Sølvi ynskir stríðsval til ÍSF-forsetasessin

Grundigi og siðiligi ítróttarmaðurin, sum hevur virkað sum ítróttarráðgevi hjá ÍSF í fimm ár ynskir, at eitt ella fleiri valevni stilla upp til forsetasessin í ÍSF. Eisini fyri at fáa eitt gott og mennandi tjak um framtíðina hjá ítróttini í Føroyum.

“Ongin hevur heitt á meg um at stilla upp til ÍSF-forseta. Eg stilli upp av einslystum, og tí eg haldi tað verða eitt sera áhugavert og gevandi starv. Men eg geri tað fyrst og fremst, tí eg ætli mær at gera nakað munagott fyri ítróttina í Føroyum!”. Vit eru inni hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, Yvir við Strond í Havn. Sølvi Reinert Hansen hevur skift starvið, sum ítróttarráðgevi í ÍSF út við starvið, sum dagligur leiðari hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Men hann brennur enn fyri at arbeiða ítróttinum til frama. Síðani hann bleiv kunngjørdur, sum valevni hava fleiri ítróttarfeløg sent honum teldupost, har tey siga, at tað var gott, at hann stillaði upp til komandi ÍSF-forsetaval. Men Sølvi er botnærligur! Hann ynskir ikki ein ÍSF-aðalfund har øll reisa seg upp og klappa fyri honum, sum nýggjum ÍSF-forseta. Hann ynskir, at eitt ella fleiri valevni koma á vøllin. Hetta fyri at fáa eitt, gott og mennandi tjak um framtíðarstøðuna hjá ítróttini í Føroyum. Men enn bíðar Sølvi eftir einum mótvalevni.

 

Ítróttarálit

 

Sølvi varð limur í arbeiðsbólkinum, sum í 2005 handaði Føroya Landsstýri álitið um “Almennan ítróttarpolitikk í Føroyum”. “Tær almennu Føroyar kunnu bara handla, um tær fáa at vita hvat ítrótturin vil. Vit mugu styrkja arbeiðið úti í feløgunum, og í sersambondunum.” Sølvi metir, at Fótbóltssambandið er í einari serstøðu tá tað kemur til at skipa eina organisasjón. Sølvi metir, at ein leistur kundi verið, at t.d. 3 smærri sersambond deildu ein løntan skrivara. Ein annar leistur kundi verið at ÍSF hevði starvsfólk við ymsum førleikum, sum kundu servisera øllum sersambondunum. Hann letur ongin iva verða um, at hann ynskir meir organisering og strukturering innan ÍSF.

 

Uppvaksin á 3 støðum

 

Umframt at hava verið ein fjølbroyttur ítróttarmaður, so hevur Sølvi eisini havt ein fjølbroyttan uppvøkstur. Tey fyrstu 11 árini frá 1970 til 1981 vaks hann upp í Havnini. Í 1981 flutti familjan til Hull í Onglandi. Hull er væl kendur millum eldri fiskimenn, og tað var eisini har Julian Johnson var yrkisleikari. Teir fyrstu 3 mánaðarnir vóru tungir fyri Sølva. Hann dugdi einki enskt, og bara eitt sindur av donskum. Men ein hegnig og dugnalig lærarinna hjálpti honum á glið. Hon tók fleiri myndabøkur fram, bað Sølva siga sær orðið á føroyskum, og so segði hon sama orðið á enskum. Og longu aftaná 3 mánaðir varð Sølvi komin á lagið. Sølvi er í dag glaður fyri árini hann hevði í Onglandi. Hann metir, at um foreldur hava tíð og umstøður, so er eitt uppihald í einum øðrum landi, við einum øðrum tungumáli, ein tann besta gávan ein kann geva børnunum. Sølvi leikti fótbólt við javnaldrunum á skúlaliðnum. Hann hevði tað stóru uppliving at vinna steypakappingina fyri skúlalið í Hull. Tá búðu uml. 400.000 fólk í Hull. Tá Sølvi varð 14 ár, flutti hann saman við familjuni til Saltnes. Mamman Judith, sum er fødd Reinert Petersen, er av Saltnesi, og pápin Meinhard er av Nesi. Sølvi er yngstur av 6 systkjum. Tey eru tríggir brøður, og tríggjar systrar. Eldru brøðurnir, Jákup og Dávid eru eisini væl kendir í føroyska samfelagnum. Annar, sum sóknarprestur á Sandi, og hin sum stjóri í báðum undirsjóartunnlunum.

 

B68 og Sólmundur

 

Heimkomin byrjaði Sølvi at leika við B68. Men í 1987 valdi hann at satsa uppá kappróðurin. Hann róði við Sólmundi frá 1987 og til 1990. Í 1987 og 1988 gjørdust teir nr. 2 í FM-kappingini. Ì 1989 og 1990 vunnu teir Føroyameistaraheitið. Í 1990 gjørdu teir reint borð, og vunnu allar róðrarnar! Eftir hetta fór Sølvi at renna. Hann varð við á Oyggjaleikunum í Álandi í 1991, og í Gotlandi í 1999. Hann hevur havt 800 metra-teinin, sum sína sergrein. Á Oyggjaleikunum á Álandi varð hann eisini við á liðnum, sum rann 4 x 400 metrar. Sølvi hevur silvur og bronsukrónur frá FM-kappingum, men ongar gullkrónur. Tá hann kom heim eftir loknan lestur í Odense, í 1995, byrjaði hann at skipa fyri rennikappingum á Skálafjørðinum. Hetta virksemi legði lunnar undir, at rennifelagið “Roysnið” var stovnað í 1998. “Treystið” í Norðoyggjum var eisini stovnað hetta árið. Sølvi hevur verið formaður í Roysninum síðani stovnan. Í 1998 var deildarsambandið fyri Frælsan Ítrótt og súkkling stovnað. Hjalti Gunnarsstein var formaður fyrsta árið. Hann flutti til Danmarkar í 1999, og tá gjørdist Sølvi formaður í Deildarsambandinum. Hann røkti formanssessin fram til 2002. Í 2002 fekk Frælsi Ítrótturin egið sersamband, og gjørdist Sølvi fyrsti formaður tess. Hann var formaður í Sersambandinum fyri frælsan ítrótt, fram til 2006.

 

Ítróttarráðgevi

 

Í 2002 varð Sølvi settur í tað nýupprættaða starvið, sum ítróttarráðgevi hjá ÍSF. Hetta starvið røkti Sølvi í 5 ár. Ein part av hesum tíðarskeiðnum (2003-2005) varð Sølvi formaður í Oyggjaleikanevndini. Í dag tekur starvsnevndin og umsitingini hjá ÍSF sær av hesum arbeiðnum. Ein partur av arbeiðstíðini hjá Sølva fór til altjóða samskiftið. Oyggjaleikirnir hava sín árliga aðalfund, og er eisini nógv at fyriskipa í samband við Oyggjaleikirnar. 150 ítróttarfólk, venjarar og leiðarar skulu hava innivist. Sølvi hevði eisini nógv samband við felagsskapin “European Non Governmental Sports Organization”, stytt ENGSO. Har knýtti Sølvi vinarbond við Patrick Hickey, sum nú er formaður í tí evropeiska olympisku nevndini, EOC. Sølvi og Petur Elias Petersen vóru á aðalfundi hjá EOC í Dublin 2005, og í Bruxelles í 2006.

 

Rogge á fundi

 

Millum prominentu gestirnar á EOC-aðalfundinum í Dublin, varð IOC-forsetin, Jacques Rogge. Rogge stirnaði tá hann tók í hondina á báðum teimum føroysku umboðunum. Týðiligt var, at Rogge ikki líkaði hesa løtuna. Sølvi er ikki so bjartskygdur um olympisku viðurkenningina hjá Føroyum. IOC fekk harðar, knívskornar reglugerðir í 1992. Og tað verður ringt hjá Føroyum at koma inn í tað lovaða olympiska landið, sum “Atland” ella “Landslutur”. Ikki tí, øll sum varða av ítróttini í Føroyum ynska at Føroyar fáa hesa viðurkenning. Eingin ivi um tað. Men starvsnevndin hjá IOC, og Jacques Rogge hava higartil noktað at hava fund við føroysk umboð um hetta málið. Nýggju leiðarnir í IOC ynska eisini at vísa seg, sum rættar menn, sum “halda reglugerðirnar”, og ikki taka ímóti mutri. Og lítil ivi er um, at Føroyar í IOC-høpi verða síðustillaðar við Katalania, og tey ymisku autonomu økini í Russlandi.

 

Rættarmálið hjá Gibraltar

 

Gibraltar, sum saman við Føroyum eru einasta landið, sum hevur sent eina umsókn inn til IOC - áðrenn broyttu viðtøkurnar í 1992 – hevur drigið IOC til Evropeiska Ítróttardómstólin. Sølvi hevur havt nógv av samskiftunum við fólkini frá Gibraltar, og hevur ÍSF bjóðað Gibraltar at føra sak saman við teimum. Men Gibraltar hevur ynskt at føra rættarmálið sjálvir. “Um Gibraltar vinnur, so verða vit og teir óiva tiknir uppí IOC. Men hvørki vit ella Gibraltar eiga trygd fyri, at ein meiriluti av limalondunum ikki sparkar okkum út aftur til næsta aðalfund aftur! Vit hava bara fingið eina altjóða viðurkenning innan ítróttina síðstu árini, og tað er innan bogaskjótingina. Atlond fáa ikki altjóða viðurkenningar, sum støðan er í heiminum, í løtuni.” Tað ergrar Sølva, at Føroyar ikki hava olympisku viðurkenningina. Olympiska viðurkenningin hevði eisini givið føroyskum ítróttarfólkum atgongd til evropeisku smátjóðaleikirnar, og til evropeisku ungdómsleikirnar, ið nevnast “European Youth Olympic Festival”. Ísland fær uml. 4 miljónir kr. frá IOC um árið. Hetta hevði eisini kunna fallið Føroyum í lut. Sølvi fær nógv at síggja til, um hann gerst komandi ÍSF-forsetin. Men hann ætlar sær at fara undir uppgávuna við góðum treysti. Men sum ein góður ítróttarmaður ynskir hann ikki at vinna uttan dyst. Vónandi kemur ein mótleikari inn á vøllin?

 

----

 

 

Fakta

 

Navn: Sølvi Reinert Hansen

Føddur: 8. september 1970

Bústaður: Saltangará

Giftur: Biritu úr Runavík

Barn: Betuel, 10 ár

Hundur: Napoleon (langhærdur miniature gravhundur) 3,5 ár

Útbúgving: Matematiskur studentur frá Gøtugjógv í 1989, lisið Søgu, Samtíðarsøgu og Norðurlendskt (Fróðskaparsetrið og Odense Universitet, 1990-95). Er í gongd við Masterútbúgving í Ítrótti og Vælferð (Københavns Universitet)

Feløg: B68, NSÍ-kappróður og Roysnið

--------

 

 

Sølvi um valstríðið til Løgtingsvalið

 

Tað er áhugavert at fylgja við valstríðnum. Men tað tykist, sum um tað higartil hevur koyrt meiri uppá persónar, enn evnir. Vit hava ikki sæð nógvar orrustur um tey stóru evnini enn.

 

 

... um ferðsluna á landsvegunum

 

Í tí stutta og heila vil eg siga, at bilførararnir í Føroyum koyra væl. Eg koyri uml. 45.000 km. um árið, og eg vil siga, at fólk flest koyra skilagott og vísa fyrilt fyri hinum í ferðsluni.

 

 

 

 

... um Skálafjarðartunnilin

 

Eg gleði meg til Skálafjarðartunnilin gerst veruleiki. Hann fer at gagna øllum landinum. Eg vóni tó, at hann í størstan mun verður gjørdur við fyriliti fyri vøkru náttúruni við Toftavatn.