letur til at m.a. tann amerikanski marknaðurin eisini veksur skjótt. Tað sigur Jóhan Pauli Helgason á, menningarleiðari á Visit Faroe Islands. Hann vísir á, at javnan hoyrist, at vit skulu royna at fáa rík [...] endamálið hjá Visit Faroie Islands at selja vørur og upplivingar. Endamálið var at menna nýggj tilboð, at góðskumenna verandi tilboð við fleiri myndum v.m. og at gera allar teir nýggju møguleikarnar [...] ferðafólk at koma hendavegin. Men so einfalt heldur menningarleiðarin hjá Visit Faroe Islands ikki at tað er. – Vit eru frammanundan eitt eksklusivt og fjarskotið ferðamál. Tað er lutfalsliga dýrt at ferðast
vit ikki at hava ráð til framhaldandi at útbyggja og menna okkara vælferðarsamfelag. Vit hava start okkum so blind upp á kvantitativa vøksturin (mongd x prís), at hann skuggar fyri møguleikanum at hugsa nýtt [...] ikki longur duga at hugsa út um boxina, um at vit kunnu gera tingini øðrvísi, so at skipanirnar blíva betri, effektivari og bíligari at reka fyri tað føroyska samfelagið - fáa meira fyri minni. Halda vit [...] Vit fara heilt einfalt ikki at hava fíggjarliga orku at halda fram við núverandi samfelagsbygnaði og skipanum, ella halda fram við at kompensera við pengum ístaðin fyri at fremja neyðugar reformar - og
brúkaran kann fara at vísa seg ov stuttur? Vit vita, at eldraøkið kostar sítt í dag, og at tað fer at kosta meir. Vænti, at hetta verður landi og fólki dýrur kleppur. Og tí finst mær , at tað verður hugsað [...] kanska at verða játtað. Tað verður høgligasti mátin at prógva uppáhaldið um, at eldraøkið liggur best hjá kommununum! Landið eigur uppgávuna Upp í hesa søguna hoyrir, at tá eldraøkið rættiliga fer at rumstera [...] við kørmunum um økið. Tað er mein ring støða at vera í. Barnaansing kontra eldrøki Tað hevur verið jabbað upp í saman, at kommunurnar eru best førar fyri at røkja eldraøkið. Víst verður á dagstovnaøkið
fara út í heim, tættari upp at vinnulívinum og arbeiðsmarknaðinum herheima. Í dag er tað tíverri alt ov ofta soleiðis, at tey ungu koma heim til Føroya fyri at kobla úr, fyri at slappa av. Harvið verður tilknýtið [...] eitt fleksibult samfelag, har tað er lætt at koma til og frá. Tað skal bera til at flyta heim, sjálvt um tú ikki hevur tikið støðu til, um tú ætlar at tær at seta búgv og liva her restina av lívinum, sigur [...] sambært Eriku Hayfield, at tryggja tilknýtið til Føroyar og føroyska samfelagið. - Tilknýtið hevur so stóran týdning, at tað kann ikki undirmetast. Tí skulu vit duga betur at knýta tey ungu, sum fara
megnaði tó at passa arbeiði, men tað vanliga var, at hann keypti øl heim við hvønn dag og setti seg so at drekka. Mamman ivaðist ikki í, at hann var sálarliga sjúkur, men tað hevði gingið strilti at fáa hjálp [...] var til reiðar at koma við. Síðani hevur maðurin sitið í varðhaldið í nakrar mánaðir, men allir partar eru samdir um, at tað er ikki rættað staðið hjá honum at vera og roynt hevur verið at finna honum eina [...] hevur gingið sera strilti at fáa veruliga hjálp til hansara. Tað fortaldi ein mamma fyri dómaranum í Føroya Rætti í morgun. Sonur hennara er skuldsettur fyri at hava ætlað at hava tikið lívið av pápanum
sleppa undan at gjalda skatt og avgjæld. Um tað er soleiðis, at lækkandi inntøkur hjá landskassanum merkja, at Fólkafloksveljarar sleppa undan at gjalda, so er alt í lagi. Javnaðarflokkurin góðtekur inntøk [...] nýggjasta branding, at alt snýr seg um praktiskan politikk, og at løgfrøðin á ongan hátt má vera ein forðing fyri, at politikarin fremur tað, hann hevur hug til. Viðhvørt halda teir, at løgfrøðin skal tillagast [...] politiska hurlivasanum. Hevur Sambandsflokkurin einki at siga. Og svarið er einfalt, at einasta orsøk til, at Sambandsflokkurin er í samgongu er, at hinir báðir flokkarnir hava ikki meirilutan einsamallir
vísti eisini á, at farmur í lastbilum, skal tryggjast so væl, at hann tolir eina harða bremsing og aðrar óvanligar støður í ferðsluni. Dómarin var samdur við ákæranum um, at her var talan um at seta ferðslutrygdina [...] fyrilitarloysi og fyri at hava sett ferðslutrygdina í stóran vanda. Og hetta sá dómarin so strangt upp á, at bilførarin nú má taka koyrikortið av nýggjum. Dómarin gjørdi nevniliga av, at lastbilførarin skal [...] Tað, sum hendi tá ið hann kom út til Landssjúkrahúsið, var, at eitt spenni brotnaði í eini reim, sum var spent um sekkirnar at forða teimum í at detta úr lastini. Av tí sama loysnaði reimin og ein sekkur
hugsast at vilja gera royndir við partroli. Sum skilst, eru tað tvey av skipunum, sum hava minni maskinorku, ið nú hava søkt Fiskimálaráðið um loyvi at partrola. - Vit vita, at nógv olja er at spara við [...] kroystir til at gera hesa royndina fyri at vita, hvussu úrslitið verður. Hetta verður eitt val millum lív ella deyð hjá fleiri av lemmatrolarunum. Skiparin vísir á, at samstundis, sum summir halda, at partrol [...] skipini og maskinorkan eru. Hetta merkir, at tveir slíkir trolarar brúka millum 10.000 og 12.000 litrar av olju um døgnið. Siga vit, at tveir lemmatrolarar fara at partrola, er sparingin um samdøgnið umleið
er nøgdur við. Tað er ógvuliga keðiligt at koma út við einum slíkum úrsliti. Stjórin sigur, at leiðslan í Maru Seafood hevði vónað, at úrslitið fyri farna ár fór at vera betur enn tað, sum nú fyriliggur [...] hetta ger tað neyðugt at umhugsa, hvat vit skulu gera fyri at kunna yvirliva. Vit mugu hygga eftir, hvat vit kunnu gera fyri at hava eina framtíðar drift, og tá verður neyðugt at hugsa um allar møguleikar [...] avvísir ikki, at tað kann gerast neyðugt hjá felagnum at tekna meira partapening í samtakinum. - Hvørji útliti eru, dugi eg slett ikki at meta um, men sum støðan er í dag, eru útlitini at tekna meira p
Lognberg sigur, at tað liggur framvegis í kortunum, at Eysturoyartunnilin skal gerast fyrst, tí hann skal brúkast at fíggja Sandoyartunnilin við. Hinvegin hevur Bjørt Samuelsen eisini gjørt greitt, at báðir u [...] Samstundis ber hetta tilmælið í sær, at eg skal hava avgerandi atkvøðuna í at avtaka lógina, sum sigur, at farast skal undir Sandoyartunnilin 1. november í 2009 og tað er at krevja ov nógv av mær, samstundis [...] - Eg ætli ikki at lata meg kroysta til at selja Sandoynna fyri eina tingmansløn. Tað sigur Gerhard Lognberg, tingmaður úr Skopun. - Tað er ov høgur prísur fyri at varðveita samgonguna, leggur hann afturat