Tað kann verða ógvuliga tungt at koma upp á kamp við tryggingarfeløg, tá ið tey ikki vil gjalda fyri ein skaða, sum man heldur, at hon eigur at gjalda fyri.
Men Í landsrættinum í gjár varð staðfest, at tað er mark fyri, hvussu man letur hesa ónøgdina við tryggingina koma til sjóndar.
Ein maður er nú ákærdur fyri at fara út um mark, tá ið hann bleiv ósamdur við tryggingina um eitt endurgjald fyri ein skaða.
Hann hevði havt ein tryggingarskaða, men tryggingin var ikki sinnað at betala tað endurgjaldið, sum hann helt seg hava rætt til.
Tryggingin hevði sýnað skaðan, men maðurin var grundleggjandi ósamdur við úrslitið, tí hann metti, at sýnsmenninir høvdu undirmett skaðan so tað munaði.
Ringdi við hóttanum
Tað endaði við einum longum stríði, har maðurin at enda noktaði at betala tryggingargjald, tí hann helt seg eiga pening til góðar hjá tryggingini.
Men tað gongur ikki og tí varð hann stendur fyri fútarættin, sum álegði honum at gjalda.
Tað stutta av tí langa er, at tað endaði við, at maðurin ringdi til sjálvan stjóran og trý onnur starvsfólk í tryggingini og í kjalarvørrinum á teimum telefonsamrøðunum varð hann ákærdur fyri at hava sett álvarsligar hóttanir fram.
Hetta var uttanfyri arbeiðstíð og hann ringdi sostatt heim til teirra.
Og sambært ákærunum var tað ikki hissini hóttanir, ið vórðu framførdar í telefonini.
Vitnini greiddu frá, at hann hevði hótt við at sorla og knúsa hvørt bein í kroppunum á teimum. Og tað eina vitnið fekk eisini at vita, at hann skuldi enda í rullustóli, tá ið avtornaði og at hann var líkaglaður við, hvørjar avleiðingar, tað fór at fáa.
Alvorligt
Tey fýra starvsfólkini tóku hóttanina so mikið álvorliga, at tey meldaðu tilburðin til løgregluna, sum síðani reisti ákæru ímóti manninum.
Tey vildu ikki góðtaka, at tey blivu hótt við harðskapi í samband við at tey røktu teirra arbeiði og tí fóru tey víðari við málinum.
Tá ið málið var fyri í Føroya Rætti, varð maðurin dømdur at sita í 14 dagar, men dómurin varð treytaður í eitt ár. Tað merkir, at gjørdi hann nakað ólógligt í eitt ár, verða hesir 14 dagarnir taldir upp í.
Hann varð dømdur at hava hótt tvey av starvsfólkunum, men hann tað vóru ikki nóg góð prógv fyri at hann hevði hótt hini bæði.
Ákærin helt, at hann var sloppin ov bíliga og legði málið fyri Landsrættin, sum viðgjørdi tað í gjár.
Ákærin helt ikki, at tað kundi góðtakast, at tryggingarfólk soleiðis blivu hótt og hann helt, at tað var skerpandi, at ringt varð heim til fólkini at seta hóttanir fram.
Sum prógv fyri hesum, legði ákærin fram útskiftir av telefonsamrøður frá ákærda til tey fýra starvsfólkini á tryggingini.
Samrøðurnar vóru rættiliga ymiskar til longdar, tann stytsta vardi bara fimm sekund og tann longsta vardi fleiri minuttir.
Maðurin játtaði at hava ringt, men hann hevði ikki hótt nakran
Undir hørðum trýsti
Verjin hjá honum vísti á, at tað kundi ikki nógv hóttast setast fram í nøkur fá sekund og hann helt eisini, at orðini um at knúsa og sorla skuldi ikki yvirtulkast, tí tað var ein vanligur talimáti.
Verjin vísti eisini, at rætturin átti at hava forstáilsi fyri, at maðurin varð hart kroystur eftir eitt langt og hart stríð við tryggingina og at hann akkurát sama dag enntá varð dømdur í fútarættinum at betala tryggingargjald.
Men Landsrætturin helti meiri til at geva ákæruvaldinum viðhald og landsrætturin helt eisini, at revsingin í Føroya Rætti hevði verið í linara lagi.
Tí dømdi landssrætturin mannin sekan í at hava hótt trý starvsfólk, men helt ikki at prógv vóru fyri, at tað fjórða starvsfólkið eisini varð hótt.
Av tí sama varð maðurin dømdur at sita í 20 dagar, men revsingin varð gjørd treytað í tvey ár.