Ba mammu melda seg

Ein maður noyðist nú at sita í fongsli tí at tað ber ikki til at útvega honum eina varda íbúð. Hann hevur altíð havt stórar trupulleikar og tað endaði við, at hann eitt kvøldið fór inn á kamarið hjá pápa sínum við knívi í hond

Hann hevur altíð havt stórar trupulleikar, men tað hevur gingið sera strilti at fáa veruliga hjálp til hansara.

Tað fortaldi ein mamma fyri dómaranum í Føroya Rætti í morgun.

Sonur hennara er skuldsettur fyri at hava ætlað at hava tikið lívið av pápanum við knívi.

Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður í nakrar mánaðir, men í morgun var hann í Føroya Rætti, har støða skuldi takast til, hvat skal henda í málinum.

Sjálvur hevur maðurin greitt løgregluni og Føroya Rætti frá í grundlógaravhoyring, at nú orkaði hann ikki meiri og vildi gera av við pápan. Men eftir stuttan bardaga við pápan, hevði tað eydnast pápanum at fáa knívin av honum.


Ongantíð bangin

Í rættinum í morgun vórðu foreldrini boðsend at geva frágreiðing og hetta fáa tey ikki at passa, tí hann hevur ongantíð áður verið harðligur.

Pápin segði, at hann var ongantíð bangin og tað hevði heldur ikki verið bardagi, tí hann hevði bara tikið knívin av honum uttan hóvasták.

Sonurin hevði heldur ikki sagt, hvat hann vildi og hann hevði knívin niður við síðuni og hevði ikki hóttandi framferð upp á nakran máta.

Pápin var eisini farin at leggja seg beint eftir hendingina og var sovnaður og tað hevði hann ikki gjørt, hevði hann følt seg hóttan.

Mamman greiddi frá, at drongurin hevði altíð verið atferðartrupul og skúlanum fekk hann púra onki burtur úr, tí lærararnir lótu rætt og slætt, sum um at hann als ikki var til so haðani var ongin hjálp at heinta.

Hann var óróligur og fekk ikki miðsavna seg um nakað sum helst.

Hann var seinni komin á skúlan á Trøðna og har hevði hann havt tað gott og hevði fingið nógv burturúr.

Vinir hevði hann ikki nógvar av og var mest fyri seg sjálvan.


Misti tamarhaldið

Sum fráleið fór hann at drekka og misti at enda púra tamarhaldið og gekk fullur í longum tørnum.

Hann var ferð eftir ferð innlagdur til avvenjingar og var so turrlagdur eina tíð, men datt so út í aftur hvørja ferð og drakk seg so út aftur av nálini, til hann aftur varð innlagdur.

Hann megnaði tó at passa arbeiði, men tað vanliga var, at hann keypti øl heim við hvønn dag og setti seg so at drekka.

Mamman ivaðist ikki í, at hann var sálarliga sjúkur, men tað hevði gingið strilti at fáa hjálp.

Hann fekk heilivág, men tað hevði ongin ordilig uppfylging verið, tí heilivágurin bleiv bara broyttur eina hálva tablett upp ella niður um dagin umvegis telefonina.

Mamman segði, at í veruleikanum hevði hann tað frægast, tá ið hann drakk og hann hevði altíð verið líka góður at hava við at gera, eisini tá ið hann var fullur.


Bað og bønaði

Men alt hetta fekk fyribils ein enda eitt kvøldið herfyri, tá ið hann fór inn á kamarið hjá pápanum við knívi.

Eftir hendingina kom hann inn í køkin og bað og bønaði um hjálp, greiddi mamman frá.

Hon ringdi fyrst til eina heimasjúkrasystir, men hon var upptikin og kundi ikki koma og bað tey ringja til læknan.

Men læknin helt ikki, at tað var hansara borð og bað tey ringja til løgregluna.

Sonurin bað mammuna melda seg og at enda ringdi hon eftir løgregluni.

Tá ið løgreglan kom á staðið bað hann løgreglumenninir taka seg, tí hann var til reiðar at koma við.

Síðani hevur maðurin sitið í varðhaldið í nakrar mánaðir, men allir partar eru samdir um, at tað er ikki rættað staðið hjá honum at vera og roynt hevur verið at finna honum eina varda íbúð, men tað hevur gingið strilti.

Trupulleikin er, at hann hevur ongastaðni at vera og tí noyðist hann aftur í fongsul.

Tað er kortini ein møguleiki fyri, at hann fær eina varda íbúð skjótt, men tað er ongin vissa fyri tíð og inntil tað hevur eydnast, noyðist hann at verða verandi í fongslinum.

Maðurin verður í løtuni sálarkannaður fyri at vita um hann er egnaður at revsa yvirhøvur og tá ið tað er liðugt, verður endalig støða tikin til, hvat skal henda víðari. Ein møguleiki er eisini, at hann fær ein viðgerðardóm.