Ein samlaður pakki

- Her er talan um eina heildarætlan, og tí mæla vit frá at taka einstøk átøk burturúr. Til dømis gevur tað onga meining at pilka Fróðskaparsetrið burtúrúr, tí tað er jú har, ið vit missa fólkini, sigur Erika Hayfield, sum stendur fyri heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur

- Vit mugu síggja í eyguni, at tað eru tey ungu, sum í framtíðini skulu trívast her. Tað er avgerandi fyri at broyta fólkaflyting til fólkavøkstur.
Tað sigur Erika Hayfield, sum síðstu fýra mánaðirnar hevur staðið fyri stóru heildarætlanini, ið skal fáa fólk at støðast í føroyska samfelagnum.
Niðurstøðan er ein røð av tilmælum, sum skulu setast í verk næstu árini.
- Talan er um eina kompleksa avbjóðing, og tí er eisini talan um eina kompleksa loysn, sigur Erika Hayfield.
Tilsamans er talan um 37 ymisk átøk. Nøkur teirra kosta einki, meðan onnur eru sera kostnaðarmikil. Rokningin er tilsamans góðar 700 milliónir krónur í dagsins prísum, næstu fimm árini.
- Vit hava gjørt ítøkillig uppskot til loysnir. Sjálvandi kann okkurt gerast øðrvísi og onkur átøk mugu knýtast saman. Men heildarætlanin skal lesast sum ein heild, ikki eitt hugskotskatalog, undirstrikar Erika Hayfield.
Hon leggur dent á hetta seinasta, nevniliga at talan er um eina heildarætlan.
- Tað nyttar til dømis ikki at pilka tilmælini um Fróðskaparsetrið burtur úr, tí so skramblar heildin saman. Tað er jú har, vit missa fólkini, argumenterar hon.
Heildarætlanin leggur upp til at styrkja Fróðskaparsetrið munandi. Umbyggingar og útbyggingar skulu gerast fyri 250 milliónir krónur næstu fýra árini, og harumframt skal játtanin til Fróðskaparsetrið økjast úr 67 upp í 100 milliónir krónur um árið, soleiðis at fleiri lesandi sleppa framat.
- Ja, útbúgving og gransking er eitt stórt satsningsøki. Tað er har, flestu pengarnir fara, staðfestir Erika Hayfield og heldur fram:
- Tað er ikki nóg mikið at bjóða eina breiða viftu av útbúgvingartilboðum. Vit mugu eisini hava eitt dynamiskt og spennandi lestrarumhvørvi, og tí hevur útbyggingin av Fróðskaparsetrinum so stóran týdning.

Týðandi tilknýti
Ein reyður tráður í heildarætlanini er, sambært Eriku Hayfield, at tryggja tilknýtið til Føroyar og føroyska samfelagið.
- Tilknýtið hevur so stóran týdning, at tað kann ikki undirmetast. Tí skulu vit duga betur at knýta tey ungu, sum fara út í heim, tættari upp at vinnulívinum og arbeiðsmarknaðinum herheima. Í dag er tað tíverri alt ov ofta soleiðis, at tey ungu koma heim til Føroya fyri at kobla úr, fyri at slappa av. Harvið verður tilknýtið ikki útbúgvingar- ella arbeiðsrelaterað, greiðir Erika Hayfield frá.
Heildarætlanin mælir til fleiri átøk, ið skulu styrkja tilknýtið millum lesandi og føroyska arbeiðsmarknaðin. Sambandið skal styrkjast, møguleikarnir at sleppa í starvsvenjing skulu bøtast, og harafturat skulu møguleikarnir fyri at fáa starv marknaðarførast betri enn ídag.

Høvuðsvinnan
Hóast fiskivinnan og alivinnan standa fyri at kalla øllum inntøkunum til føroyska samfelagið, so verða hesar vinnur ikki beinleiðis viðgjørdar í heildarætlanini.
- Hetta snýr seg fyrst og fremst um at skapa fólkavøkstur í samfelagnum. Men vinnulívið er við, hóast tað ikki beinleiðis verður viðgjørt, sigur Erika Hayfield og tekur fram nøkur dømi:
- Vinnulig gransking tekur jú støði í høvuðsvinnuni. Tað sama ger matvøruverkfrøði sum útbúgving á Fróðskaparsetrinum. Vit mæla ítøkiliga til at marknaðarføra møguleikarnar at fáa starv í okkara høvuðsvinnu. Her hugsa vit serliga um fiskivinnuna, sum hevur eitt vánaligt ”image” millum ungdómin í dag. Og so mæla vit til at farið verður undir at orða ein nýggjan vinnupolitikk, sigur Erika Hayfield.
Hon vísir harafturat á, at í Fiskimálaráðnum verður í løtuni arbeitt við eini fiskivinnunýskipan, ið skal vera grundarlagið undir fiskivinnupolitikkinum næstu árini.

Broyt myndina
Sambært Eriku Hayfield er avbjóðingin at broyta fatanina av føroyska samfelagnum.
- Vit mugu broyta myndina av Føroyum sum endastatiónin, har tú flytir heim og byggir tær eini dýr hús. Tí henda myndin ger tað alt ov lætt at velja Føroyar frá, tá tú ert ungur og fríur úti í stóru verð. Vit skulu skapa eitt fleksibult samfelag, har tað er lætt at koma til og frá. Tað skal bera til at flyta heim, sjálvt um tú ikki hevur tikið støðu til, um tú ætlar at tær at seta búgv og liva her restina av lívinum, sigur Erika Hayfield og peikar á bústaðarmynstrið:
- Sonevnda flytføri má vera til staðar. Tað má bera til at flyta heim, leiga eina góða íbúð og royna eydnuna her eitt ár ella tvey. Vit skulu duga betur at selja okkum sum samfelag, gera tað attraktivt at koma higar og liva her. Annars verður tað alt ov lætt hjá ungdóminum at velja Føroyar frá, og tá tapa vit dystin um at venda fólkaflyting til fólkavøkstur, sigur Erika Hayfield.