Enn ein sáttmáli á Argjum

Betri deildin menn: AB hevur gjørt enn ein sáttmála, men hesa ferð við ein ungan argjamann

Mynd: (AB.fo)

Hurðin hevur gingið títt á Argjum seinasta hálva annað árið. Bara í summar eru tíggju spælarar farnir og tíggju spælarar komnir til.

 

Aftur í dag hevur AB gjørt ein sáttmála, men hesa ferð við ein av ungu lokalu spælarunum í felagnum. Talan er um miðverjan, Dánjal Danielsen, ið hevur skrivað undir til og við kappingarárið 2023.

 

- Dánjal, sum nýliga er fyltur 18 ár, er ein høgur og sterkur miðverji, ið hevur gjørt sera stór framstig í ár. Bæði fyri næstbesta liðið í 2. deild og á U21-liðnum hevur hann verið ein brandur, skrivar AB.

 

Hann hevur drigist nógv við skaðar, men í ár hevur hann verið at kalla uttan skaða og hevur sppælt samanlagt 19 dystir. Tað er ikki ókent fyri familjuna, at hava spælarar á besta liðnum hjá AB.

 

- Dánjal er tríburi og yngri bróðir fyrrverandi AB-miðverjan, Róa Danielsen, sum í nógv ár spældi fast í miðverjuni hjá AB. Heldur Dánjal fram við at mennast, so ivast vit ikki í, at hann verður ein av argjamonnunum, ið fer at mynda besta mansliðið í framtíðini, skrivar AB.

 

Fyrsti dysturin hjá AB eftir summarsteðgin er 27. juli móti EB/Streymi á heimavølli.

 

Mynd: (AB.fo)