Vestmenningur og Fram rimmar túr

Ilt er at siga, hvør størsta ísfiskalast er, sum eitt ?trolarapar? hevur lagt upp í Føroyum, men lastin, sum Vestmenningur og Fram komu við í morgun, verður ring at taka Ísfiskatrolararnir, Vestmenningur og Fram, sum partrola, hava gjørt ein rimmar upsatúr. Teir fóru til fiskiskap mikudagin í síðstu viku, og í morgun landaði Vestmenningur í Vestmanna og Fram á Tvøroyri. Veiðan, sum er góður upsi, liggur um 300 tons, sum er heili 600.000 pund. Skipini vóru til fiskiskap í hálvt áttanda samdøgur.

Tað er altíð torført at siga, hvør størsta last hjá partrolarum hevur verið, men tað munnu vera fáir túrar undir Føroyum, sum eru størri enn hesin ? um nakar er yvirhøvur.

Menn siga, at upsin, sum skipini hava fingið í seinastuni, hevur verið góður. Undanfarin ár hevur hann verið smáur ? ja, so smáur, sum menn kanska ikki vita um at siga. Men nógv hevur verið til, og fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur í fleiri ár verið støðugur og góður.

Spurningurin er so, hvat tað kemur at merkja, sum tíðin gongur, at fiskurin nú er størri aftur.

Er hetta eitt gott - ella minni gott - tekin?

Ivaleyst eru fleiri meiningar um tað, men tíðin fer at vísa, um hetta er positivt ella negativt.