Fríggjakvøldið verður ein sermerkt kórkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Konsertin er eyðkend við tað, at allir kórsatsirnir eru skrivaðir av tónaskøldum við tilknýti til Fuglafjarðar sangkór.
Anne Mette Greve Klemensen sang við kórinum tey árini hon var prestur í Fuglafirði. Hon hevur skrivað fýra satsir til týðingar hjá skaldinum, Alexandur Kristiansen, og hon hevur eisini skrivað ein kórsats til eina ungdómsyrking hjá Hans Andrias Djurhuus.
Sámal Matras Kristiansen hevur skrivað tveir satsir til týðingar, og ein kórsats til eina ungdómsyrking hjá Alexanduri kristiansen. Somuleiðis hevur hann skrivað tveir kórsatsir til ungdómsyrkingar hjá Christian Matras og eitt nýtt lag til ein jólasálm hjá Símuni Mikal Zachariasen. Heðin Kambsdal hevur eisini gjørt eina útseting til eina yrking hjá Alexanduri Kristiansen til eitt kent týskt lag.
At enda á konsertini fer kórið at syngja ein kórsats hjá Niels Midjord, sála, yvir sálmin “Himnafaðir” hjá Kristiani Osvald Viderø. Við hesum vil kórið minnast Niels, ið var fastur fúsur sum bassur í Fuglafjarðar sangkóri og lyfti øll upp við sínum blíða og skemtandi lyndi, siga fyrireikararnir
Konsertin er partur av skránni fyri Mentanardagarnar í Fuglafirði, ið eru um vikuskiftið.











