Spenningurin er á Skála

Neistin situr enn við trumfinum, men ein sigur sunnudagin er kravið, tá bláu kvinnurnar vitja á Skála

Higar til hetta kappingarárið hevur Neistin vunnið allar tríggjar dystirnar á StÍF, og tí eiga tær uttan iva at roknast sum favorittar. Eisini tí tær hesa ferð hava munandi meira at spæla fyri, enn mótstøðuliðið úr StÍF hevur tað.

Hinvegin hevur StÍF givið Neistanum ávísar trupulleikar í spældu dystunum. Ikki minst seinastu uppgerðini millum liðini, har StÍF var á odda bert fáar minuttir fyri leiklok.

Tá var talan tó um eitt Neista-lið, sum var í djúpari kreppu, meðan tað síðani hetta bert hevur gingið framá. Og økta sjálvsálitið, saman við teirri støðu, at StÍF ikki verður vikað av sínum plássi á stigatalvuni, eigur uttan iva at bera við sær, at finalusessurin nú verður koyrdur heim.


VB til reiðar

Skuldi tað hent seg, at Neistin kiksar, so er tað uppgávan hjá VB at vera til reiðar. Tær spæla um vikuskiftið útidyst móti Kyndli, sum hevur togað seg nógv upp seinna partin av kappingini.

Til dystin hesa ferð er Kyndil tó skert, tí Guðrun í Lágabø er leikbannað, og tað eigur alt annað líka at geva VB ein fyrimun til dystin.

Seinasti dysturin er í Vestmanna, har longu niðurflutta VÍF tekur ímóti Stjørnuni, sum fyri nakað av tíð síðani vissaði sær sess í finaluni.


Vinna Neistakvinnurnar dystin á Skála sunnudagin, so eru tær partur av FM-finaluni í kvinnuhondbólti


Dystir um vikuskiftið


Hondbóltur

Sunset-kappingin

Dagur Klokkan Dystur

15.03 14.30 StÍF-Neistin

15.03 14.30 Kyndil-VB

15.03 14.30 VÍF-Stjørnan


Atlanti Airways-kappingin

15.03 16.00 StÍF-Neistin

15.03 16.00 Kyndil-KÍF

15.03 16.00 VÍF-H71


Flogbóltur

Meistaradeild kvinnur

15.03 14.00 ÍF-SÍ

15.03 15.00 TB-Mjølnir