Lóggáva frá 2010 spennir bein fyri rehabilitering

Eina Andreasen, forkvinna, Ergoterapeutfelagið
-------
Forsorgarlógin, grein 18b, um hjálparráð, er bygd upp á ein slíkan hátt, at avleiðingin er, at nógv fólk ikki fáa tey hjálpartól og ta servitan innan økið, sum teimum tørvar, fyri at tey kunnu liva eitt virki og innihaldsríkt lív.

Samstundis sum lóggávan frá 2010 spennir bein fyri rehabilitering, ger hon mismun millum fólk og er tí í stríð við ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu, umframt at hon skapar eyka umsiting.

Fólk á stovni eru fyri mismuni
Tá fólk skulu flyta inn á ein stovn, fáa tey eitt bræv frá Hjálpartólamiðstøðini um at lata inn aftur øll hjálpartól, tey áður hava fingið, meðan tey búðu í teirra egna privata heimi. Hetta inniber til dømis, at eitt fólk við parkinsonsjúku, sum nýtir ein “stemmuforsterkara” frá Hjálpartólamiðstøðini, skal lata inn hetta hjálpartól í sambandi við flytingina. Ein “stemmuforsterkari” er eitt hjálpartól, sum hjálpir fólki, hvørs rødd er nógv viknað, at kunna tosa, so onnur hoyra, hvat tey siga.

Sambart grein 18b í forsorgarlógini frá 2010 hava fólk, ið flyta inn á stovn, rætt til at taka við sær persónliga tillagað hjálpartól. Av tí at ein “stemmurforsterkari” ikki er eitt persónliga tillagað hjálpartól, skal tólið latast Hjálpartólamiðstøðini aftur í sambandi við flytingina. Persónliga tillagað hjálpartól, ið varðveitast, tá ein flytur inn á stovn, eru t.d. heilt serstakir koyristólar til fólk, ið als ongan gonguførleika hava.

Í sambandi við flyting á ein stovn skulu ergo- og fysioterapeutar á stovninum aftur meta um tørvin á hjálpartólum, meðan stovnurin skal taka støðu til, um peningur er til at keypa ella leiga tólini.

So er spurningurin um nokk av peningi er oyramerktur til hetta?

Á nógvum stovnum finst harafturat eingin fakterapeutisk vitan, sum kann meta um hendan tørvin. Hetta er ein trupulleiki, tí júst fólk, ið búgva á almennum stovnum, hava mangan ein kompleksan tørv á tillagingum, hjálpartólum og terapeutisku servitanini, sum hoyrir til. Umframt hetta er støðan hjá fleiri, ið flyta inn á ein stovn, at tey mangan ikki megna sjálvi at tosa fyri seg.

Í nøkrum førum velja fólkini og/ella tey avvarðandi sjálvi at gjalda fyri tólini ella leiguna av teimum. Tað sama ger seg galdandi, um teimum tørvar hjálpartól fyri at kunna fara á vitjan hjá familju ella fara ein túr aftur at vitja teirra egna heim, sum tey eru farin frá.

Á Ráðstevnuni um rehabilitering, sum Ergoterapeutfelagið í Føroyum skipaði fyri í august í fjør, gjørdu formennirnir fyri norðurlendsku ergoterapeutfeløgini vart við, at tað er í stríð við ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu, ið Føroyar undirskrivaði í 2009, at føroyingar, sum búgva á stovni, ikki hava somu atgongd til hjálpartól eins og onnur fólk í samfelagnum, tí at tey so ikki hava somu mannarættindi sum aðrir borgarar í Føroyum.

Hvussu spennir lógin bein fyri rehabilitering?
Tað er góður vilji í Føroyum til at arbeiða fyri lívsgóðsku hjá fólki, sum av ymiskum ávum hava fingið skerdar førleikar. Og hetta seinasta árið er rehabilitering rættuliga komin á dagsskránna her í Føroyum. Vit hava hoyrt bæði frá politiskari síðu, frá landsstýrisfólkum og frá stovnsleiðslum, sum fegin vilja vera við til at seta í verk rehabilitering. Tað seinasta, sum vísir tann góða viljan, er, at Almannaráðið hevur orðað eitt tilmæli um eldrapolitikk, har lyklorðini eru: trivnaður, tryggleiki og lívsgóðska.

Endamálið við rehabilitering er, at fólk, ung sum eldri, hóast sjúku ella brek fáa eitt so sjálvstøðugt og virki lív sum møgulig.

Tá ein rehabilitering er væleydnað, merkir tað, at fólk fara at fáa minni tørv á stuðul og hjálp í gerandisdegnum, ella als ikki. Fyri at rehabilitering kann eydnast, krevur hetta tó fyrst og fremst miðvísa endurvenjing, umframt samstarv millum almennar stovnar og sektorar. Eitt annað, sum er týdningarmikið fyri at rehabiliteringin skal eydnast, er í flestu førum hjálpartól. Ofta tó bert í avmarkaðum tíðarskeiðum.

Og her er tað, at Forsorgarlógin, grein 18, í roynd og veru er beinleiðis í andsøgn við endamálið við rehabiliteringini. Lógin sigur nevniliga, at borgarin einans kann fáa hjálpartól frá hjálpartólamiðstøðini, um tey hava brek ella varðandi sjúku, so at skilja, at útlit ikki eru til, at heilsustøðan fer at betrast.

Í slíkum førum er tað stovnurin og/ella skipanin, sum stendur fyri rehabiliteringini, ið skal gjalda hjálpartólini. Og her renna vit okkum aftur í sama trupulleika sum áðurnevnt við fólkum, sum búgva á stovni. Tað vil siga, at atgongdin hjá fólki til at fáa hjálpartól sum part av rehabiliteringini, er treytað av fíggjarstøðuni hjá tí stovni ella tað skipan, tey hoyra undir, tí peningur er ikki oyramerktur.

Hetta er ein trupulleiki, ið er forðandi fyri góðari rehabilitering.

Eitt dømi um hetta er, at um eitt fólk fær eina heilabløðing, sum førir við sær heilaskaða, so krevur hetta drúgva tíð við endurvenjing á sjúkrahúsi, sum er byrjanin uppá eina rehabiliteringstilgongd. Onkur kann missa førleikan at tosa, og tá er tørvur á at finna eitt hjálpitól, sum kann hjálpa teimum at samskifta við umverðina. Tað hevur týdning at royna og venja seg við hjálpartólið, meðan fólk eru innløgd, so tey eru før fyri at nýta hesi, tá tey einaferð verða útskrivaði til egið heim - óansæð um hetta er á privat adressu ella á stovni. Men hetta ber í flestu førum ikki til, tí sjúkrahúsið ikki hevur pening til hesi í mongum førum kostnaðarmiklu hjálpartólini. Tískil fær hetta fólkið ikki neyðugu endurvenjingina og harvið miseydnast rehabiliteringin.

Eitt annað dømi, sum vísir, hvussu lógin er forðandi, er, at um eitt eldri fólk sum part av eini rehabiliteringstilgongd skal hava endurvenjing í egnum heimi, og tað í tí sambandinum er tørvur á hjálpartóli í eitt avmarkað tíðarskeið, so skal Eldradepilin (Heimatænastan) gjalda.

Og so er aftur spurningurin, um nokk av peningi er oyramerktur til hetta?

Dupult og dýrt umsitingararbeiði
Ein onnur avleiðing av lógini er, at fleiri lið av starvsfólkum útinna somu uppgávu, og harvið verður fíggjar- og starvsfólkaorkan nýtt til óneyðuga nógva umsiting heldur enn til aðra tænastu, sum fólk hava tørv á.

Um vit lyfta okkum upp og hyggja at hesum ymisku stovnum, skipanum og bygnaðum, so síggja vit, at til dømis Hjálpartólamiðstøðin, flestu bústovnar og Eldradepilin øll eru partar av Almannaverkinum, sum júst hevur fingið boð um at spara fleiri milliónir tey næstu árini.
Í andsøgn við hetta er, at omanfyrinevnda lóggáva førir við sær, at fleiri almennir stovnar innan somu skipan skulu brúka fleiri lið av til dømis terapeutum til at meta um sama tørv hjá einum fólki. Soleiðis ger lóggávan beinleiðis tað, at vit við hesum nýta fíggjar- og starvsfólkaorku til óneyðuga nógva umsiting. Hetta er bæði peningur og tíð, ið heldur skuldi verið nýtt til fólkini, ið hava tørv á fakterapeutisku tænastuni.

Sum fakbólkur síggja vit, at lóggávan spennir bein fyri tí góða viljanum, sum finst allastaðni í skipanini.

Men tað mest syrgiliga er, at fólk fáa eina kenslu av, at eingin samanhangur er í tænastunum, tey hava tørv á, umframt at “trivnaður, tryggleiki og lívsgóðska” (tilmæli um eldrapolitikk) tíverri ikki er galdandi. Ei heldur er virðilig viðferð av fólki og vanligt vit og skil galdandi.

Niðurstøða
Í forsorgarlógini, grein 18b, eru ikki øll fólk líka fyri lógini!

Úrslitið av hesi bert trý ára gomlu lógini er soleiðis tíverri, at hon forðar fyri at fleiri av okkara borgarum, sum búgva á stovni, kunnu liva eitt meira virki lív við møguleika fyri betri lívsgóðsku. Umframt hetta er lógin ein beinleiðis forðing fyri góðari rehabilitering!

Ergoterapeutfelagið metir, at lóggávan frá 2010, sum bæði spennir bein fyri rehabilitering og ger mun á fólki, er brot á mannarættindi hjá fólki, sum búgva á stovni, og sostatt brot á ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu, sum Føroyar undirskrivaðu í 2009. Umframt hetta hevur lóggávan eina aðra negativa avleiðing, og tað er, at hon førir til eyka umsiting, ið bæði kostar tíð og pening. Tíð og pening, ið vit kundu nýtt til góða rehabilitering, til gagns fyri bæði tann einstaka og samfelagið.

Tí ynskir Ergoterapeutfelagið, at lógin verður endurskoðað!

Áheitan á politisku skipanina
Ynskja politikararnir í Føroyum at tryggja øllum, sum hava tørv á tí, neyðuga endurvenjing og rehabilitering, skulu lógirnar innan hjálpitólarøkið endurskoðast.

Er politiskur vilji til at endurskoða og tillaga hjálpartólaøkið og lógirnar innan hjálpartólaøkið, førir hetta við sær at fleiri fólk fáa eitt betri lív. Hetta fer eisini at gera, at fíggjar- og starvsfólkaorka innan hjálpartólaøkið verða brúktar rættari, samfelagnum til gagns.

Ergoterapeutfelagið heitir á okkara fólkavaldu politikarar um beinanvegin at loysa hendan trupulleikan, so tann góði viljin sleppur at virka og eisini Føroyar kunnu liva upp til ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu.

Hetta kunnu vit broyta og gera betri!