Ongland skal hava nýggjan landsliðsvenjara

Gareth Southgate hevur lagt frá sær sum landsliðsvenjari hjá Onglandi

Mynd: (Scanpix) Gareth Southgate

Ongland skal hava nýggjan landsliðsvenjara. Tað er greitt, eftir at Gareth Southagte í dag hevur lagt frá sær sum landsliðsvenjari. Eitt navn, ið verður nevnt sum ein møguligur avloysari, er Eddie Howe hjá Newcastle.

 

53 ára gamli Gareth Southgate hevur verið enskur landsliðsvenjari í átta ár. Hann hevur staðið á odda fyri 102 landsdystum og tvær ferðir, hevur hann ført liðið til eina EM-finalu. Bæði í 2021 og í 2024.

 

Í 2021 tapti Ongland EM-finaluna móti Italia á Wembley eftir brotssparkskapping. Sunnukvøldið tapti Ongland 2-1 móti Spania í EM-finaluni í Týsklandi. Gareth Southgate førdi eisini Ongland til hálvfinaluna í HM-endaspælinum í Katar í 2022.

 

Tað hevur til tíðir verið nógvur kritikkur av enska landsliðsvenjaranum. Ein av kritikkinum hevur verið, at fótbóltsspælið er lítið hyggjaravinarligt. Tað kann tó ikki takast frá Gareth Southgate, at hann er ein tann venjarin, sum yvir tíð hevur staðið seg besta av øllum.

 

Ongland eigur bara ein stóran altjóða sigur. Tað var til HM í 1966 á heimavølli við Sir Alf Ramsey. Tað verða 60 ár uttan ein sigur, tá HM verður í Norðuramerika í 2026. So er spurningurin hvør verður venjari tá?

 

Mynd: (Scanpix) Gareth Southgate