ? Vit hava rættuliga nógv jørn í eldinum, sigur Brynjálvur Jensen, sum er formaður í felagnum. ? Felagið hevur nú virkað í seks ár, og undirtøkan hevur verið sera [...] avtalu við Tekniska skúla í Havn um at umvæla tann gamla Triangel brandbilin hjá býráðnum, sum er frá tríatiárunum, og heldur hann tað vera hugsandi, at hesin bilur kann goymast í nýggju hølunum hjá Føroya [...] til endamálið, sigur Heini á Borg, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum hjá felagnum, ið arbeitt hevur við hesum máli. ? Við at seta hurð í brunnin, neyðútgongdir, vindeygu, og útlufting, er hann so
TEKNARI okkara og teknarin hjá øllum føroyingum, Óli P gjørdi á baksíðu blaðsins í farnu viku vart við eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í pressuni í seinastuni - túnfiskurin, sum hann málbar seg. Vit [...] átti saman við privatum at borið so í bandi, at her hendi nakað. EIN heilt annar spurningur í sama viðfangi er, hvussu tað ber til, at vit hava loyvt útlendskum skipum í kanska fleiri ár at fiska á føroyskum [...] aðrir gera sær dælt! AT japanskt skip kann fiska tunfisk í føroyskum sjógvi fyri góðar 20 mill. kr. eftir einum góðan mánað er heilt óhoyrt. Í hvussu er er tað fullkomiliga fremmant fyri okkum og helst
Hvat siga tey mongu ærligu og siðiligu fólkini í fólkaflokkinum til, at oddamað teirra ber seg at sum ein Le Pen í Fraklandi, ein Sharon í Ísrael og ein Hagen í Noregi! Er hetta tann linja, sum tey halda teirra [...] skammiliga vanvirðingin fyri teimum veiku í samfelagnum. Tað var undir fíggjarlógarumrøðuni, at formaðurin í tingbólki fólkafloksins og eisini fólkatingsmaður, Óli Breckmann, lanseraði eitt av sínum nýggju [...] nevniliga BUMSAKONTO. VIÐ hesum orðinum sipaði hesin ein hin mest framstandandi fólkafloksmaðurin í dag til tey fólk í føroyska samfelagnum, sum fáa ein ella annan stuðul og styrk frá tí almenna. Nú kann onkur
stig til eina ráðstevnu í Tórshavn, har týðandi politikarar úr øllum flokkum í báðum londum verða boðin við til at viðgera Føroyar-Danmark ikki bert komandi tvey árini men eisini inn í næstu øld. Lat okkum [...] tora at hyggja hvør annan í eyguni og siga okkara hugsan hvør við annan á ein hátt, sum skapar virðing heldur enn at liggja í skýmaskotum og gera ætlanir. Latið okkum hvør í sær viðurkenna gjørd mistøk [...] SKULU vit ganga eftir tíðindunum í almennu loftmiðlunum fer danski forsætisráðharrin møguliga at skriva út nýval til fólkatingið longu í dag. Valið verður so um einar tvær vikur. ÁHUGAVERT verður at vita
Rasmussen - eftir hansara so yvirblíðu framferð undir vitjanini í Føroyum - at hann og hansara nú liva upp til tað, sum liggur í kortunum í hesi bankakanning, nevniliga, at føroyska samfelagið fær tað endurgjald [...] nærri nærkast vali í Danmark tess torførari verður hjá donskum politikarum at vera ?yvirgalantir? móti føroyingum, sum jú sjálvir hava ábyrgdina av øllum. Hetta er tað, sum nógvir veljarar í Danmark fara at [...] eisini , at føroyski fólkatingsmaðurin Óli Breckmann átti at fingið durafjórðingin frá føroyskum veljarum við næsta val. Nettup ein av orsøkunum til, at nógvir danir í dag eygleiða okkum sum tað teir gera
sleppa aftur í skúla. Tá vísir tú teg nettup sum ein mann, sum ein, ið stingur fingurin í jørðina og torir at taka eina nýggja og skilagóða avgerð. Nú mugu næmingarnir sleppa aftur í skúla. Ger hann ikki [...] NÚ gongur móti triðju viku í sokallaða skúlamálinum, har næmingar í studentaskúlum og HF ikki hava verið í skúla eftir jólafrítíðina. Lærararnir vilja framvegis ikki góðtaka kravið frá skúlamyndugleikunum [...] landsstýrismaðurin - fyri at fáa næmingarnar aftur í skúla - at víst seg sum mannin, ið hóast alt er til at tosa við. Hann átti at kunnað sagt, at nú tað stendur í botni, so er hann tilreiðar til at lata hetta
føroyingar og danir hava í mangum kent seg sum brøður og systrar. TAÐ er tí ómetaliga spell, tá danskir skribentar, sum viga tungt í ávísum fjølmiðlum, seta óneyðugar og óverdugar kílar í hetta annars nátúrliga [...] vanliga danan upp móti føroyingum og øvugt! EIN teirra eitur Ole Hyltoft. Grein hann hevði í Ekstrablaðnum 7. januar í ár er so niðursetandi og vamlislig, at hon átti ikki at verið komin á prent. Men lad gå [...] Føroyar og føroyingar - uttan nakrantíð at hava givið sær tíð og stundir til at sett seg inn í viðurskiftini í einum oyggjalandi. Felagsnevnarin fyri slík fólk er óvitinheit, intoleransa, vanvirðing, tr
rin ikki, um solidariteturin skal valda, men setir í staðin brúkaragjøld á tænastur, sum vit í dag bera kostnaðin av í felag. Og nýliberalistarnir í sambandsflokkinum gloypa óivað fólkaflokspolitikkinum [...] fíggjarognaravgjald o.s.fr. Hetta varð eisini gjørt fyrst í hesum valskeiði, tá javnaðarflokkurin hevði landsstýrismannin í fíggjarmálum og formannin í fíggjarnevndin. NÚ er reypini ófør frá fólkafloksmonnum [...] Dagblaðið og stavnamaðurin bílig í grundgevingum. Nú verður batnaða støðan í dag sammet við ta allar ringastu tíðina, tá tjóðveldisflokkurin hevði ábyrgdina av fíggjarmálum í seinnu helvt av valskeiðnum 90
formaðurin í tingbólkinum hjá fólkaflokkinum nýtir eitthvørt høvi til at toga og snara fólkaflokkin longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjónvarpinum [...] sjálvstýrisidentitet - um hann nakrantíð havt nakran man onkur spyrja, nú sambandsvongurin í flokkinum hevur sett út í kortið í mong mong ár. Hvussu kann nakar taka ein flokk fyri fult, sum á sínum landsfundi erklerar [...] nnaðum fólkafloksmanni fyri brósti. Nú mugu flokkarnir á miðjuni og til vinstru í føroyskum politikki leggja sær hetta í geyma. Føroya fólk má forða fyri, at vit fáa eitt sambandskt og ultakonservativt