tann, ið legði í vaðið at halda fundir í Bretlandi um støðuna í Congo. Sigast kann, at her var Daniel í góðum selskapi. Millum teir mest kendu sameindu í hesum stríði vóru høvundarnir Mark Twain og Conan [...] páskum í bygdahúsunum, sum vit leigaðu. Her komu nógv og áhugin var stórur. Okkara sangir vóru sungnir og murraðir á gøtum og í heimum. Eg ivist ikki í, at evangeliski boðskapurin, sum sáddur varð í mong [...] nú í andarisi. Tað kennist gott at vera í lívd, eins og vit hava eina signaða lívd í Krisusi. Nú er árliga fiskiveiðan av, og tað hevur gingist hampiliga væl. Teir báðir brøðurnir, sum eg nevndi í seinasta
verður hildin í Kelduni í Skálafirði leygardagin 15. mars. Røturnar hjá Sámali Bláhamar í faðirætt røkka aftur í Ølvustovu í Funningi. Har varð Jóhannes Poulsen (Jóhannes tann Vísi) borin í heim hin 15. [...] og Sámal er ein eftirkomari hjá honum í móðurætt. Í hesum sambandi kemur væntandi ein bók út í heyst um Wetersbeek, sum Mathias Lassen í Vági skrivar. Um innihaldið í bókini verður greitt frá undir 60 ára [...] pylsuvognin í landinum á kajuni í Vestmanna og eina vøruautomat heima við hús. Sámal fór seinni til Danmarkar á handilsháskúla (Købmandshvile) og lærdi eisini at vulkanisera dekk hjá Lucassen & Søn í Odense
mikudagin í síðstu viku, og í morgun landaði Vestmenningur í Vestmanna og Fram á Tvøroyri. Veiðan, sum er góður upsi, liggur um 300 tons, sum er heili 600.000 pund. Skipini vóru til fiskiskap í hálvt áttanda [...] siga, hvør størsta ísfiskalast er, sum eitt ?trolarapar? hevur lagt upp í Føroyum, men lastin, sum Vestmenningur og Fram komu við í morgun, verður ring at taka Ísfiskatrolararnir, Vestmenningur og Fram, [...] fingið í seinastuni, hevur verið góður. Undanfarin ár hevur hann verið smáur ? ja, so smáur, sum menn kanska ikki vita um at siga. Men nógv hevur verið til, og fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur í fleiri
gjalda fyri. Men Í landsrættinum í gjár varð staðfest, at tað er mark fyri, hvussu man letur hesa ónøgdina við tryggingina koma til sjóndar. Ein maður er nú ákærdur fyri at fara út um mark, tá ið hann bleiv [...] harðskapi í samband við at tey røktu teirra arbeiði og tí fóru tey víðari við málinum. Tá ið málið var fyri í Føroya Rætti, varð maðurin dømdur at sita í 14 dagar, men dómurin varð treytaður í eitt ár. [...] vórðu framførdar í telefonini. Vitnini greiddu frá, at hann hevði hótt við at sorla og knúsa hvørt bein í kroppunum á teimum. Og tað eina vitnið fekk eisini at vita, at hann skuldi enda í rullustóli, tá
Nicolina Lamhauge, Lamba, hevur í januar fingið prógv í Master of Philosophy (MPhil) í Development Studies við University of Sussex í Brighton í Onglandi. 50 + 50 ÁRA FØÐINGARDAGUR Í mars og apríl runda vit tey [...] verður fyri innboðin á Fjørðukrónni í Vestmanna kl. 14. 3. mai kl. 15, giftast í Eiðis kirkju, Olivia Johansen og Hallur Hansen. eftir vígsluna verður døgurði í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Øll eru vælkomin [...] Veitsla verður fyri innbodnum í kantinuni í høllini í Trongisvági. Tann 11. januar fingu tey bæði ein son, og hann verður doyptur sama dag. Leygardagin 5. apríl kl.12 giftast í Kvívíkar kirkju Guðrið Holm
r 37. AA-fundir í Vestmanna Í Skótahúsunum Hósdag kl. 20 AA-fundur. Sunnudag kl. 17 AA-fundur (opin fundur). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn [...] Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag [...] fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). Al-Anon fundur fyri avvarðandi at alkaholikkara er hvørt týskvøld kl. 21, á Mýruvegi 22. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld
Konfirmantar í Vestmanna kirkju pálmasunnudag Randi Virgarsdóttir, Vestmanna Jutta Nielsen, Vestmanna Vár Rógvadóttir, Vestmanna Fía Tórhalsdóttir, Vestmanna Rúna Karin Juleifsdóttir Durhuus, Vestmanna Bára [...] Hjartvarsdóttir Kjærbæk, Vestmanna Laila Mote, Vestmanna Bárður Jónsson Stórá, Vestmanna. Øll eru vælkomin frá kl. 18. Niels Jákup Helgason, Vestmanna Jógvan Emil Joensen, Vestmanna Tróndur Kárason Durhuus [...] Augustinussen Johannesen. Konfirmatiónin verður hildin í SÌF húsinum í Sandavági frá kl 14. Jóhan Pauli Joensen, Mikkjalstrøð 2 Andreas Hilduberg Magnussen, í Svanga 16 Baldur Manuel Pais-Meitil, Slættalíð 4
Sólvit Nolsø Politik lesandi í Newcastle upon Tyne í UK ---------- Stórt arbeiði er ígjøgnum nógv ár lagt í at fáa føroyska umboðan í EFTA. Hetta hevur bara ongantíð borið til, millum annað tí, at vilji [...] vil virka fyri: “...fullum luti í teimum fýra frælsunum í ES...”. Eisini vil samgongan: ...játta tann pening, ið krevst, til tess, at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES”. Alt [...] einsamallan umboða Føroyar á einum toppfundi í EFTA. Var okkurt um tjóðarbranding ikki eisini nevnt í samgonguskjalinum? Henda dagin dumapaðu Føroyar so dyggiliga í tjóðarbranding. Kanska skuldi danin fingið
hesa ferð er Kyndil tó skert, tí Guðrun í Lágabø er leikbannað, og tað eigur alt annað líka at geva VB ein fyrimun til dystin. Seinasti dysturin er í Vestmanna, har longu niðurflutta VÍF tekur ímóti Stjørnuni [...] ávísar trupulleikar í spældu dystunum. Ikki minst seinastu uppgerðini millum liðini, har StÍF var á odda bert fáar minuttir fyri leiklok. Tá var talan tó um eitt Neista-lið, sum var í djúpari kreppu, meðan [...] Stjørnuni, sum fyri nakað av tíð síðani vissaði sær sess í finaluni. Vinna Neistakvinnurnar dystin á Skála sunnudagin, so eru tær partur av FM-finaluni í kvinnuhondbólti Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Su
veruliga telur. Tveir aðrir dystir verða eisini spældir um vikuskiftið. Í Høllini á Hálsi í Havn tekur Kyndil ímóti KÍF, og í Vestmanna tekur VÍF ímóti H71. Bert tann seinasti av hesum dystunum kann broyta [...] stigatalvuni. Vinnur H71 dystin, so eru teir nevnliga ájavnir VÍF í stigum. Og tó at H71 hevur ein munandi verri málmun, so stendur í løtuni á jøvnum í innanhýsis uppgerðunum, sum nú eru avgerandi, um stigatalið [...] hittast eisini á Skála um vikuskiftið. Sum skilst, so er tó væntandi, at bæði liðini í stóran mun fara at spara seg í dystinum. Bæði tí onkrir av spælarunum hava tørv á hvíld undan nøkrum finaludystum,