ið kappast og vigast. Størri kommunalt vald merkir, at tað ber til at snikka loysnirnar til umstøður og tørv á staðnum, og tað dámar okkum. Men samstundis merkir tað vandan fyri (ó)vina- og kenningapolitikki [...] førdur, at samsvar er millum lyfti og seinni gerðir, og at tað ber til bæði at løna og revsa flokkarnar. Men mong halda, at tað er lítið pláss fyri flokspolitikki, og enn minni sæst nakað til floksdisiplin [...] skipan fyri henda uppstillingarfundin, sum ger, at bæði menn og kvinnur, bæði tey har úti og tey har inni, eldri og yngri, vinnulívsfólk og pensjonistar eru á listanum. Tí verður ofta annar listi gjørdur
hava verið so nógvar einkjur og so nógv faðirleys børn her norðuri. Tá er brúk fyri veruligum vinum - fyri monnum og kvinnum, sum man kann rokna við og sum eisini geva børnum og ungum nakað gott við á lívsleiðini [...] tímiliga og andaliga umsorgan fyri sjómanninum. Fyri mítt viðkomandi kenni eg serliga søguna í sambandi við Emmaus og frá mammu mínari. Nógvir av hesum monnum høvdu sína gongd í Emmaus og hoyrdust har og onkur [...] var veðrið gott ta løtuna Tummas Lervig, formaður í Havnar- og Vinnunevndini beyð vælkomin til haldið, og síðani sang sangbólkurin, Vitin og síðani felagssálmur: Klettur, klovin fyri mær. Atli Rasmussen
fer Clickhaze at spæla bæði nýtt og gamalt tilfar. Clickhaze eru: Petur Jensen og Eivør Pállsdóttir, sang; Jón Tyril og Bogi á Lakjuni, guitar; Jens Thomsen, bass og Høgni Lisberg, trummur. Tangz Hesin [...] sovjetiskur leiðari og royndi at gera upp við Stalin tíðina. Hann fall, tá Bresnev og aðrir frá Stalinsa tíð komu aftur. Krutsjev hevði stutt fjús, og hann var ikki bangin fyri at siga og gera tað, sum hann [...] hann meinti og vildi. Fyrrverandi ísraelski verjumálaráðharrin og uttanríkisráðharrin og generalurin Moshe Dayan er tann triðji. Hann hevði so væl skipaði viðurskifti á ráðharrastovuni, og var harvið so
sína soleiðis. – Tá eg geri myndir, hoyri eg tónleik, og tá eg geri tónleik, síggi eg myndir, og filmur er jú bæði. Eg úttrykki meg fyrst og fremst. Í løtuni vísir Heiðrik á Heygum saman við øðrum fram [...] perla »Mítt rúm« við einari góðari søgu, einum beinraknum og klókum boðskapi og ikki minst einum framúr flottum trýssarastíli í svørtum og hvítum og gráum neyvum komposisjónum, er ein forbannað góður filmur [...] hugleiðir Heiðrik, og leggur so aftrat. – Eg kann samanbera mína list við eina dagbók. Ein dagbók er ein formur og eitt úttrykk av tí degnum og tí løtuni, tú ert í. Eg havi einki filtur og reflekteri yvir
stilla upp til ÍSF-forseta. Eg stilli upp av einslystum, og tí eg haldi tað verða eitt sera áhugavert og gevandi starv. Men eg geri tað fyrst og fremst, tí eg ætli mær at gera nakað munagott fyri ítróttina [...] Samtíðarsøgu og Norðurlendskt (Fróðskaparsetrið og Odense Universitet, 1990-95). Er í gongd við Masterútbúgving í Ítrótti og Vælferð (Københavns Universitet) Feløg: B68, NSÍ-kappróður og Roysnið -------- [...] fiskimenn, og tað var eisini har Julian Johnson var yrkisleikari. Teir fyrstu 3 mánaðarnir vóru tungir fyri Sølva. Hann dugdi einki enskt, og bara eitt sindur av donskum. Men ein hegnig og dugnalig lærarinna
tørv á stuðul og hjálp í gerandisdegnum, ella als ikki. Fyri at rehabilitering kann eydnast, krevur hetta tó fyrst og fremst miðvísa endurvenjing, umframt samstarv millum almennar stovnar og sektorar. Eitt [...] negativa avleiðing, og tað er, at hon førir til eyka umsiting, ið bæði kostar tíð og pening. Tíð og pening, ið vit kundu nýtt til góða rehabilitering, til gagns fyri bæði tann einstaka og samfelagið. Tí ynskir [...] oyramerktur til hetta? Dupult og dýrt umsitingararbeiði Ein onnur avleiðing av lógini er, at fleiri lið av starvsfólkum útinna somu uppgávu, og harvið verður fíggjar- og starvsfólkaorkan nýtt til óneyðuga
gerast hættislig. Tað er jú fyrst og fremst flokkurin á tingi, ið myndar ein flokk úteftir. Og veljarin kann skjótt fáa ta fatan, at flokkurin hugsar ov nógv um Havnina og minni um restina av landinum [...] Fólkaflokkinum – er tikin, og tað við lít. Størsti valslúkur floksins er nú úr Suðuroy. Flokkurin varðveitir tveir mans í háborgini Norðoyggjum og varðveitir ein í Eysturoy og ein í Vágunum. Haruframt stendur [...] 2004 fingu smáu flokkarnir umleið 3.122 atkvøður og tríggjar tinglimir. Í 2008 fingu smáu flokkarnir umleið 5.067 atkvøður og fimm tinglimir. Atkvøðutalið og tingmannatalið hjá stóru flokkunum eru hinvegin
eins og Jens Kristian nýggjur í hópinum í mun til undanfarna landsdyst, og á sama hátt sum felagin vinstru-megin prógvaði hann, at hann eigur at vera sjálvskrivaður til plássið á bakkinum. Fyrst og fremst [...] m, og var eisini maðurin, sum í fyrra hálvleiki ruddaði burtur, tá skotar høvdu fingið bóltin fram við Jens Martini. 6. Hjalgrím Elttør, KÍ (3/0) Er eins og Jón Rói partur av nýggja landsliðnum, og hesa [...] ikki eru nóg góð, men hinvegin er tað ikki hansara stílur ? og tað verður tað ongantíð - at verða spælskipari. Vann sum vant eitt hav av bóltum, og í mun til onkrar aðrar dystir tóktist hann fyri tað mesta
lamma føroysku skipanina og avmarka krøvini um víðkað sjálvstýri í danska ríkinum er strategiin at skjóta politikkin inn undir fyribrigdið lóg. Nógv fólk - og føroyingar serliga - hava eina næstan mystiska [...] heilt aftur og tillagaði eitt brot frá teirri júst avtiknu kongalógini og nýtti tað sum hugsjónarligan stuðul fyri fatanini, at "...alle disse Lande og Provinser, altsammen, intet undtaget, udelt og uskiftet [...] danir hava nú hóast alt givið føroyingum rímiliga víðar ræsur, og mangt ber til, sum fyrr ikki bar til. Tað undrunarverda - og ikki sørt háðandi - er kortini, at danir nú teoretiskt eru farnir aftur um 1948
bók míni. Kristian Hansen gloymir bara - her eins og aðrastaðni - at nevna, at uppáhaldið er grundað á Papias og at tað er tann kendi og nógv virdi professarin og Jesus-serfrøðingurin, E. P. Sanders, ikki [...] at eg havi skrivað eina søgubók og ikki eina gudfrøði bók – uttan Kristian Hansen, hóast hann sigur seg hava lisið bókina fýra ferðir. Bókin snýr seg fyrst og fremst um bíbilsku tekstirnar sum søguligar [...] hann skrivar, eru illa undirbygdar, fullar av pástandum og beinleiðis feilum. Kortini metir hann seg føran fyri - uttan skugga av grundgevingum - at meta um fakligu dygdina á m.a. mínum arbeiði. Man tað