- Eg ætli ikki at lata meg kroysta til at selja Sandoynna fyri eina tingmansløn.
Tað sigur Gerhard Lognberg, tingmaður úr Skopun.
- Tað er ov høgur prísur fyri at varðveita samgonguna, leggur hann afturat. Sum tann einasti limurin í tunnilsbólkinum hjá samgonguni, vil hann ikki taka undir við tilmælinum, sum restin av bólkinum handaði løgmanni í gjár.
- Tilmælið veitir onga sum helst trygd fyri, at Sandoyartunnilin verður gjørdur og tí er hetta eitt tilmæli, sum eg ikki kann liva við, sigur Gerhard Lognberg.
Hann sigur, at eftir tilmælinum skulu 50 milliónir setast av á fíggjarlógini til undirsjóvartunlarnar í 2009, 2010 og í 2011.
- Men í 2009 skal peningur takast burturav hesi játtan til at keypa verkætlanina um Eysturoyartunnilin frá tí privata partafelagnum.
- Hinvegin sigur tilmælið, at tá ið minst 150 milliónir krónur eru settar í felagið, sum skal gera Sandoyartunnilin, kann farast undir hann. Men tað er treytað av, at restin av fíggingini er útvegað.
- Men skal peningur brúkast burturav játtanini til at keypa Eysturoyartunnilin, verður tað í fyrsta lagi í 2012.
Hann sigur, at av tí sama hava vit als onga trygd fyri, at ætlanin er at fara undir Sandoyartunnilin fyrrenn í næsta valskeiði, ella kanska uppaftur seinni enn tað.
- Samstundis vil Bjørt Samuelsen ikki vátta, at farast skal undir Sandoyartunnulin í 2011.
So má samgonga vera samgonga
Gerhard Lognberg sigur, at tað liggur framvegis í kortunum, at Eysturoyartunnilin skal gerast fyrst, tí hann skal brúkast at fíggja Sandoyartunnilin við.
Hinvegin hevur Bjørt Samuelsen eisini gjørt greitt, at báðir undirsjóvartunlarnar skulu ikki gerast ísenn.
Gerhard Lognberg sigur, at tí kann hann ikki góðtaka tilmælið, so má samgonga vera samgonga.
- Einasta endamálið við hesum tilmælinum er at rura meg í blund og samstundis at kyrra teir politikarar, sum eru ímóti Sandoyartunlinum.
- Samstundis ber hetta tilmælið í sær, at eg skal hava avgerandi atkvøðuna í at avtaka lógina, sum sigur, at farast skal undir Sandoyartunnilin 1. november í 2009 og tað er at krevja ov nógv av mær, samstundis sum ongin trygd er fyri, nær so kann farast undir tunnilin.
Gerhard Lognberg staðfestir, at hann er so vónbrotin av arbeiðnum í tunnilsbólkinum, at hann hevur ikki orð fyri tí. Men hann ásannar eisini, at hann er mest vónbrotin av sínum partafólki í Javnaðarflokkinum, tí summi javnaðarfólk hava longu góðtikið tilmælið hjá tunnilsbólkinum.
Fakta
Hetta er tilmælið hjá tunnilsbólkinum hjá samgonguni, sum varð handað løgmanni í gjár. Allir limirnir í tunnilsbólkinum hava tikið undir við tilmælinum, uttan Gerhard Lognberg, men tað er grundleggjandi ósemja í samgonguni um, hvussu hetta skal skiljast og tískil er støðan akkurát líka ógreið nú, sum hon var frammanundan
Sandoyartunnilin
· Løgtingið samtykkir í ólavsøkutingsetuni at seta P/F Sandoyartunnilin á stovn við stovnsfæi.
· Samgongan semist um árliga upphædd, 50 mio kr, at seta í partafelagið.
· Projektering av Sandoyartunlinum verður gjørd í heyst.
· Uppskot til nýggja verklagslóg fyri Sandoyartunnilin verður lagt fyri Løgtingið í ólavsøkutingsetuni. Í verklagslógini verður staðfest, at farið verður undir Sandoyartunnilin, tá eginognin hjá partafelagnum er 150 mio kr. Tað er tá fíggjarlógin fyri 2011 er samtykt.
Skálafjarðatunnilin
· Samgongan tekur undir við, at landsstýriskvinnan fer undir samráðingar við P/F Skálafjarðatunnilin um yvirtøku av felagnum. Linjuføring verður samtykt.
· Um semja fæst við felagið, samtykkir Løgtingið at yvirtaka P/F Skálafjarðatunnilin.
· Supplerandi forkanningar til Skálafjarðatunnilin verða gjørdar, projektering og verklagslóg løgd fyri Løgtingið, tá alt tað fyrireikandi arbeiðið er komið uppá pláss.
Fígging av tunlunum
· Á fíggjarlógunum 2009, 2010, 2011 og 2012 og árini framyvir verða 50 mio árliga settar í P/F Sandoyartunnilin.
· Samgongan setir av tað, sum neyðugt er av fyri at yvirtaka P/F Skálafjarðatunnilin.
· Tunlarnir verða fíggjaðir við eginpeninginum hjá partafelagnum, ískoyti frá fíggjarlógini umframt lánstøku.
Viðmerkingar til tilmælið:
Eftir hesum leisti verða báðir tunlarnir gjørdir í almennum regi. Landið kann fáa útgoldið vinningsbýti frá P/F Skálafjarðatunnlinum, men pengarenslini av tunlunum báðum verða atskild.
Tunlarnir verða gjørdir eftir einum leisti, har til ber at hava fulla stýring á fíggjarliga eins væl og tekniska váðanum.
Les eisini greinina "Óðamannaverk at gera Sandoyartunnilin fyrst" og greinina "Sandoyartunnilin er komin í hús".
-









