EFTA málið stór skomm!

CHE samgongan gjørdi sín fyrsta stóra brølara á uttanríkispolitiska økinum, tá Per Stig Møller einsamallur umboðaði Føroyar í Liktenstein og Sveis!

Sólvit Nolsø

Politik lesandi í Newcastle upon Tyne í UK

 

----------

 

Stórt arbeiði er ígjøgnum nógv ár lagt í at fáa føroyska umboðan í EFTA. Hetta hevur bara ongantíð borið til, millum annað tí, at vilji hjá restini av limalondunum, serliga Sveis, ikki hevur verið til staðar. Nú er tó vent í holuni, tí nú eru sveisar klárir at samráðast. Tíverri er hetta ikki føroyingum at takka, men Per Stig Møller! At eingin úr føroysku samgonguni møtti upp, er stór skomm og svar løgmans, “tað lá ikki fyri”, er heldur ikki nakað at reypa av. Onkur mátti og skuldi verið sendur til fundirnar sum umboðan fyri okkara egna land! Nakað annað er tað, at bara hetta eina málið undirgrevur ein stóran part av samgonguskjalinum hjá CHE. Í partinum um uttanríkismál í samgonguskjalinum stendur:

“Virkað verður fyri føroyskum EFTA-limaskapi...”.

Eftir mínari metan er henda útsøgn longu tillátursgjørd! Víðari stendur at samgongan vil virka fyri: “...fullum luti í teimum fýra frælsunum í ES...”. Eisini vil samgongan: ...játta tann pening, ið krevst, til tess, at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES”.

Alt hetta kundi Føroyar fingið, um vit fingu EFTA limaskap. Ørsøkin til tað liggur í EEA avtaluni (Agreement on the European Economic Area). Henda avtala ger tað møguligt hjá londunum í EFTA, Sveis undantikið, at verða partur av sama marknaði sum øll ES londini. Vanliga kallað “Internal Market”. Henda avtalan umfatar millum annað tey fýra frælsini og samstarv á granskingarøkinum. Henda avtala umfatar IKKI fiskivinnupolitikk, sum hevur verið kanska størsta ósemjan í føroyska ES málinum. So brølarin sum samgongan gjørdi var kanska enn størri enn væntað av fyrstan tíð.

Eg skilji ikki, hví mann letur ein so stóran møguleika gleppa úr hondunum! Spurningurin er so, um samgonguskjalið bara var eitt pappír, sum skuldi útfyllast, tí onkur av flokkunum var so grammar eftir at sleppa í samgongu, at teir settu bara undirskrift á uttan at kanna, hvat stóð á pappírinum, tí samgongan tykist ikki serliga sinnað at útfylla tað, sum teir hava lovað.

Eg skal so ikki siga nakað um, hvat er og ikki, men eg haldi tað eisini verða undrunarvert, at ein samgonga, sum sigur seg verða sjálvsstýrissinnað, letur danan Per Stig Møller einsamallan umboða Føroyar á einum toppfundi í EFTA. Var okkurt um tjóðarbranding ikki eisini nevnt í samgonguskjalinum? Henda dagin dumapaðu Føroyar so dyggiliga í tjóðarbranding. Kanska skuldi danin fingið tann leiklutin eisini?