lakkið verður skínandi blankt. Ein Tidy Car viðgerð uttan og innan tekur upp til 3 dagar. Úrslitið verður ein skínandi blankur bilur, sum kann standa seg ímóti øllum veðri. Ein brúktur bilur, sum hevur fingið [...] Føroyum blíva munandi skitnari enn t.d. í Danmark, bæði uttan og innan. Serliga eftir ein harðan vetur. Hóast ein bilur er vorðin mattur í lakkinum, skitin innan og luktar illa av t.d. mjólk ella fiski
rútar, áðrenn løgreglufólk fingu steðgað honum. Bara ein vakthavandi var á støðini, tí øll hini vóru upptikin í álvarsligari atsókn í býnum, har ein annar maður skjeyt við skørpum, og tí var onki annað [...] Hósnáttin var rokalig á politistøðini í Havn. Ein óður og fullur maður gjørdi bart, og kastaði steinar á rútarnar á politistøðini og kastað eitt stórt á gittarportrið, sum bognaði. Maðurin náddi at bróta [...] tilkalla fólk, og bíða til tey komu fram. Álopið á løgreglustøðini hendi klokkan 5.40 hósmorgunin. Ein bilur við einum kvinnuligum førara setti 44 ára gamla mannin av, sum var púrasta villur, sigur Jón
28. jan. fingu Anni og Jógvan Thomsen, Hvalba, ein son. Hann var 52 cm. og vigaði 4090 gr. 31. jan. fingu Sólja Jacobsen og Rani Nattestad, Sumba, eina dóttur. Hon var 57 cm. og vigaði 4500 gr. 2. feb [...] eina dóttur. Hon var 56 cm. og vigaði 3650 gr. 2. feb. fingu Marie og Hjarvil Rasmussen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. og vigaði 3300 gr. 3. feb. fingu Durita R og Høgni Hansen, Oyndarfjørður, eina [...] dóttur. Hon var 57 cm. og vigaði 4500 gr. 4. feb. fingu Meinhild og Bogi Kallsberg, Kolbeinagjógv, ein son, ið eitur Poul. Hann var 55 cm. og vigaði 4100 gr. 4. feb. fingu Turid Thomsen og Elias Hansen
er ein 2.0 litur 16V turbo við 150 hk. Teir eru m.a. útgjørdir við leðursetrum, leðurratti, aircondition, 16" alufelgum og fart piloti. Bilurin, ið er ein luksusbilur við sera góðari kraft, er ein uppliving [...] teir fóru undir at framleiða bilar við turbomotorum. Útrokningar vístu, at ein 4 syl. turbomotorur vigaði 50 kg minni enn ein 6 syl. motorur við somu hestakreftum og hevði 30 prosent minni bensinnýtslu
Tummas Albert Thomassen og Jens Erik Nielsen, ein fløskupost, sum komin var allan vegin úr Kanada til Sandavágs. Teir vóru, sum teir so mangan plaga, farnir ein túr oman á sandin at vita, hvat har var at [...] finna. Millum rekarnar, har lógu hendan dagin, var eisini ein klár glasfløska við einum pappíri í. Teir tóku hana upp og funnu eitt bræv, sum ein tíggju ára gomul kanadisk genta hevði skrivað í august mánaða [...] teir, seta seg í samband við flokkin. Saman við brævinum fra Samanthu, sum gentan eitur, lá eisini ein telduskrivaður seðil við frágreiðing um verkætlanina og adressum at seta seg í samband við. Einar tvær
áhugaverdu ferð hennara. Ein sera góð og hugtakandi sending, har Føroyar vóru umboðar í heimsklassa. Ein sending, har løtan í Monaco varð flutt inn í hvørja stovu í landinum Ein sending ,sum SVF eigur stóra [...] bestu má sigast at vera stórhending í sjálvum sær. At ein føroyingur nú taldist millum teirra, sum skuldi luttaka á hesi stevnu í Monaco, var ein heiður fyru tjóðina og mong mundu gleða seg til hesa løtuna
ára gomlu dóttur hennara. Hini deyðu vóru ein afghani, ein pakistani og ein ókendur maður. Millum tey skaddu vóru 12 pakistanar, 10 amerikanarar, fimm bretar og ein týskari. Norðurlond hava sendistovur í [...] Umleið 75 fólk, tey flestu útlendingar, vóru til guðstænastu, tá ein ella tveir álopsmenn komu inn í kirkjuna, har teir tveittu tríggjar granatir eftir kirkjufólkinum. Sambært pakistansku myndugleikunum
síggja leikin í ein lítlan tíma. Atgongumerkjasølan er byrjað, og tann fyrsta av 11 sýningum verður leygardagin 8. desember klokkan 15.00. Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni og í húsinum ein tíma undan sýning [...] Sjónleikur Nú er tíðin nærum komin, har Leikhúsjól hjá Havnar Sjónleikarafelag er á skránni. Leikhúsjól er ein afturvendandi leikur hjá Havnar Sjónleikarafelag, tó í nýggjum sniðið hvørt árið. Tey siga frá Sjó [...] hálva árið hava nógv verið inni á gólvinum og spurt, hvussu verður við Leikhúsjólum í ár, tí tað er ein siður, og soleiðis at tað jú at vera. Leikhúsjól vóru ikki á palli í fjør vegna ótrúliga góða undirtøku
Johannesen fingið ein VW Transporter kølibil á goymslu. Bilurin er sera væl egnaður til teirra ið flyta vørur sum mugu halda temperaturin undir flutninginum. Uttan sær bilurin út sum ein vanligur Transporter [...] væl bjálvaður allan vegin runt, er ein kompressari ið kann køla rúmið frá +25 stig til +5 stig uppá 35 minuttir. Rúmið er hvítt við jarnplátum í dúrkinum. Eisini er ein hyll, ið er hekt uppá veggin og kann [...] flytast eftir egnum ynski. Møguleiki er eisini fyri at seta fleiri hillar upp. Lastar 1100 kg Bilurin er ein VW Transporter Economy við 75 kh dieselmotori. Totalvektin er 2650 kg og bilurin lastar 1100 kg. Møguleiki
Sámalandi, er tað ein úr hvørjum Norðurlandi. Mánakvøldið sýna tey finska filmin »Ambush«, sum Olli Saarele hevur leikstjórnað í 1999. Evnið í filminum er kríggj, lýst á ein sovorðnan hátt, at ein kann javnmeta [...] Thin Red Line«. Nútímans krígsfilmar, sum á ein realistiskan hátt lýsa krígsins ræðuleikar. Í »Ambush« er leikur settur kring finsk-russika kríggið í 1941, tá ein lítil finsk súkklupatrulja í hernaðarørindum